mikudagur 1. februar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í sambandi við frásøguna hjá
Hensiu, fara vit at endurgeva frá
søgn um ættina á Dunganum, sum
Nena Danielsen, f. Mikkelsen,
ættað úr Syðrugøtu, skrivaði í 2004
í FF-blaðnum. Umframt at vera ein
lýsing av eini merkisverdari ætt, er
hetta eisini ein áhugaverd lýsing
av lívinum í Føroyum, serliga
fyrrapartin í farnu øld.
Omma Nenu var av Dunganum
og pápi hennara, Poul Amaliel, var
systkinabarn Poul Andreas, sum
Hensia giftist við.
Dungafestið
Dungafestið í Syðrugøtu, sum er 2
½ mørk kongsjørð, hoyrdi uppruna
liga til festið Innan í Oyri. Bóndin
har býtti festið millum tveir synir,
so annar fekk hálva triðju mørk,
meðan 5 merkur vóru eftir Inni í
Oyri. Teir báðir festu hvør í sínum
lagi 11. desember 1772.
Tann fyrsti bóndin á Dunga
festinum, Poul Joensen, giftist
30. september 1764 við Elisabeth
Heinedatter. Tey fingu børnini
Joen Poulsen, Heine Poulsen og
Poul Poulsen.
Av tí, at tann elsti beiggin, Joen,
var krypil, festi tann næstelsti
beiggin, Heini, garðin 14. november
1794. Hesin giftist við Maren Jo
hansdatter. Tey fingu ein son, Poul
Heinesen, føddur 4. juni 1797.
Poul Heinesen gekk burtur
við seiðabáti úr Gøtu á heimveg
úr Nólsoy. Hann hevði ikki fest.
Hann var giftur við Anne Katrine
Jacobsdatter úr Tjørnustovu í
Norðragøtu.
Hon giftist uppaftur við Jacob
Pedersen úr Elduvík, sum so festi
á Dunganum. Tey fingu fýra børn.
Eitt av teimum var Poul Jacobsen,
abbi Poul Andreas. Hini vóru: Jacob,
Peder og Kirstine, nevnd Kyrstin,
sum giftist til Eiðis.
Poul fekk sær konu úr Leirvík,
Anna Malena Jacobsdatter, ættað
úr býlinginum Uppi við Garð.
Hann var sjúkligur maður og nógv
plágaður av astma. Tað sigst, at
Anna Malena, kona hansara, var
ógvuliga dugnalig bóndakona.
Hóast hetta var eitt lítið festi í
mun til onnur, tóku tey ímóti fólki,
sum kom til bygdina. Hetta ber boð
um dugnasemi og blíðskap. Poul og
Anna Malena fingu 5 børn.
Tað elsta, Anna Katrina Jacob
sen, fødd 5.1.1864, var omma Nenu.
Hini vóru:
Jacob Jacobsen, f. 12.6.1867,
Pápi Poul Andreas. Hann tók við
festinum eftir faðir sín.
Petur Jacob Jacobsen,
f. 20.5.1869.
Absalon Jacobsen, f. 1.10.1871.
Dorthea Jacobsen, f. 31.7.1875.
Jákup var ein bygdarmynd
Dunga Jákup, pápi Poul Andreas,
var ein bygdarmynd, tað eg kann
minnast. Ein, sum vit børn vóru
ógvuliga góð við. Jákup var eitt
av ljóðunum, ið hoyrdi morgunin
til. Hann fór upp við hønunum,
og hann elskaði tær. Tað fyrsta
hann gjørdi, var at geva teimum.
Jákup hevði astmabronkitis, og tað
var altíð hark og stunandi ljóð at
hoyra frá honum, har hann gekk.
Eisini hetta hoyrdi til. Jákup átti
ein lítlan føroyskan hest, sum var
fittur og spakur. Palli bróðir plagdi
ofta at hjálpa Jákupi at reiða tøð
og torv, og so fekk hann loyvi til at
lána hestin viðhvørt. Eg minnist
meg hava verið við Palla eftir torvi,
og eg slapp onkuntíð at sita uppi á
hestinum.
Tað stóð í “Ugens Nyheder”!
Jákupi dámdi væl at lesa. Hann helt
blaðið “Ugens Nyheder “. “Jú, sanni
liga passar tað“, plagdi hann at siga,
“tað stendur í Ugens Nyheder”.
Jákup og enski politikarin og for
sætisráðharrin
Chamberlain
vóru javngamlir. Hesin var yndis
politikarin hjá Jákupi. Chamberlain
hevði verið í Týsklandi og forhandl
að við Hitler, sum ongantíð helt
tað, hann lovaði. Men teir báðir
Jákup og Chamberlain trúðu uppá
frið. “Sanniliga verður einki kríggj
í okkara tíð. Tað sigur Chamber
lain!”
Jákup var heitur sambandsmaður
og kongatrúgvur um ein háls.
Einaferð, kongur kom til Føroya,
hoyrdist, at hann skuldi koma til
Gøtu og Fuglafjarðar. Jákup fekk tá
Petur á Hædd, ættaður úr Klaksvík
og giftur við Sannu í Barbustovu,
at smíða eitt skelti á flaggstongina
við áskriftini “Lad veje højt vort
Kongeflag” málað á skeltið. Men
kongur sá ongantíð orðini, Jákup
hevði ætlað at æra hann við. Fylgið
kom slett ikki inn í bygdina. Tað
helt ferðina fram við Norðragøtu
og beint til Fuglafjarðar.
Heimið hjá Jákupi og Biritu
vóru eini hús, har teir ungu og
hálvvaksnu dreingirnir savnaðust
vetrarkvøldini. Mannfólkið var til
skips um summarið, men um veturin
var nógvur ungdómur í bygdini.
Birita sat við stokkum. Onkur av
teimum ungu dreingjunum plagdi
ofta at tríva í rokkin og spinna fyri
hana. Hon gramdi seg oftani um, at
hon hevði ongan stubba at kasta
uppá stokkarnar. At binda hevur
hjálpt til, at hon kundi lata sær
lynda, ongantíð at eiga køkin fyri
seg sjálvan. Palli bróðir og Sverri
hjá Havna Jákupi spunnu ofta fyri
hana. Hon vildi sita á bríkini við
eldin og binda. Tað plássið mátti
hon tryggja sær, áðrenn tað fyltist
við ungdómi, tá ið kvøldið kom.
Jákupi dámdi væl millum hetta
unga fólkið. Prátið gekk lættliga,
søgurnar vóru nógvar. Ofta varð
havt á munni, at tað er mangt
millum himmal og jørð, ið vit ikki
skilja. Kanska varð tað eisini væl
kryddað, tá ið søgurnar vórðu
fortaldar. Tað skuldi nokk ikki
altíð vera líka spennandi at fara
út í myrkrið aftaná! Serliga undir
krígnum, tá ið alt var myrkalagt,
og tú ikki hevði loyvi til at brúka
lummalykt.
Gjørdist abbi og
omma á ellisárum
Um hetta mundið giftist einkason
urin Poul Andreas, uppkallaður
eftir Poul og Onnu Malenu, abb
anum og ommuni í Dunganum.
Jákup og Birita mundu hava mist
alla vón um at fáa son at festa
garðin eftir seg. Men aftaná at hava
verið gift í 16 ár hendi undrið. Tey
fingu ein son. Birita var 40 ár, tá ið
hon fekk Poul Andreas. Birita var
komin væl til aldurs, 73 ár, áðrenn
hon upplivdi at blíva omma. Jákup
var 78 ár tá. Poul Andreas var 31
ár, áðrenn hann giftist. Birita var
eisini hjartans fegin, tá hesi smáu
hjá Hensiu og Poul Andreas komu
uppá strípu, og hesar smáu føtur
trippaðu um hana. Man hon ikki
hava følt seg eitt við Sáru, sum í elli
fekk lyftið um, at hon skuldi gerast
eitt stórt fólk!
Poul Andreas fekk sær bónda
konu úr Streymnesi, Hensiu Zacha
riassen. Tað vísti seg skjótt at vera
væl valt. Hon kundi síni ting bæði
so og so. Birita legði alla húsførslu
frá sær í somu stund, hin unga
konan kom í húsið. Birita legði alt
í hennara hendur.
Heima hjá Poul Andreasi og
Hensiu hevur altíð verið eitt stað,
har mær hevur dámað at koma inn
á gólvið og møta stórum blíðskapi.
Tey hava eisini varðveitt ta serligu
atmosferu av Guðstrúgv og virðing
fyri teimum andaligu tingunum,
sum gjøgnum allar tíðir hevur
verið grundstuðulin undir ættini
á Dunganum. Alt í alt haldi eg, at
søgan um Jákup ommubeiggja er
ein sólskinssøga.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Birita (1871-1950) saman við manninum Jákupi
(1866-1949). Foreldrini hjá Poul Andreasi
Eiden Jacobsen, pápi Biritu. Hann var úr
Norðragøtu, føddur í 1832 og doyði í 1890.
Eiden er ungur á hesi myndini, so hetta mann
vera av elstu fotomyndin, sum finst í Føroyum
Poul Andreas (1911-2000) og Hensia f. 1919
Ættarsøga av
Dunganum
í Syðrugøtu
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia millum annað frá, tá ið prósturin á
Nesi og gamli Sloan svóvu í somu song.