Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Oljan skal eisini vera samisk Í Samatinginum eru tey eitt sindur mis­nøgd við, at tær norsku olju­ leiðirnar í Barents­hav­ inum hava fingið norsk og hebraisk nøvn, með­ an tað samiska mál­ ið tykist vera gloymt í hesum høpi. Tey vísa á, at sambært lógini eru norskt og samiskt tvey javnt sett mál í Noregi, men at hetta tykist ikki vera galdandi á olju­leið­ unum. – Kanska skuldið Snø­hvit-leiðin itið Snø­ frid-leiðin, sigur Laila Susanne Vaes, (myndin) sum er næst­formaður í Sama­tinginum og vísir á, at Snøfrid Svåse­dott­ er var kona Harald Hár­ fagra og av samiskari ætt. Tær norsku olju­leið­ir­ nar úti fyri Finnmørkini hava norsk nøvn so sum Snøhvit, Skrugard og Havis og so tað hebraiska Goliat. Laila Susanne Vaes sigur, at samar og aðrir norðmenn hava eina felags søgu í Norð­ ur­noregi, og at tí er tað ikki annað enn rímiligt, at hetta sæst aftur - eisini tá oljuleiðir har norð­uri skulu hava navn. Støðugt færri fiski­menn Í Svøríki eins og í flestu øðrum londum í Evropa gerast fiskimenninir færri og færri. Fyri tólv árum síðani vóru 2.300 svenskir menn skrá­settir sum vinnu­ligir fiski­ menn, men longu nú er talið minkað næstan ein triðing, so nú eru bara 1.600 eft­ir. Tað skrivar blaðið Gøte­borgposten. Myndugleikarnir siga, at fiskimenninir fækka, tí vinnan sum heild hevur fíggjarligar trupulleikar og kastar ov lítið av sær, og tí at summir fiskastovnar eru minkaðir nógv tey seinnu árini. Tann størsti part­ur­ in av tí svenska fiski­ skipa­flotanum eru út­ róðrarbátar og smærri skip. Tey stóru skipini eru fækkað nógv. Fyri trimum árum síðani vóru tey 81 í tali. Í dag eru bara 35 eftir, skrivar Gøteborgposten. Fáa kanska kvinnu til biskup Íslendingar gingu undan við at velja sær eina kvinnu til forseta, nú hava teir eina kvinnu í forsætis­ráð­harra­stólin­ um, og í summar fáa teir høvi til at velja sær eina kvinnu til biskup. Tað er greitt, eftir at presturin í Bolungarvík, Agnes M. Sigurðardóttir, (myndin) hevur boðað frá, at hon eftir áheitan frá fleiri hevur gjørt av at stilla upp til biskupsvalið. Tað er samstundis greitt, at val verður, tí í gjár kunngjørdi Þór­ hallur Heimisson, sókn­ ar­prestur á Hafn­ar­firði, at hann er val­evni til biskupsvalið í summar. Núverandi biskup­ urin í Íslandi eitur Karl Sigurbjørnsson. Pápi hans­ara, Sigurbjørn Ein­ arsson, var íslendskur biskupur í mong ár. Tað kom ikki óvart á nakran, at tann danska stjórnin gjørdi av, at Danmark skal laða seg eftir teimum nýggju regl­ unum, sum ES-topp­fundurin samtykti um vikuskiftið. Hes­um hevði stjórnin boðað frá frammanundan. Har­ afturat visti hon, at hon hevði ein stóran meiriluta av Fólkatinginum aftan fyri seg í hesum máli, tí bæði Vinstri og Konservativi Fólka­flokkurin eru samdir við stjórnini hesaferð. Men hvat er tað so, sum Danmark hevur bundið seg til? Tað týdningarmesta er, at * tað árliga hallið á fíggj­ arlógini skal ikki upp um 3% av brutto­tjóðar­fram­ leiðsluni, og at skuldin hjá statinum má ikki upp um 60% av BTF * tað strukturella hallið skal ikki upp um 0,5% av BTF * tær nýggju reglurnar skulu staðfestast í stýris­ skipanini ella tilsvarandi lóggávu. Verður tað ikki gjørt, kann landið fáa bót * evrulondini halda topp­ fund tvær ferðir árliga, og hini londini fáa inn­ bjóðing til at luttaka á minst øðrum fundinum * fíggjarsáttmálin skal góð­ kennast í Fólka­tinginum. Hetta seinasta hevur elvt til eitt ávíst kjak í Danmark, tí tríggir flokkar, Danski Fólkaflokkurinm, Liberal Alli­ ance og Eindarlistin, krevja málið til fólkaatkvøðu. Eftir teirra tykki letur Danmark avgerðarrætt frá sær við at góðkenna sátmálan, og tí vilja flokkarnir hava mál­ ið til fólkaatkvøðu. Fleiri ser­frøðingar siga hin­vegin, at tað er ikki neyðugt við fólka­atkvøðu, og nú skulu løgfrøðingarnir í løg­mála­ ráð­num kanna málið. Tann nýggi fígjarsáttmálin kemur í gildi tann 1. januar í 2013, ella so skjótt sum 12 lond hava staðfest hann. Danmark við í nýggjum fíggjarsáttmála Danmark fer upp í tað nýggja ES-samstarvið, sum bindur londini til ávísar fíggjarpolitiskar avmarkingar. Skilagott, siga teir flestu flokkarnir Flyta ikki heimaftur fyribils Teir flestu íslendingarnir, sum rýmdu til Noregs undan kreppuni, ætla sær ikki at flyta aftur til Íslands enn - heldur ikki, um arbeiði er til teirra Hetta kemur fram í einari nýggjari kanning, har 180 fólk, sum fluttu úr Íslandi til Noregs, eru spurd, um tey ætla sær at flyta heimaftur innan tíggju ár. 59 prosent av teimum spurdu eru kvinnur, 41 prosent eru menn, og meðal­aldurin er 37 ár. Harafturat verður upp­ lýst, at 60 prosent av teimum høvdu arbeiði í Íslandi, tá tey fluttu, og at tey flestu høvdu akademiska útbúgving. Í Noregi arbeiða tey sum eitt nú bilstjóri, lærari, sjúkra­ røktarfrøðingur, verk­frøð­ ing­ur og smiður. Tey flestu siga, at versn­ andi livikor orsakað av vant­ andi inntøku- og arbeiðs­ møgu­leikum fingu tey at flyta, og tey eru samd um, at livikorini eru betri í Noregi. 46 prosent siga, at tey hava fingið nógv betri livikor, síðani tey fluttu, og onnur 36 prosent siga, at livikorini eru betri. Tey, sum gjørdu kann­ ingina, høvdu roknað við, at fólk við akademiskari út­ búgving mundu ætla sær at flyta aftur til Íslands fyrr enn hini, men hetta vísti seg ikki at vera so. Tvørturímóti eru tað tey við lægri útbúgv­ ingum, sum vænta at flyta heim aftur innan tíggju ár. Men í Íslandi hevur tað vakt størri ans, at helvtin av teimum spurdu svara, at tey høvdu ikki flutt aft­ur til Íslands nú, sjálvt um tey kundu fingið sama arbeiði sum nú, og sjálvt um keypi­ orkan hevði verið tann sama sum í Noregi. Bara 25 prosent siga, at tey høvdu flutt heimaftur, um tey fingu sama arbeiði og somu keypi­ orku. Onnur 25 prosent vita ikki. Í kanningini kemur fram, at íslendingarnir í Noregi fáa í meðal 32.000 norskar krónur í løn um mánaðin. Helle Thorning Schmidt var væl nøgd aftan á fundin í Bruxelles. Her er hon saman við franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, og litaviska forsetanum, Dalia Grybauskaite Mynd: Polfoto Hugnaløta við havnarlagið í Oslo