Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 39 - 26. februar 2004 Nr. 39 - 26. februar 2004 23 UTTAN ÚR HEIMI George W. Bush, for- seti, hevur drigið hjúnarlag ímillum samkynd upp í val- stríðið. Málið er at fáa fatur á teimum veljar- unum, sum seta siða- læru og kristindóm í hásætið, men hetta kann eisini vera vandamikið VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Eygleiðarar høvdu væntað, at Bush fór at taka búskap- armál ella kríggið í Irak fram, nú hann av álvara er farin undir valstríðið upp undir forsetavalið í heyst, men hann valdi eitt heilt annað evni. Týsdagin kunngjørdi Bush, at hann fer at virka fyri, at hjúnarlag ímillum samkynd verður mett sum brot á amerikonsku grund- lógina. At hann metir málið álvarssamt sást á orðalagn- um, sum minti um álvaran aftan á atsóknirnar tann 11. september í 2001. Tað fall mongum fyri bróstið, at forsetin helt hjúnarlag ímillum samkynd vera tað týdningarmesta at draga fram. Í fyrra lagi USA stendu framman fyri nógvum hóttanum, sum eru munandi størri ann tað samkynda hjúnarlagið, og harafturat er nógv, sum forsetin kann rósa sær av. Í øðrum lagi er hjúnarlag ímillum samkynd ikki eitt veruligt evni til valstríðið. 38 amerikanskir statir hava longu boðað frá, at teir viðurkenna ikki samkynd hjúnarløg, og í 1966 samd- ust Clinton-stjórnin og Kongressin um eina lóg, sum sigur, at stjórnin viður- kennir heldur ikki hjúnar- lag ímillum samkynd, og at tað stendur teimum ein- støku statunum frítt, hvørja støðu teir taka. Ørkymlaðir veljarar Men hví tekur Bush so hetta evnið fram? Jú, tí hann veit, at í einum val- stríði er umráðandi at finna eitt støði og at virka út frá tí, og tað er júst tað, hann nú ger. Grundstøðið í tí republikanska flokkinum eru tey, sum seta siðalæru og kristnu læruna í hásætið. Í fleiri statum sita hesi við valdinum, og kann forsetin ikki fáa tey at arbeiða fyri seg, kann hann ikki vinna valið í heyst. Kanningar aftan á valið fyri fýra árum síðani av- dúkaðu, at tá vóru seks milliónir færri av hesum veljarunum á vali enn á kongressvalinum í 1996, og í seinastuni hava fleiri teirra sagt seg vera mis- nøgd við forsetaskeiðið hjá Bush. Eitt nú fýlast tey á, at kenslumálaráðið hevur ov stóra ávirkan á skúlaverkið og frálæruna har, og tey halda eisini, at stjórnin nýt- ir ov nógvar pengar til list. Felagsskapurin Christian Coalition vil vera við, at bæði kenslumálaráðið og tann almenni listargrunnur- in hava eina samkynda dagsskrá, og í síðstu viku skrivaði blaðið Washington Times, at tann átrúnaðarligi høgravongurin av ørkyml- aður av Bush. Tí leggur forsetin nú eftir teimum samkyndu fyri at vinna álitið millum tey víð- gongdu átrúnaðarligu aftur. Hesi hava neyvan frøtt seg framman fyri sjónvarps- skugganum í seinastuni, har glaðir menn hava kyst hvør annan uttan fyri ráð- húsið í San Fransisco. Meiningakanningar vísa eisini, at flestu amerikanar- ar hava somu áskoðan sum forsetin, tí 59 prosent siga seg vera ímóti samkyndum hjúnarløgum. 34 prosent eru fyri. Ikki bara vinningur Men tað er ikki vist, at tað er ein fyrimunur fyri for- setan at taka tað samkynda hjúnarlagið upp í valstríðið. Tí minst fýra trupulleikar eru við hesum. Í fyrsta lagi kunnu fólk fáa ta uppfatan, at forsetin er í neyð, og at hann tí hev- ur tikið evnið upp. Hetta kann verða tulkað, sum at hann roynir at skáka sær undan øðrum evnum so sum hansara egnu her- mannatíð, krígnum í Irak, tí ovurstóra hallinum á fíggj- arlógini og sínum egna trúvirði. Í øðrum lagi er forsetin farin niður av leiðarapallin- um. Undan valstríðnum ætlaði hann at nýta for- setaembætið sum støðið og at vísa seg sum statsmann- in, ið ikki legði í smámál ella tað, ið verri er. Men nú er hann ikki longur stats- maðurin, men eitt vanligt valevni í valstríðnum. Í triðja lagi vilja amerik- onsku veljararnir fegnir hava eitt valevni, sum er bjartskygt, og sum umfatar alt, og yvirhøvur hava am- erikonsku veljararnir lítlan samhuga fyri teimum ytstu á tí átrúnaðarliga vongin- um. Við sínum seinasta út- spæli hevur forsetin gjørt, at nógvir veljarar fara at uppfata hann sum ein, ið skilir heldur enn savnar, og taðer ikki tað, veljararnir vilja hava. Í fjórða lagi hevur hann við orðum sínum um tey samkyndu fingið øði í andstøðuna, tí er tað nakað, sum demokratunum ikki hóvar, so eru tað royndir at gera amerikanskar minni- lutar til syndabukkar. BUSH OG TEY SAMKYNDU Vænta blóðbað á Haiti Sivilfólkið á Haiti stúrir fyri, at alt end- ar í einum blóðbaði, nú bæði stjórnar- herurin og uppreistr- armenninir hava havnað øllum sem- ingsroyndum HAITI Árni Joensen fartekst@mail.dk Politiska andstøðan á Haiti sýtti fyri at góðtaka friðar- ætlanina, sum USA, ES og onnur lond høvdu lagt fram. Sambært henni skuldi tann umstríddi for- setin, Jean Bertrand Ari- stide, varðveita ein part av sínum valdi, og tað góð- tekur andstøðan ikki. Hann skal heilt einfalt burtur frá øllum valdi, er kravið hjá andstøðuni og uppreistrar- monnum hennara. Meðan diplomatar royndu at fáa semju ímill- um partarnar, tóku uppreistrarmenninir seg fram. Fyrradagin tóku teir býin Port-de-Paix, og síð- ani sunnudagin hava teir havt valdið í landsins næst- størsta býi Cap Haitien. Guy Philippe, uppreistr- arleiðari, hevur lovað, at menn hansara fara eisini at taka høvuðsstaðin Port-au- Prince. Í gjár fyrireikaðu fólk har seg til, at býurin verður álopin, og sivilfólk- ið í býnum óttast eitt rætti- ligt blóðbað, tá bardagarnir um býin bresta á. Tað er ógreitt, hvussu mong fólk hava latið lív, síðani uppreisturin á Haiti byrjaði tann 5. februar. Tað var kanska hevnd fyri eina flogvan- lukku, tá ein danskur flúgvileiðari í Sveits varð myrdur uttan fyri hús síni týsdagin. HEVND Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 36 ára gamli danski flúgvileiðarin var einsa- mallur á vakt í flogeftirlit- inum, tá eitt russiskt ferða- mannaflogfar og eitt týskt flutningsflogfar stoyttu saman í luftini uppi yvir Boden-vatninum í Suður- týsklandi fyri tveimum árum síðani. Vanlukkan kravdi 71 mannalív. Fyrrakvødið varð flúgvi- leiðarin stungin niður uttan fyri hús síni í Zúrich, sigur sveitsiska løgreglan, sum nú kannar, um morðið kanska var hevnd fyri van- lukkuna. Løgreglan veit ikki, hvør drápsmaðurin er, men kona flúgvileiðaran hevur greitt frá, at tað var ein maður um 50 ára aldur, sum drap mann hennara. Maðurin tosaði týskt. Aftan á vanlukkuna fyri tveimum árum síðani kom kanningarnevndin við hvøssum atfinningum at felagnum Skyguide, sum hevur ábygrdina av flúgvi- eftirlitinum á vanlukku- leiðini. Sagt varð millum annað, at danski flúgvileið- arin varnaðist alt ov seint, at tey bæði flogførini fóru at stoyta saman í 13.000 metra hædd. 44 sekund eftir, at hann hevði varnast, hvat kundi henda, stoyttu flogførini saman. Tað er ikki greitt, hvussu mong hava latið lív í borgarakrígnum á Haiti Morð var kanska hevnd fyri vanlukku Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Aðalfundur Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar verður á Hotel Føroyum leygardagin 27. mars 2004 kl. 10.00 Dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Val av atkvøðuteljarum 3. Góðkenning av dagskrá 4. Góðkenning av starvsskipan 5. Frágreiðing formansins 6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi 7. Innkomin uppskot 8. Val av tveimum grannskoðarum 9. Ymiskt Uppskot, sum skulu vera viðgjørd á aðalfundinum,mugu vera felagnum í hendi 1. mars 2004 Ein drekkamunnur fæst millum kl. 9.30 - 10.00 Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Stjóri til P/F Fiskaaling Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskaaling. Hevur tú hug til avbjóðingar og vilt verða við til at leggja lunnar undir at menna føroysku alivinnuna, so ert tú møguliga komandi stjórin á P/F Fiskaaling. Viðkomandi,ið settur verður,hevur ábyrgdina av,at felagið við atliti til endamálið verður rikið undir handilsligum treytum. Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru: • At gera vísindaligar royndir við aling av fiski, skeljadýrum v.m. herímillum skapa møguleikar fyri aling av nýggjum fiska- og skeljasløgum • At gera royndir við nýggjum aliøkjum • Við kynbótaarbeiði at bøta um alitilfar og við sølu av framleiðslum burtur úr hesum spjaða fram- gongdina skjótast gjørligt til vinnuna • At reka vinnuligt virksemi innan virksemisøki felagsins P/F Fiskaaling rekur vinnuligt virksemi innan kyn- bótaarbeiði við laksum og sílum, og framleiðir felagið laksa- og sílarogn. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur fylgjandi førleika: • útbúgving frá hægri lærustovni • góð leiðslu- og samstarvsevni • royndir at standa fyri vinnuligum virksemi • evni at seta fyriskipanir í verk • kunnleika til fíggjarstýring • kunnleika til alivinnuna og til lívfrøði er ein fyrimunur. Setanartreytir Arbeiðsstaðið er á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Fiskaaling Við Áir. Starvið verður sett skjótast gjør- ligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og starvsroyndir. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við Janet Fríðu Johannesen, nevndarformannn tlf. 212211 ella við telduposti: jj@atlanticon.fo. Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast til Janet Fríðu Johanne- sen, co/Atlanticon, Bryggjubakki 4, Postboks 263, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 1. mars 2004. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. P/F Fiskaaling hevur virksemi Við Áir, í Nesvík, í Skopun og í Hesti. Samlaða starvsfólkatalið er 23. P/F Fiskaaling er merkt av kreppuni í alivinnuni.P/F Fiskaaling stendur fyri kynbóta- arbeiði við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar eginleikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður við at effektivisera kynbótaarbeiðið. Arbeitt verður eisini við at menna kalva og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Arbeitt verður við at menna granskingina, sum náttúrliga hoyra undir virkisøki felagsins.Meiri fæst at vita um felagið á www.fiskaaling.fo 3arin EPSON pdf (101,5%) Salong Una Eg eri flutt yvir til Malan Dávidsen í Vágstúni at arbeiða. Tlf. 455438 Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag Fráboðaði aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags verður fríggjadagin og leygardagin 19.-20. mars í hølum felagsins, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn, byrjað verður báðar dagar kl. 10.00. Uppskot til fundin skulu vera skrivstovu felagsins skrivliga í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. mars 2004. Seinasta freist fyri tilmelding til aðalfund og innivist er 1. mars 2004. Føroya Arbeiðarafelag veitst tú ikki tað? C M Y K 23 22