Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 39 - 26. februar 2004 Fyrstu føroyameistarar- nir í hondbólti funnir HB og KR hittast í Havn 24 apríl Dreingir 10 ár hjá Kyndli gjørdust fyrstu føroya- meistararnir í hondbólti í ár. Ungu garparnir hava gjørt bart í kappingini, tí teir hava vunnið allar sínar dystir. Harafturat er málúr- tøkan framúr, tí liðið hevur skorað ikki færri enn 176 mál í teimum 15 dystunum, meðan einans 36 mál eru farin inn í hinum endanum, so ikki kann sigast annað, enn at framtíðin hjá havnar- felagnum sær lovandi út. Sosialurin ynskir ungu Kyndlgarpunum hjartaliga tillukku við føroyameist- araheitinum. tn Aftur í ár hittast før- oysku og íslendsku fótbóltsmeistararnir í dystinum um so- nevnda Atlantssteyp- ið. Dysturin verður í Havn tann 24 apríl FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Seinastu árini hevur tað verið fastur táttur, at før- oysku og íslendsku meist- ararnir hittast í dysti um sonevnda Atlantssteypið. Í ár verður dysturin í Før- oyum, og hann verður ein endurtøka av dystinum síðsta ár. Tað eydnaðist bæði føroysku meistarun- um úr HB, og islendsku meistarunum úr KR, at endurvinna meistaraheitið. Tá ið dystast var um steyp- ið í Reykjavík í fjør, vunnu íslendsku meistararnir dystin 2-0, men í 100-ára føðingardagsári sínum ætl- ar HB sær at vinna, verður sagt. KR vil eisini hava venj- ingardyst móti einum øðr- um føroyskum liði Heimasíðan hjá HB veit at siga, at íslendingar koma manssterkir til dystin. Umfram vanliga leikara- hópin og tey fólk, ið eru um hópin, hevur KR ætanir um at bjóða okkurt um 20 viðhaldsfólkum við til Før- oya fyri ein sámuligan pening. Eftir ætlani verður ís- lendski hópurin í Føroyum í einar fýra dagar, og tískil kundi KR hugsað sær at fingið í lag ein venjingar- dyst móti enn einum før- oyskum liði. Hetta kann tó gerast ein trupulleiki, verð- ur sagt á www.hb.fo, tí hetta er júst um tað mundi, at føroyska landskappingin byrjar. Av somu orsøku verður arbeitt við at flyta dystin millum HB og Skála í fyrsta umfari av lands- kappingini, men enn er ongin avgerð tikið hesum viðvíkjandi. Ovast frá vinstru: Høgni Klein Olsen, Sverri Mortensen, Frank Askildsen. Húkandi frá vinstru: Zakaris Unason, Rene Joensen, Thomas Knudsen, Ivan Hofgaard og Tróndur Jensen R’uni Nolsøe og HB vóna, at 100-ára haldið kann byrja við sigri á íslendsku meistarunum C M Y K 20 21 AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall Mat- seðilin Hósdagin 26.feb : Kálvafrikase Fríggjadagin 27.feb : Kotelettir Leygardagin 28.feb : Oksasteik Mánadagin 1. mars: medistarpylsa Týsdagin 2.mars: Fisk í fat Mikudagin 3.mars: Hamburgaryggur *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík