hósdagur 26. februar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 • hósdagur • 26. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakr-
antíð skoraði før-
oyska fótbóltslands-
liðið fýra mál í einum
altjóða dysti, tá ið teir
á venjingarleguni í
Spania vunnu 4-2 á
liðnum hjá Allan Sim-
onsen úr Luksem-
bourg
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað gekk betur hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum
í
seinna dystinum á venjing-
arleguni í Cadiz í Spania.
Eftir at hava tapt fyrra
dystin 0-6 móti Pólandi,
vunnu føroyingarnir 4-2 á
Luksembourg, hóast teir
vóru aftan fyri 0-1 í
hálvleikinum.
Nógv góð mál
Tað var, sum nevnt oman-
fyri, liðið hjá Allan Simon-
sen, ið koma á odda í dyst-
inum týsdagin. Ein av leik-
arunum hjá Luksembourg
rak við bóltinum í høgra
borði, og sendi síðani eina
avlevering inn fyri, og har
kom ein av viðleikarunum
hjá honum til og stútaði
bóltin í netið uttan nakran
møguleika
hjá
nýggja
føroyska
málverjanum,
Bárði Johannesen, at verja
fyri. Henda støðan helt sær
til steðgin, hóast føroyingar
eins væl kundu verið á
odda, tí teir høvdu fleiri
upplagdar málmøguleikar í
fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin kom vend í
hjá føroyingunum, og ikki
gekk long tíð, áðrenn hol
kom á málskjótingina. Frí-
sparksserfrøðingurin úr GÍ,
Súni Olsen, skeyt, góðan
minutt eftir steðgin, eitt
gott fríspark móti málinum,
og málverjin hjá Luksem-
bourg, Alia Besic, megnaði
ikki at halda harða skotin-
um frá gøtumanninum, og
so var John Petersen beinan
vegin á ripostinum og skeyt
bóltin í málið til javnleik 1-
1. Bert seks minuttir seinni
var John aftur upp á spæl,
eftir at føroyingar broder-
aðu seg ígjøgnum verjuna
hjá Luksembourg, og hann
legði Føroyar á odda 2-1.
Besta málið í dystinum
fingu føroyingar, tá ið eitt
gott korter var eftir at leika.
Føroyar fekk eitt fríspark
einar 35 metrar frá málin-
um hjá Luksembourg. Sum
ikki einaferð var Súni Ol-
sen settur at skjóta, og hann
gjørdi ikki mætari enn at
langa bóltin upp í málhorn-
ið uttan nakran sum helst
møguleika hjá málverjan-
um at fáa fatur á bóltinum.
Ein sonn perla frætta vit úr
Spania, og so var 3-1 til
Føroyar. Liðið hjá Allani
Simonsen royndi at koma
inn aftur í dystinum, og tá
ið okkurt um tíggju minutt-
ir vóru eftir at leika, fingu
teir minka um munin.
Luksembourg fekk eitt
hornaspark, ið var sent inn
fyri, og tá ið bólturin kemur
út frá, langar ein spælari til
úr 20 metra fjarstøðu. Bólt-
urin sat dygst úti við stólp-
an, men vælleikandi før-
oyski málverjin, Bárður
Johannesen, var sum ein
køttur niðri og fekk parerað
skotinum. Tíverri fyri Bárð
og føroyska liðið var tað tó
ein leikari hjá Luksem-
bourg, ið fekk fatur á retur-
inum, og hann setti bóltin í
málið til 3-2.
Luksembourg royndi nú
at trýsta á fyri at fáa javn-
leik, men teir gjørdust tó
ongantíð av álvara vanda-
miklir. Ístaðin vóru tað
føroyingar, ið áttu síðsta
málið í dystinum. Vanliga
leiktíðin var farin, tá ið
Andrew av Fløtum streyk
avstað við bóltinum í høgra
borði, hann sendi bóltin inn
fyri og við handaru stong
kom
føðingardagsbarnið
Julian Johnsson rennandi,
og hann stútaði bóltin í
málið til 4-2 til Føroyar.
Hetta var samstundis fyrstu
ferð nakrantíð, at føroyska
fótbóltslandsliðið
skeyt
fýra mál í einum altjóða
landsdysti!
Óroynd verja
Føroyska manningin til
dystin móti Luksembourg
var henda: í málinum Bárð-
ur Johannesen úr HB, ið
leikti sín fyrsta landsdyst. Í
óroyndu verjuni vóru Súni
Olsen í vinstru, Christian
Høgni Jacobsen í høgru, og
so teir báðir Johan Byrial
Hansen og Atli Danielsen í
miðverjuni. Á miðvøllinum
leiktu Julian Johnsson,
Fróði Benjaminsen, Jann
Ingi Petersen og Jákup á
Borg. Í álopiinum vóru
John Petersen og Christian
Lamhauge Holst.
Í seinna hálvleiki gjørdi
føroyska liðið fleiri út-
skiftingar. Símun Samuel-
sen, Hjalgrím Elttør, Hans
Fróði Hansen og Andrew av
Fløtum komu allir á vøllin
eftir steðgin, meðan hinir
tríggir eykamenninir, Joh-
annis Joensen, Óli Hansen
og Gunnar Nielsen ikki
komu á vøllin. Óli Jo-
hannesen og Pól Thor-
steinsson vóru íkki við or-
saka av ávíkavist skaða og
sjúku.
Vælnøgdur
landsliðsvenjari
Føroyski landsliðsvenjarin,
Henrik Larsen, var væl
nøgdur, tá vit fingu fatur á
honum í telefonini úr
Spania
mikumorgunin.
Henriki Larsen sigur, at
hóast vit vóru aftan fyri við
einum máli í hálvleikinum,
so kundu vit eins væl verið
á odda, tí vit høvdu fleiri
upplagdar málmøguleikar
fyri steðgin. Men tíbetur
kom hol á í seinna hálv-
leiki, sigur hann.
Henrik Larsen sigur, at
sum heild leikti alt liðið
væl, og tað var stuttligt at
síggja nógvir av teimum
ungu spælarunum taka av,
nú teir fingu møguleikan at
royna seg, sigur hann.
Somuleiðis er landsliðs-
venjarin sera væl nøgdur
við debutantin í føroyska
málinum, Bárð Johannsen,
sum prógvaði at ein avloys-
ari er tøkur, tá ið Jens Mart-
in og Jákup ikki eru til at
heita á. Henrik Larsen sig-
ur, at Bárður stóð ein góðan
dyst, og at hann óivað fær
kjansin aftur seinni. Somu-
leiðis rósar venjarin unga
Gunnar Nielsen úr Frem, ið
gjørdi tað gott undir venj-
ing tað stuttu tíð, hann var
saman vi ð hópinum.
Føroyski landsliðsvenjar-
in, sum helt tapið móti
Pólandi verða í meira lagi,
sigur eisini, at venjingar-
støði hjá hópinum kiundi
verið betur, men tíverri eru
tað nógvir, ið ikki hava vant
í meiri enn ein lítlan mán-
að. Somuleiðis harmast
venjarin um, at summir
spælarar hava verið sjúkir
og skaddir á venjingarleg-
uni.
Í
dysitnum
móti
Luksembourg var liðskip-
arin, Óli Johannsen, ikki
við, tí hann hevur fingið ein
lítlan skaða í lærkrikanum,
og Pól Thorsteinsson hevur
alla venjingarleguna ligið
við influensa. Somuleiðis
hevur Johannis Joensen ein
lítlan snudd í fótinum, og tí
var hann spardur í dyst-
inum týsdagin.
Um
venjingarleguna
sjálva sigur landsliðsvenj-
arin seg verða stak væl
nøgdan, tí spælararnir hava
víst góðan hugburð undir
venjing, og tað hava verið
nakrar góðar venjinar, ið
hópurin
hevur
havt
í
Spania. Næsta uppgávan
hjá føroyska landsliðnum
verður so landsdysturin
ímóti Hollandi í juni. Dyst-
urin verður leiktur í Laus-
anne í Sveits, og Henrik
Larsen vónar, at hann fær
allar menn tøkar til tann
dystin, ið hann metir sum
eitt stórt upplivilsi hjá
føroysku leikarunum. Før-
oyski hópurin kemur aftur
til Føroyar í dag.
Føroyingar vunnu málríkan dyst
John Petersen skeyt tvey mál í 4-2 sigrinum á Luksembourg í Spania týsdagin. Við teimum
báður málunum hevur John nú skotið átta mál í sínum 52 dystum á føroyska landsliðnum.
savnsmynd
19
18
Nr. 39 - 26. februar 2004
Fiat Idea er ein heilt
nýggjur bilur í skjótt
vaksandi mini-MPV
klassanum, seinastu
árini er sølan av bil-
um í hesum klassan-
um fleirfaldað á
evropeiska marknað-
inum. Idea er ein
fimm persónabilur
við sera liðiligari
innrætting
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Idea er ein bilur í klassa við
t.d. Opel Meriva og Toyota
Yaris Verso. Bilurin er
bygdur yvir sama plattform
sum Fiat Punto, men Idea
er nakað størri og 18 cm
hægri en Punto.
Idea fæst við tveimum
ymiskum motorum, einum
1,4 litur bensin við 95 hk,
og einum 1,3 litur Multijet
dieselmotori við beinleiðis
commonrail innspræning
og 70 hk.
Bilurin er rúmligur inn-
an, høgt til loftið og inn-
rættingin er sera liðilig, við
baksetrum
sum
kunnu
flytast aftur og fram hvørt
sær, og báðir stólaryggirnir
á forsetrunum kunnu leggj-
ast niður og brúkast sum
borð. Við at flyta baksetrini
kann støddin á viðføris-
rúminum broytast sam-
stundis, sum beinplássið
aftan eisini broytist.
Man situr høgt í Idea og
útsýnið er gott. Instrument-
borðið er av nýggja stílin-
um við øllum instrument-
unum saman í miðjuni.
Handskarúm eru oman á
instrumentborðinum í báð-
um síðum, og girstongin
situr væl fyri í instrument-
borðinum.
Eitt sereyðkenni fyri bilar
í hesum klassanum, um-
framt tað at teir altíð eru
lutfalsliga rúmligir, er, at
nógvar hillar og smá rúm
eru til at leggja lutir frá sær
á. Idea hevur eisini rúm
uppi undir loftinum .
Active, Dynamic og
Emotion
Bilurin fæst í trimum út-
gávum hvat útgerð við-
víkur: Active, Dynamic og
Emotion. Stórur partur av
útgerðini er standard, bil-
urin
hevur
t.d.
ABS
bremsuskipan við EBD og
seks airbag, rattið kann
stillast allar vegir, servo-
stýring við city-funktión
sum ger at bilurin kann ger-
ast lættari at stýra í t.d. bý-
koyring, fjarstýrt sentrallás,
el-síðurútar, innbygt radio
við fløguspælara.
Í Emotion útgávuni hevur
hann t.d. 2-zone klima-
anlegg, parkeringssensorar,
radio at stilla í rattinum og
15" alu-felgur.
Koyrieginleikarnir
eru
sum flestu nútímans bilum
- sera góðir og álítandi.
Fjaðraskipanin virkar stútt
og føst, og bilurin ber vekt-
ina væl.
Idea er ein bilur sum Fiat
vænta sær nógv av. Hann
kemur í beinharða kapping
í einum klassa, har sølan
av mini-MPV í Evropa er
fleirfaldað á evropeiska
marknaðinum
seinastu
árini. Prísirnir byrja við
kr.158.600,- fyri ein 1,4
Dynamic.
Fiat Idea 1,4 16V Emotion
Motorurin
1,4 litur 4 syl. 16V bensin 95 hk
0-100 km/t
11,5 sek
Bensinnýtsla
15,2 km/l
Dekkstødd
195/60-15
Stødd og vekt
Longd
393,0 cm
Breidd
169,8 cm
Hædd
166,0 cm
Eginvekt
1150 kg
Viðførisrúm
320 / 1420
Prísur
kr. 177.600,-
Søluumboð
Bilfríðkan
v. Velbastaðvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300
www.bilfridkan.fo
Fiat Idea 1,4 16V Emotion:
Heilt nýggjur
mini-MPV frá Fiat
Fiat Idea er ein heilt nýggjur bilur í mini-MPV klassanum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Instrumentborðið er av nýggja stílinum við øllum
instrumentunum saman í miðjuni
Idea er bygdur yvir sama
plattform sum Fiat Punto,
men hann er nakað størri og
hægri
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18