Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Føroyingar gera meira og meira um seg í donskum flogbólti. Í fleiri ár spældi Bárður Bendix Mikkelsen úr Havn í bestu deildini og er nú hjálpar- og talentvenjari í einum av fremstu feløgunum, Marienlyst. Men eisini í Aalborg er tað ein føroyingur, ið burturav arbeiðir við at seta kósina út í kortið hjá flogbóltsfelagnum har, Aalborg HIK. Tað er 36 ára gamli sørvingurin, Kristian Mikkelsen, sum á triðja ári er venjari í felagnum. Tvey tey fyrstu árini vandi hann besta kvinnuliðið, sum spælir í næstbestu deild­ini, men í vetur hevur hann so staðið á odda fyri besta mans­ liðnum, sum spælir í bestu donsku flogbóltsdeildini og serliga í síðstuni hevur staðið seg væl. – Vit hava vunnið síðstu fýra dystirnar og eru ósigraðir í 2012. Tíverri, so gekst ikki so væl hjá okkum við ársbyrjan, tí vit taptu seks teir fyrstu dystirnar, og tí klára vit ikki at spæla okkum í hálvfinalurnar, har sjálv kappingin um danmarksmeistaraheitið skal avgerast, sigur Kristian. – Nú bara tríggir dystir eru eftir at spæla, eru vit 10 stig aftan fyri nummar fýra, men kunnu altso bara fáa níggju stig aftrat. Hin­ vegin kunnu vit erpa okkum av, at vit í síðsta dystinum hølvaðu júst tað liðið av, sum akkurát rakk í hálv­finalurnar, so vit eru avgjørt á rættari leið. Áðrenn Oyggjaleikirnir vóru í fjørsummar, hevði Kristian Mikkelsen mansliðið hjá Aalborg HIK í Føroyum, so manslandsliðið kundi fáa nakrar venjingardystir ímóti kvalifiseraðari mótstøðu, men tá so danska kappingin byrjaði, var liðið hjá honum longu viknað nógv. – Við okkum í Føroyum tá høvdu vit millum annað tveir íslendskar tvíburar, Hafsteinn og Kristján Valdimarsson, men beint áðrenn kappingin byrjaði, fór Marienlyst avstað við teimum báðum. Har stóð eg so uttan tveir miðjuspælarar og mátti fáa spælarar upp frá næstbesta liðnum, greiðir hann frá. – Tað tók sína tíð at spæla teir inn og at fáa alt liðið væl samanspælt, men tá vit nú hava funnið stevið, hevur altso einki av hinum liðnum tikið okkum. Venjari fulla tíð Felagið í Aalborg er eitt av teimum traditiónsríku, við tveimum meist­ ara­heitum hjá monnum í 2001 og 2002, umframt at tað so seint sum í 2008 og 2009 bleiv til silvur. Meðan menninir hava hildið so nøkulunda stand, hevur gingið verri hjá kvinn­ unum, sum síðstu fýra til fimm árini hava spælt í næstbestu deildini. – Nú kunnu vit gleðast um, at nýtt og gott fólk er á veg, sjálvt um tað ikki enn er egna ung­dóms­ arbeiðið í felagnum, sum ger størsta munin. Nógv ungfólk koma til Aalborg í lestrarørindum, eini 5.- 6.000 hvørt ár, so tað er altíð onkur, sum kemur at spæla við okkum, sigur Kristian, ið byrjaði sum venj­ ari hjá kvinnunum síðst í 2008. – Eg fór framvið til eina venjing hjá felagnum og spurdi, um tey høvdu brúk fyri einum venjara, og so var eg hjálparvenjari hjá kvinnu­ liðnum í einar tvær til tríggjar vikur, áðrenn eg mátti fara heim­ aftur. Men so kom eitt bræv frá felag­num, har tey bjóðaðu mær venjara­starvið, og síðani havi eg verið her og vant tey bæði bestu mans­liðini og talentliðið, greiðir sør­vingurin frá. – Upprunaliga fór eg niður at lesa, men tá eg gavst í fjørsummar, segði eg, at skuldi eg verða verandi, mátti tað vera meira lønandi, og tá fekk eg so tilboðið um at venja menninar. Nú kann eg arbeiða burturav við flogbóltinum, tí eg havi stundir at fyrireika meg og so framvegis, og tað er nakað heilt annað, enn tá tú hevur eina fulla ar­beiðs­viku upp á 40 tímar, og so aftrat skalt brúka aðrar 20-30 tímar upp á flogbóltin aftrat. Tá verður tað ikki meira enn hálvt. Fleiri føroyingar Kristian Mikkelsen er ikki einasti føroyingur í felagnum, tí aftur at sær á besta liðnum hevur hann Jóhan Petur á Stongum úr Sør­vági og Gunnar Jørgensen úr Klaksvík, sum báðir eru kendir frá mans­ landsliðnum í flogbólti. Jóhan Petur spælir libero og Gunnar kantur, og báðir standa teir seg so mikið væl, at aðrir føroyingar saktans kundu gjørt eina roynd í donskum flogbólti. Eisini á kvinnuliðnum hjá Aalborg HIK, sum Kristian vandi fyrstu tvey árini niðri, eru fýra før­ oyskir spælarar, sum eru Annika á Stongum og Vivian Joensen Kristian er mill Flogbóltur Kristian Mikkelsen úr Sørvági er á triðja ári flogbóltsvenjari í Aalborg, og eftir at hava vant kvinnuliðið hjá Aalborg HIK síðstu tveir vetrarnar, er hann nú venjari hjá mansliðnum, sum spælir í bestu donsku deildini, har úrslitini í síðstuni hava verið framúr góð