mikudagur 1. februar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
úr Sørvági, Poulina Øregaard úr
Klaksvík og Rannvá Dam úr Kolla
firði. Eingin føroyingur spælir í
bestu kvinnudeildini, men umframt
hesar fýra, eru fleiri aðrar, sum á
Keypmannahavnarleiðini spæla við
liðum í næstbestu deildini.
– Føroyskir spælarar standa
seg væl, sammett við danskarar
og onnur. Á liðnum hjá mær havi
eg tveir liberospælarar, harav ann
ar spælir sum móttøkuspælari
og hin meira sum verjuspælari.
Jóhan Petur spælir rímiliga fast
inni sum libero og eg brúki hann
á tí plássinum, tá vit serva, sigur
Kristian.
– Gunnar stríðist eisini fyri at
koma á liðið, men hann hevur gjørt
tað gott og var besti maður síðsta
dyst. Eg vil halda, at allir spælar
arnir, sum eru á landsliðnum og har
á leið, hava avgjørt ein kjans at gera
seg galdandi í donskum flogbólti, og
eg haldi, at føroyingar, sum koma
niður at lesa, eiga at finna sær eitt
ordiligt felag, heldur enn at satsa
upp á hugnaflogbólt.
Kristian nevnir í hesum viðfangi,
at tað kanska ikki er so snilt at fara
beinanvegin til tey allarbestu fel
øgini, sum føroyingar ofta hava hug
til at gera, tí har kann vera ringt at
fáa spælitíð og tá er skjótt at missa
mótið.
– Tá er frægari at fara til onkur
av feløgunum, sum ikki eru heilt har
frammi, tí har eru betur møguleikar
at sleppa at spæla. Hartil kemur so,
at venjararnir hjá bestu liðunum
fylgja væl við lægru liðunum, so er
ein góður spælari har, eru tey betru
liðini skjót at koma eftir teimum,
sigur Kristian, sum vísir á, at serliga
liðini á Fjóni liggja framvið at fáa
teir bestu spælararnar.
– Marienlyst og Middelfart fara
gjarna út at keypa spælararnar,
eins og eitt nú Gentofte uttan fyri
Keypmannahavn eisini ger tað.
Hesi liðini hava gjarna nakað at
bjóða, men hjá okkum og hinum
feløgunum eru eingir pengar í tí, og
ofta er tað so, at spælararnir mugu
rinda limagjald fyri at sleppa at
spæla við. Hinvegin er tað ikki sum
í Føroyum, har liðini bara sleppa at
hava ein útlending á liðnum, tí her
er tað óavmarkað. Vit hava meiri
enn so verið útifyri at spælt ímóti
liðum, har sjey útlendingar vóru á
vøllinum í senn.
Opin framtíð
Sum sagt, roynir Kristian Mikkelsen
seg sum venjari í Aalborg á triðja
ári, og hann dylur ikki fyri, at hann
stórtrívist í starvinum. Og hann fær
illa logið seg frá, at góðu úrslitini hjá
mansliðnum hjá Aalborg HIK síðstu
tíðina tala fyri, at hann verður
verandi í felagnum, sum neyvan
hevur nakað at seta fingurin á hjá
føroyska venjaranum.
– Nakað er kanska um tað, at
úrslitini skuldu verið nóg góð til, at
eg haldi fram her. Men eg dugi satt
at siga ikki at meta um, hvat fram
tíðin hevur at geva, tá vit tosa um
venjarastarvið. Tað er væl hugsandi,
at eg haldi fram her, men eg eri
eisini opin fyri at ganga aðrar leiðir
og kanska royna okkurt heilt annað
innan venjingina, sigur Kristian.
– Men eg komi heilt vist at halda
fram sum venjari so ella so, tí tað er
tað, eg brenni fyri.
Hann hevur síðstu tveir Oyggja
leikirnar verið venjari hjá kvinnu
landsliðnum, men um hann heldur
fram sum venjari í Aalborg, eru
neyvan somu møguleikar at halda
fram við tí, hóast sørvingurin hevur
verið glaður fyri at verið landsliðs
venjari og heldur enn fegin vildi
hildið fram.
– Tað er nokk eisini ein opin
spurningur, um eg kann halda
fram sum landsliðsvenjari hjá
kvinnunum, tí haldi eg fram her
niðri, kann tað blíva í so nógv ferð
ing, og tað kostar nakað nógv. Men
eg vildi ynskt, at eg upp á ein ella
annan máta kundi verið partur
av landsliðsarbeiðinum hjá Flog
bóltssambandinum, sigur Kristian
Mikkelsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
lum teir bestu
BRENNUR FYRI TÍ
– Eg dugi ikki at meta um, hvat framtíðin hevur at geva, tá vit
tosa um venjarastarvið, men eg komi heilt vist at halda fram
sum flogbóltsvenjari so ella so, tí tað er tað, eg brenni fyri, sigur
36 ára gamli sørvingurin, Kristian Mikkelsen, sum á triðja ári
er venjari í traditiónsríka danska felagnum, Aalborg HIK
Mynd: Álvur Haraldsen
At Kristian Mikkelsen gjørdist
flogbóltsvenjari, var kanska ikki
so løgið, tí sum so nógvir aðrir
sørvingar, spældi hann flogbólt
við SÍ. Men hann spældi bara
og hugsaði einki um at gerast
venjari, fyrr enn tann møguleikin
brádliga stakk seg upp, mestsum
úr ongum.
– Vit skulu eini 15 ár aftur í
tíðina, tá tað var ein sørvágsdama,
Jacoba Hansen, sum skuldi venja
U19-landsliðið. Hon spurdi tá
meg, um eg ikki kundi koma at
vera hjálparvenjari hjá sær, og tað
helt eg vera í fínasta lagi, greiðir
Kristian frá.
– Men longu ein mánað seinni
fekk hon nýtt arbeiði og hevði tí
ikki longur stundir og møguleikar
at venja U19-landsliðið, og soleiðis
endaði tað við, at eg brádliga stóð
sum venjari.
Hóast hetta alt hendi nokk
so
óvæntað
og
ófyrireikað,
bleiv Kristian bitin av venjara
arbeiðinum, sum hann fekk størri
og størri áhuga fyri.
– Tá eg so fyri nøkrum árum
síðani bleiv venjari hjá KÍF, gavst
eg at spæla sjálvur, og síðani
hevur venjingin fylt meira og
meira í mínum lívi. Eg var eina
tíð hjá KÍF, áðrenn eg eina stutta
tíð var hjálparvenjari hjá Fleyr,
áðrenn eg so aftur fór til KÍF, og
síðani havi eg verið venjari niðri,
sigur Kristian Mikkelsen, sum
harumframt eisini hevur verið
venjari hjá kvinnulandsliðnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tveittur út í tað
Kristian Mikkelsen
hevur eisini verið
venjari hjá føroyska
kvinnulandsliðnum
Savnsmynd