fríggjadagur 3. februar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Eitt yvirlit frá TAKS vísir
greitt, at tað komu íalt 18,5
milliónir krónur minni inn
í januar 2012, í mun til í fjør.
Hetta er ein minking uppá
sløk 16,5 prosent.
Størstu
framgongdina
í krónum hevði Runavíkar
kommuna, sum fekk 632.000
krónur meiri í ár enn í fjør,
og sum í prosentum svarar
til eina hækking uppá átta.
Hinvegin hevði Fugloyar
kommuna, ið fevnir um
bygdirnar
Hattarvík
og
Kirkju
eina
rættiliga
markanta afturgongd.
Í januar í fjør komu 171.304
krónur inn í skatti, meðan
talið var minkað niður um
eina helvt í farna mánaði.
Inntøkan minkaði niður í
80.901 krónur, sum er ein
afturgongd
uppá
90.403
krónur sum svarar til sløk 53
prosent.
Annars kann verða nevnt,
at flestu kommunurnar hava
fingið meiri inn í skatti í
januar mánaði í ár enn í fjør.
Í hesi greinini taka vit
trý
tilvidarlig
dømi
um
kommunur, sum hava fingið
munandi meiri inn í skatti
og aðrar sum hava fingið
munandi minni inn í skatti.
snorri@sosialurin.fo
Minni í
landsskatti
SKATTUR Tað komu slakar 94,2 milliónir krónur inn í
landsskatti í farna mánaði. Hóast talið kann tykjast stórt, so
er tað kortini munandi minni enn sama mánað árið fyri
Snorri Brend
Hov: - Eg skilji kortini
ikki rættiliga hesar upp
gerðirnar
frá
TAKS,
sigur Delmar, eitt sindur
ørkymlaður á málinum.
Í desember mánaði í
fjør vísti yvirlitið eina sera
stóra afturgongd í inn
tøkuni hjá kommununi.
Tað serstaka var, at hetta
var als ikki fyrstu fer at
slíkt hendir.
Fyri
nøkrum
árum
síðani
vaks
inntøkan
brádliga
við
omanfyri
135 prosentum í mun
til tað sum metta varð
frammanundan.
Hetta
kom sjálvandi óvart á
tey í bygdarráðnum, men
tað var kortini trupult at
fáa eina frágreiðing um
orsøkina.
-
Nakrar mánaðir
seinni fingu so eina stóra
rokning uppá næstan eina
hálva millión, tí metingin
var púrasta skeiv, sigur
Delmar
Tausen,
sum
undrast á hesa skipanina.
Í
kommununi
eru
nakrir
borgarar
við
góðum inntøkum, og tað
er helst orsøkin til at
kommunan nú í januar
mánaði fekk meiri skatt
inn enn frammanundan
mett.
Í prosentum er vøkst
urin omanfyri 20 prosent.
Í krónum ein vøkstur
uppá 39.300 krónur.
Kommunan er annars
væl fyri fíggjarliga. Í
mars mánaði verður sein
asta avdragið í kommunu
skuldini goldið.
- Vit ætla at fáa skil
uppá kloakkirnar. Men
um tað verður í ár, er
ikki
greitt
enn,
sigur
borgarstjórin í Hovi.
snorri@sosialurin.fo
FRAMGONGD – Tað eru
okkara góðu sjómenn, sum
helst eru høvuðsorsøkin til
at vit hava fingið meiri inni í
skatti í januar, sigur Delmar
Tausen, bygdarráðsformaður
í Hovs kommunu
Ein løgin
skipan
UPP OG NIÐUR
- Inntøkurnar hjá okkum eru øgiliga skiftandi, sigur
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
Nakrar mánaðir
seinni fingu so eina stóra
rokning uppá næstan
eina hálva millión
Delmar Tausen, Hov