fríggjadagur 3. februar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Skúvoy: - Nei, eg havi onga
frágreiðing um, hví tað er
so, sigur hann.
Hann
varð
gjørdur
kunnugur við yvirlitið frá
TAKS um fyribilsskattin í
januar 2012 mikudagin, og
hevur síðani hugsað um
eina møguliga orsøk.
Men júst hvør orsøkin er
til hetta, veit hann ikki:
- Nei, tað er vist eingin
frágreiðing.
Ópálítiligt
Við seinastu uppgerð búðu
einans 44 fólk í Skúvoyar
kommunu.
Hóast henda veruleika –
og hóast tað at bygdin hev
ur mist onkrar av sínum
góðu
skattaborgarum
– vaks inntøkan í januar
mánaði í ár, í mun til í fjør:
Í
2011
komu
46.559
krónur inn í skatti, meðan
talið í ár var hækkað upp í
61.724 krónur.
- Sjálvandi eru 15.165
krónur
ikki
nógv,
um
samanborið
verður
við
aðrar kommunur. Men í
eini so lítlari kommunu
sum okkara, ger slíkt stóran
mun, slær hann fast.
Kommunan
hevur
sett sær fyri at loysa ávís
kommunal mál í ár. Og tá
kemur ein slík økt skatta
inntøka væl við.
Eitt av hesum arbeiðum
er at gera eitt nýtt spæl til
bátarnar.
- Tað sum vit hava nú er
nokkso illa farið. Tað er við
tíðini blivið heldur ópálíti
ligt.
- Tí treingja vit til eitt
nýtt, sigur Harry Jensen.
snorri@sosialurin.fo
VØKSTUR Borgarstjórin í eini av minstu kommununum í
landinum, Harry Jensen í Skúvoy, hevur onga frágreiðing um,
hví tey fingu 15.000 krónur meiri inn í skatti í januar
Snorri Brend
Fugloy:
Er
Skúvoyar
kommuna lítil, so er Fugl
oyar kommuna uppaftur
minni. Her búðu einans 37
fólk við seinastu teljing.
Í
bygdunum
báðum
– Hattarvík og Kirkju –
eru nógvir sjómenn, sum
millum annað sigla við
bátunum ið fiska eystan
fyri. Og tað er ein orsøk
til, at inntøkan hjá teim
um kann skifta frá einum
mánaði til annan.
- Tá tað er so, er okkara
inntøka
rættiliga
bund
in av, nær menn fáa sína
avrokning frá reiðarí’unum,
slær Jóanes Christiansen
fast.
Okkurt
árið
hevur
Fugloyar kommuna fing
ið munandi meiri enn tey
høvdu álíknað, men soleið
is er ikki altíð.
Henda seinasta upp
gerðin frá TAKS vísir júst
á hetta sama: Bæði í krón
um og í prosentum, hevði
kommunan eina rættiliga
stóra afturgongd í januar
mánaði.
Í prosentum var talan
um eitt helvtartal, tí 52,77
prosent minni kom inn í
januar. Í krónum var talan
um ein mun uppá 90.403
krónur – úr 171.304 í 2011
niður í 80.901 í ár.
Kortini er einki sum
bendir á, at tey í kommun
uni falla í fátt av hesi orsøk.
- Nei, vit hava góða
vónir, slær bygdaráðslim
urin fast.
snorri@sosialurin.fo
Ein avrokning kann
broyta so nógv
AFTURGONGD – Okkara inntøka
valdast altíð, hvussu tað gongst
við fiskivinnuni, sigur Jóanes
Christiansen, bygdaráðslimur
í Fugloyar kommunu
Sjálvandi eru 15.165 krónur ikki nógv, um
samanborið verður við aðrar kommunur
Harry Jensen, Skúvoy
Okkara inntøka
er rættiliga bundin
av, nær menn fáa
sína avrokning frá
reiðarí’unum
Jóanes Christiansen, Fugloy
ALT GER MUN
- Í okkara kommunu gera góðar 15.000 krónur stóran mun,
sigur Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu
Februar 2012
08. feb. PowerPoint - Modul 6* - 1dg
10. feb. Sjálvsleiðsla fyri kvinnur - 2dg
13. feb. excel I, tey fyrstu fetini - Modul 4* - 2dg
15. feb. Word I, tey fyrstu fetini - Modul 3* - 2dg
20. feb. Lær at gera apps, fyri mennarar - 5dg
27. feb. excel II, tey næstu fetini - 2dg
29. feb. bókhaldsskeið, grundleggjandi - 3dg
MarS 2012
05. mar. Internet og Outlook - Modul 7* - 2dg
06. mar. Lær at gera FOTObÓK - kvøldskeið
12. mar. Hjálparfólk á dagstovni - 2dg
15. mar. Økonomi fyri ikki-økonomar - 2dg
16. mar. Skriva so tað selur
09. mar. Windows stýrisskipan - Modul 2* - 1dg
22. mar. access, tey fyrstu fetini - Modul 5* - 2dg
26. mar. Mindfulness - 1dg
26. mar. Photoshop fyri byrjar - 2dg
28. mar. Nýggj/ur í leiðarastarvi - 2dg
aPríL 2012
18. apr. Lær at gera Apps, fyri grafikarar & web - 3dg
20. apr. Strongd og um at ikki at brenna út - 1dg
24. apr. Pivotskráir og rapporteringar - 2dg
26. apr. Projektstýring v/excel - 2dg
27. apr. Motivatión & effektiv mál v/Chris MacDonald
MaI 2012
31. mai. Terapeutisk mørk - 2dg
JuNI 2012
11. jun. Gott samskifti - tín lykil til góð úrslit - 2dg
* Skeið merkt við * eru vanlig telduskeið, men hoyra
samstundis við til nýggja teldukoyrikorti.
Tilmelding á www.synergi.fo. Her kanst tú lesa alt um
skeiðini. Tú ert eisini vælkomin at ringa á tel. 322 355
ella 227464.
Ætlar tú tær at luttaka á einum
av okkara skeiðum í 2012, so
er ordiliga snilt at bíleggja
áðrenn 1. mars 2012, tí so
ert tú nevnliga við í lutakasti-
num um eina ferð við Norrønu,
fyri 2 vaksin og 2 børn og bil - á
páskum 2012. Vinningurin hevur
eitt virðið á heilar 9.290,00 kr.
Og tjansurin at vinna er slett ikki
so lítil, tí sooo nógv skeið hava
vit heldur ikki á skránni;-)
Kæra
viðskiftafólk
VÆLKOMIN
Synergi.fo | synergi@synergi.fo | 322355
SJÓMENN
- Okkara inntøka
er bundin av
inntøkunum hjá
sjómonnunum,
sigur Jóanes
Christiansen,
bygdarráðslimur
í Fugloy
- Veit ikki hví