fríggjadagur 3. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Ætlanin at gera svimjihøll
við 50 metra langhyli og
vælverudepli í Vági, hevur
ikki gingið heilt so væl,
sum ætlað.
Men nú miðja fyri
reikararnir eftir at arbeiðið
skal byrja í summar.
Tað greiddi John Hend
rik Holm frá á kunnandi
fundi í Fámjin mikukvøldið
um ætlanina.
Hann sigur, at talan
er um eina verkætlan,
sum kostar 13,4 millión-
ir og av teimum hava
fyrireikararnir
útvegað
góðar níggju milliónir við
stuðuli frá Løgtinginum,
kommununum í Suður
oy, virkjum, fyritøkum og
privatfólki.
Kostnaðurin
fer
at
halda, tí tilboð eru longu
komin inn upp á tað
allarmesta og bíðað verður
bara eftir, at tað eydnast
at útvega fíggingina, sum
restar í, so verður spakin
settur í.
John
Hendrik
Holm
ivast ikki í, at tað eisini fer
at eydnast at útvega írest
andi peningin.
- Vit hava samband við
onkrar stórar fyritøkur,
sum hava boðað okkum
frá, at tær eru sinnaðar at
stuðla, sigur hann.
Men hvussu stórur tann
stuðulin verður, er enn
óvist og tí staðfesta fyri
reikararnir, at allur stuðul
er meiri enn kærkomin.
Teir dúva eisini upp á,
at fólk vilja stuðla við tí
serliga tilboðnum tey hava
gjørt um at tak Pál-Lán í
Suðuroyar Sparikassa.
Tilsamans kostar høll
in eina góða millión í
rakstri um árið, harav
meginparturin er lønir til
starvsfólk.
John
Hendrik
Holm
staðfestir eisini, at 13,4
milliónir er avbera bíligt
fyri eina so stóra verkæt
lan, eins og raksturin er
sera bíligur.
Orsøkin til tað letur seg
gera, er mátin, bygt verður
upp á.
- Allur hitin er ókeypis,
tí avtala er við SEV um at
fáa hitan frá Elverkinum
beint undir liðini á høllini,
fyri einki.
Samstundis viðgongur
hann, at talan er ikki um
eina arkitektoniska perlu,
tí fyri at verkætlanin skal
verða bílig, er talan rætt
og slætt um at byggja eina
ferhyrnta høll við einum
síðubygningi.
Men eitt, sum ger stóran
mun er mátin, svimjihylar
verða gjørdir upp á nú á
døgum.
- Svimjihylar verða ikki
grivnir niður longur. Eins
og vanlig er nú á døgum,
verður svimjihylurin í Vági
latin sum eitt byggisett úr
stáli, ið verður sett oman á
eina grund.
Hylurin, ætlanin er at
gera í Vági, er norskur og
byggisettið passar í eina 40
fót bingju.
Og hann er so lættur at
seta upp, at norski lever
andørurin sigur, at ein
handverkari kemur heim
við
byggisettinum
og
saman við tveimum ella
trimum
handverkarum
klára teir at seta hylin upp
upp á tríggjar vikur.
Hann sigur, at sein
ast, Pál Joensen var í eini
kapping í Globen í Svøríki,
var tað í einum hyli, sum
hesum og hann varð settur
upp upp á eina viku.
Tá ið kappingin var
liðug, varð hylurin tikin ni
ður aftur.
Vælverudepil
John Hendrik Holm stað
festir,
at
talan
verður
ikki bara um ein hyl til
úrmælingar.
-
Talan
skal
eisini
vera um eina høll og ein
vælverudepil til almenn
ingin við barnahyli, heitum
pottum, gosbaði, guvubaði
og sauna.
Samstarv er eisini við
fysioterapeutar um at at
menna
vælverutilboð
í
høllini, bæði til ung og eld
ri, giktsjúklingar og onnur,
sum hava gagn, ella bara
fragd, av viðgerð í heitum
vatni.
Í sjálvum 50 metra lang
hylinum verða seks geilir,
so hylurin verður altjóða
góðkendur til kappingar
og rundan um hann verða
400-500 sitipláss.
Nýggja Svimjihølin í
Vági verður ein sjálvognar
stovnur, sum ongi priva
fólk fáa nakran vinning
burtur úr.
Tá ið hon er liðug, skjóta
fyrireikararnir upp, at tað
verða
Mentamálaráðið,
Kommunurnar í Suðuroy,
Svimjisamband Føroya og
Susvim, sum velja umboð
í nevndina.
aki@sosialurin.fo
- Í hesum sambandi skal
hevur tað týdning at vísa á,
at Skúladepilin í Suðuroy
hevur snikkað eina serliga
elitu-linju saman, har tað
ber til at taka studentsprógv
upp á fýra ár ístaðin fyri
tey vanligu trý árini fyri at
geva svimjarum, og øðrum
ítróttarfólki á hægsta stigi,
møguleikan at fáa eina út
búgving, uttan at órógva
venjingar og kappingar.
Men hava úrslitini hjá
Susvim norðuri á landi í
Føroyum, hava tey ikki vakt
minni ans uttanlands.
- Svimjifelagið í Suðuroy
hevur longu heilt ítøkiligar
umsóknir frá útlendskum
elitu-svimjarum
um
at
sleppa til Suðuroyar á venj
ingarlegur í samband við
fyrireikingar til OL í London
í summar og fyri jól var ein
russiskur OL-svimjari á venj
ingarlegu í Vági.
- Hetta hendir hóast vit
ikki hava 50 metra svimjihyl,
men tað er tí, at tað er eitt
heilt serligt umhvørvi í felag
num.
- Svimjarar leggja eisini
dent á, at kringumstøðurnar
í Suðuroy eru av teimu bestu,
tí her er onki, sum órógvar og
tí er onki annað enn venjing
at hugsa um.
Men, hvat kann tað so ikki
verða til við einum 50 metra
hyli, spyr John Hendrik
Holm.
- Altjóða úrslitini hjá
Pál Joensen og teir nógvu,
ungu svimjararnir, gera, at
tørvurin og áhugin fyri ein
um 50 metra svimjihyli er
størri enn nakrantíð, leggur
John Hendrik Holm afturat.
Og hann heldur, at vit eiga
at síggja og taka teir møgu
leikar, ið liggja í hesum.
aki@sosialurin
Arbeiðið
byrjar í
summar
SVIMJING OG VÆLVERA Gongst sum ætlað,
verður farið undir ætlanina at gera svimjihøll
við langhyli og vælverudepli í Vági í summar
Talan skal eisini vera um eina høll
og ein vælverudepil til almenningin
við barnahyli, heitum pottum,
gosbaði, guvubaði og sauna.
Undir vatni, vindur hon eisini
burtur úr sjálvum Pál Joensen, sigur
John Hendrik Holm.
Langhylur og vælverudepil
Soleiðis sær svimjihøllin á Oyrunum í Vági suðureftir niðan ímóti vegnum og
eystureftir. Í síðubygninginum er vælverudepil við heitum pottum, guvubaði,
sauna, gosbaði og øðrum felags hentleikum og langhylurin er í longu høllini
Matstova
Í síðubygninginum niðan ímóti vegnum, er eisini matstova.
Vinstrumegin er vindeyga við útsýni niður í langhylin