Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Nevndin í Esvagt mundi vita, hvat hon gjørdi, tá hon í 1997 gjørdi av at seta Ovin Carlsson í stjórasessin í reiða­ rínum, tí her var ein maður við drúgvum og harafturat fjølbroyttum royndum av sjó­num. Og sigast má, at nevndin bleiv ikki svikin. Ovin varð borin í heim á Tvøroyri í 1948. Sum so mang­ur føroyskur ung­ lingi fór til skips aftan á loknan realskúla. Tað var við línuskipinum Rana­ fossi. Í 1965 fór hann við skúla­skip­inum Dan­mark sum næm­ingur, og árini frá 1966 til 1984 sigldi hann við Mærsk sum aspirantur, stýri­ maður og skipari. Naviga­tør­ útbúgvingina tók hann á Fanø. Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at beint áðrenn hann fór á sjómansskúlan á Fanø, var Ovin ein túr við skúlaskipinum Danmark sum kvartermeistari, og millum næmingarnar tann túrin við ein ungur nólsoyingur, sum æt Ove Joensen. Frá 1984 til 1995 arbeiddi Ovin á Nautisk Afdeling hjá Mærsk og seinni í Britline og Norfolkline í Danmark, Onglandi og í Niðurlondum. Frá 11 til 31 skip Í 1997 gjørdu teir, sum áttu frálandareiðaríið Esvagt, av at seta Ovin Carlsson at stýra felagnum og at skipa fyri, hvussu felagið skuldi byggjast út. Tað var upp­runa­ liga íleggjarar í Esbjerg, sum stovnaðu Esvagt í 1981, men tá Ovin kom í felagið, átti Switzer-samtøkan hjá A.P. Møller-Mærsk helmingin av felagnum. Í dag eigur Switzer tríggjar fjórðingar. Tað kann ikki sigast ann­ að, enn at tað hendi nógv í Esvagt tey 13 árini, Ovin Carlsson stóð á odda fyri felagnum. Tá hann tók við stjórastarvinum í 1997, átti Esvagt 11 skip, og tá hann í 2010 legði frá sær, taldi flotin 31 nútímans skip, og trý stóðu í gerð. Í 2010 tók Ovin við sum HSSEQ-stjóri hjá Switzer- samtakinum og fekk harvið ábyrgdina av at menna trygdina hjá manningunum á næstan 500 skipum kring allan heimin. Hetta starv røkti hann, til hann 1. januar í fjør tók við sum stjóri á Maersk Training í Esbjerg. Ovin Carlsson var til­ nevnd­ur sum sakkønur dóm­ ari í Sø- og Handelsretten í Keypmannahavn. Tað var danska reiðarafelagið, sum tilnevndi hann. Hann var eisini veiðimaður og nevnd­ arformaður í Fanø Jagt­for­ ening. Ovin og konan Lonnie búsettust á Fanø í 1969, og tey hava búð har síðani burt­ ursæð frá tíðini í Ongland og Niðurlondum. Tey fingu tveir synir og eina dóttir. Abbabørnini eru fimm. Ovin Carlsson fer til gravar úr Nordby kirkju á Fanø fríggjadagin klokkan tvey. Ovin Carlsson deyður Í 13 ár var tvøramaðurin Ovin Carlsson stjóri á tí kenda danska frálandareiðarínum Esvagt. Um vikuskiftið doyði hann eftir stutta sjúkralegu Tann 26. januar fingu Borghild og Martin á Fløghamri, Oyndarfjørður, ein son. Hann vigaði 4420 gr og var 57 cm langur. 28. januar fingu Linda Weihe og Óla Hendrik av Fløtum, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4280 gr. Birita Joensen, Kvívík, og Niklas R. Jacobsen, Nes, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4300 gr. Tann 29. januar blivu Emilia og Kristina stóra­systrar til eina fitta diddu. Hon vigaði 4010 gr. og var 53 cm long. Foreldrini eru Katrin Henriksen og Richard Hansen úr Havn. Føðingar 27. januar 2012 fingu 23 heilsurøktrar prógv á Heilsuskúla Føroya. Hesuferð fingu somuleiðis fimm pleygarar heilsurøktaraprógv. Hesi hava tikið heilsurøktaraútbúgvingina eftir einari serligari meritskipan. Aftast frá vinstru: Hanna Hansen Klaksvík, Jórun Poulsen Vágur, Marnar Tausen Tórshavn, Eyðdis Vestergård Sumba, Maiken Í Lágabø Vágur, Dairis Jacobsen Skálavík, Lis Hammer Kollafjørður, Kala Debes Argir, Elaina Petersen Tórshavn, Jóhanna Grúkaskarð Klaksvík, Linda Davidsen Tjørnuvík, Tórgerð Mellemgaard Tórshavn, Joan R. Mikkelsen Argir, Sólbjørg Petersen Tórshavn og Frida Mouritsen Vágur. Fremst frá vinstru: Edny Larsen Lamba, Ann Mikkelsen Sørvágur, Meinhild Thomsen Tvøroyri, Tordur Sigurðsson Klaksvík, Kári Niclasen Argir, Eyðhild Johansen Strendur, Nina Dalsgaard Tórshavn og Joan Johansen Leynar. Heilsurøktarfrøðingar fingið prógv Vilmund Jacobsen Føroyska felagið Fegin hev­ ur nýliga gjørt eina sam­ starvsavtalu við donsku fyritøkuna, Axept. Niclas Heri Jákupsson, sum eigur fyritøkuna Feg­ in, er glaður um sam­starvs­ avtaluna og sigur, at avtalan gongur báðar vegir. - Umframt at danir koma upp til Føroya at undirvísa føroyingum, er avtala eisini gjørd um, at føroyingar kunnu undirvísa dønum í Danmark við tí, sum vit hava vitan um og við tí, sum vit duga væl, sigur Niclas Heri Jákupsson. Skúli í Klaksvík Tað fyrsta, sum Fegin og Axept fara at bjóða fram, er ein Coach-skúli, sum byrjar í Íverksetarahúsinum í Klaksvík hin 30. mars í ár. Niclas Heri Jákupsson sigur, at ein roynd varð gjørd í fjør at samskipa hesa útbúgving í Føroyum. - Við tað, at vit bara fingu góðar afturmeldingar frá luttakarunum, hava vit í felag gjørt av at samskipa ein Coach-skúla eina ella tvær ferðir um árið fram­ yvir, sigur eigarin av fyri­ tøkuni, Fegin. Nógv at spara Niclas Heri vísir á, at tað góða við at samskipa henda skúla í Føroyum, er, at lut­ takararnir bæði spara tíð og nógvan pening. – Umframt at hvør lut­ takari sleppur undan at gjalda fimm flogferðaseðlar, logi og aðrar útreiðslur, er Axept gingið við til at geva fyrstu luttakarunum stóran avsláttur, leggur hann aftrat. Føroya fyrstu Coach- skúli byrjar sum áður sagt hin 30. mars í ár og endar við próvtøku hin 2. juli. Meira er at lesa um Coach-skúlan í Føroyum á www.fegin.fo Føroya fyrsti Coach-skúli