fríggjadagur 3. februar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uppi undir Kambsenni,
við Trælavatnaskarð,
undir Tyrlunum báðum,
situr tú, elskuliga kvinna , í víðum dali
við tínum smáu táum.
Kyldin lýðir tær
lívgandi orð í oyrað –
fimtiára sprellivandi orð
frá farnum døgum
í fjølbroyttum løgum.
Knáv ert tú, Leila,
millum hesar natúrgyrdu sprotar -
í gráum grýti og gróti,
undir okkurgulum torvum,
meðan tað lotar,
millum vaggandi strá og blómur,
Í birtingum í tíni hugaverð.
Tá er hvør tín afturundirgerð
til gagns fyri tey,
ið líða i svárum verkum og sálarkvølum -
tín tign og aðalborna hugsan
í vøkrum, blómuskrýddum dølum.
Elskuliga, Leila og yndisblóma,
í fimmti ára tóna!
Takk fyri títt dirvi,
í tíni søk um bót og bata
fyri teimum, ið pínast
til likams og sálar,
um bygdaløg, tún, teigar og válar. -
Vælsignað veri hondin!
Í líðandi tónum
við góðum vónum
um sælar løtur
heima við hús - saman við manni,
foreldrum, systkjum, familju, vinum og kenningum
-
og um alra hugans gøtur.
Hjartaliga til lukku
Frits
Hjartaliga til lukku við deg
num, Leila. Takk fyri tín vilja
av stáli, títt áræði og fyri, at
tú ert tann, tú ert. Altíð góð í
ráðum, vitug og líka til. Sum
forkvinna í Meginfelag teirra
brekaðu stendur tú á odda
fyri og samskipar virksemi
hjá 24 áhugafeløgum. Felags
fyri øll feløgini er, at tey onk
ursvegna vilja gera batar
á økinum, tey sjálvi varða
av, antin tað eru tey deyvu,
tey blindu ella tey menn-
ingartarnaðu.
Limirnir
í
limafeløgunum, sum vísa
til tín, eru 6.000 í tali. Hetta
er ein stórur prosentpartur
av Føroya fólki. Millum lim
irnar teljast fólk, sum bera
brek, teirra avvarðandi og
eisini einstøk fakfólk. Teirra
áhugamál er í góðum hond
um.
Tí eingin er sum tú. Í tey
átta árini tú hevur sitið við
róðrið sum forkvinna í MBF,
eri eg vís í, at handikappoli
tikkur er blivin meira kendur
og viðurkendur millum fólk
og politikarar. Tú hevur støð
ugt roynt at barst fyri tínum
limum. Hetta við at koma á
tal við og gera tykkara ávirk
an galdandi fyri politiska
myndugleikanum, stovnum
og fyri miðlunum. Og tað
hevur tú megnað væl. Tú
dugir at skera inn á bein, at
vita hvørjum tú skal fara eftir
og at stýra miðvíst. Tú hevur
vunnið virðing millum fólk
og felagsskapir. Tað er ikki
einum og hvørjum beskorið.
Fleiri batar eru komnir
seinastu árini, og í MBF blað
num hava tit gjørt nógv burt
urúr, á einum sakligum støði,
at varpa ljós á tey ymisku
evnini. Og tí ert tú eisini sera
fegin, nú tað sær út til, at eitt
nú bústaðarviðurskiftini, hjá
teimum, sum bera brek, fara
at batna, hóast enn er nakað
á mál.
Børn og ungdómur liggur
eisini sum eitt av fremstu
málunum hjá MBF, og vón
andi fara vit frameftir eisini
at síggja ábøtur her. Støðan
í løtuni er út av lagi. Fyri at
lýsa veruleikan, hava tit í
MBF blaðnum havt sam
røður við fleiri familjur, sum
eru fluttar av landinum, til
tess at geva børnum sínum
nøktandi skúlatilboð. Tílíkar
søgur eru meir enn bara orð
og krøv. Tær fortelja okk
um um lívskarmarnar og
gerandisdagin hjá hesum
føroyingum í útlegd. Onki
kemur av sær sjálvum, og
eg veit, at tú fert at bretta
upp um armar fyri at royna
at fáa hesum málbólki betri
kor. Tí, sum tú plagar at siga:
”Ungdómurin
er
okkara
framtíð. Og hví skulu tey ikki
fáa somu møguleikar, sum
onnur, bara tí teimum feilar
eitt hvørt?”.
Vit í Ráðnum fyri brekað
hava havt eitt sera gott
samstarv við MBF og við teg
sum forkvinnu. Tað er altíð
ein fragd at skifta orð við
teg um, hvussu vit nú skulu
leggja tey ymsu málini til
rættis. Tú plagar at siga, at:
”Mínar lívsroyndir siga mær
at….” Jú, víst eru lívsroyndir
eitt gott útgangsstøði, men
vísdómur at brúka lívsroynd
irnar í verki, er eisini neyð
ugur. Og vísdómin hevur tú.
Vit takka fyri samstarvið,
ynskja tær hjartaliga til lukku
við fimmti ára degnum og
blíðan byr til tín og Mourits.
Ráðið fyri brekað
Barbara á Tjaldrafløtti,
forkvinna
Heilsan til Leilu á fimmti
ára degnum 5. februar
Leila Solmunde, fimmti 5. februar
TØKK
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr