fríggjadagur 3. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klaksvík: Hóast vónir
0nar vóru til tað, so var
hugin fyri at stilla upp
til eldraráðið ikki serliga
stórur.
Hetta hevur nú fingið
kommununa
at
taka
avgerð um at leingja
freistina fyri at lata inn
vallistarnar til týsdagin
28. februar, soleiðis at
valið kann fara fram
týsdagin 27. mars í ár.
Eldraráðið skal vera
ráðgevi hjá kommununi
og annars fáa í lag sam
skifti millum teir eldru
borgararnar og komm
ununa.
Ætlanin er at eldra
ráðið skal taka við 1.
mars og sita til ársenda
2016.
sb.
Skulu til val
borðið 27. mars
Nesvík: Fullsett er í
Leguhúsinum, nú árliga
Kvinnutingið byrjar í
kvøld.
Á skránni eru fyri
lestrar,
pallborð
og
hugnaløtur.
sb.
Fult av kvinnum
Skálavík: Sunnudagin
fær Sandoyggin vitjan
av Betesdakórinum úr
Klaksvík. Hetta er sam
stundis fyrstu ferð, at
Betesdakórið
leggur
leiðina hagar.
Kórið telur útvið 70
sangarar, og á ferðini
hesaferð liggur talið um
50-60 sangarar og leik
arar.
Sangúrvalið spennir
frá tradisjonellum sálm
um a capella til lættan
gospelsang við orkestri,
og verða sangirnir eisini
krydraðir við solo-, duet-
og triosangi. Úrvalið er
bæði týddir sangir eins
og fleiri sangir bæði í
orðum og tónum hava
sín uppruna í kórinum.
Kórleiðarar eru Árni Ja
cobsen og Torkil Mørk
øre.
Á síni vitjan heldur
kórið til í Skeiðsdeplinum
Immanuel, og verður
skipað
fyri
sangløtu
seinnapartin kl. 17.
sb.
Vitjan av 70
sangarum
Fer at menna
tónleikin
Reinsaríið skal umskapast til rútmiskt spælistað
spælistað Reinsaríið, ið nú skal umvælast og gerast til eitt
rútmiskt spælistað, kemur óivað at menna tónleikin framyvir.
Marianna Holm Jacobsen
Tað heldur James Olsen, tón
leikamaður, ið fegnast um
ætlaninar við nýggja spæli
staðnum.
– Eg haldi, at tað er feitt,
at tónleikararnir nú fáa eitt
stað at spæla í, tí Perlan er
ikki egna til tónleikavirksemi,
sum nú er. Ljóðviðurskiftini
eru eisini munandi betri í
reinsarínum, enn tey eru í
Perluni, sigur James Olsen.
Tónleikabólkar
hava
í longri tíð ikki ikki havt
eitt fast stað við nøktandi
karmum at spæla tónleik
í. Mong spæla í Margarin
fabrikkini, men har er long
bíðirøð, og øll sleppa ikki
framat. Tí heldur James, at
tað er alneyðugt við einum
nýggjum spælistaði.
– Tónleikabólkarnir kunnu
fáa motivatión at spæla tón
leik, og eg vænti, at føroyskur
tónleikur kemur í menning,
sigur James Olsen.
Tingmenn syngja avbera væl
ANDAKTIR Eftir steðg í nøkur ár, hava tingmenn nú tikið
upp aftur siðin at hava andaktir. – Tað hevur sín týdning at
koma saman soleiðis tvørtur um øll mørk, sigur Alfred Olsen,
sum hevur tikið stig til hesar vikuligu andaktirnar.
Snorri Brend
Hvønn týsdag klokkan 13:10
fara tingmenn nú at seta
hvørjum øðrum stevnu til
eina andakt.
Hesar
andaktir
verða
skipaðar eftir einum føstu
leisti: Fyrst verður sungin
ein sangur; síðani verður ein
stutt andakt hildin, og eftir
tað verður seinasti sangurin
sungin.
Henda fyrsta dagin helt
Jóan Magnus Rasmussen
andaktina. Tað er annars
Alfred sjálvur sum hevur
átikið sær, at fáa tingfólk at
hava hesar andaktirnar, ið
verða hildnar hvønn týsdag,
tá tingfundur er.
Tær byrja klokkan 13:30,
og miða teir eftir at verða
lidnir í góðari tíð, soleiðis at
møtast kann stundisliga á
tingfundinum sum byrjar
klokkan 13:30.
– Tingmenn hava sera gott
mál at syngja. So sangurin
hann rungar undir andaktini,
sigur Alfred Olsen brosandi.
Eitt sanghefti við 90 ym
iskum sangum er gjørt til
endamálið. Enn er eingin
sangur yrktur beinleiðis til
hetta høvið.
Men hann kemur kanska,
sigur Alfred Olsen.