Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Hetta er hin brennandi spurningurin. Og svarið er eittans: hetta hevur verið, er,   og eigur altíð at vera ogn Føroya fólks. Men ognarrætturin má verj­ast við allari tí megi, fólkið er ført fyri at mobilisera á øll­um økjum, tí bæði føroyskir og útlendskir flippu­klæddir ráns­ menn lukta risa­stórar peninga­upp­hæddir í før­oysku fólksins tilfeingis­ognun­um, og teir fara at níta allar snildir og hartil  legalar eins og illegalar fram­ ferðar­hættir fyri at náa teirra máli: ognartøku og privatisering av bæði fiski- og olju­ríki­ døm­inum. Og eydnast teirra ætlanir - hvat Guð forbjóði og fólkið vónandi fær sett ein effektiva forðing fyri - so er Fanin leysur, tí so gerst vanligi før­ oy­ingurin húskallur í einum fólkafloks- og stráðmannafólksins millióna- og milliarda- pen­inga­paradísi har religiøsa høgra av røtta kann syngja: Vit á gull­ gøtum ganga og syngja so glað. Tey hava fingið sítt og hava tá einki til góðar, sum skrivað stendur. Vórðu ránini: skatta­ ránið, havtilfeingisránið og oljuránið send til  fólk­ atkvøðu, so høvdu tey dump­að so syngjandi, og einki av uppskotunum hevði   fingið yvir 25% fyri viðtøku. Tað  er so­ statt ein meiriluti í løg­ ting­inum, ið fremur ráns­ viðtøkur móti fólksins absolutta meiriluta, og tí fær fólksins meiri­ luti ikki gjørt annað enn at obstruera við­ tøk­ur­nar við hond og fót og annars í tøttum sam­starvi sínámillum. At lata tílíkar asosialar og djúbt órættvísar avgerðir, sum einvegis eru til fyrimunar fyri tey høgraradikalu, fara aftur við borðinum uttan harð­astu mótstøðu,   er at góðtaka fólksins líð­ andi undirgongd. Tí at liva eitt niðurbundið lív er einki lív, men bert ein óverdigur eksistensur. Vit mugu øll gera okkum heilt greitt, at eydnast høgraharka­lið­ num og teirra stuðlum innan- og uttanlanda at fremja ránini, so vendist ongantíð við aftur. Og av somu orsøk er tað ikki nú, men NÚ at stríðið skal standa. Fyriuttan andstøðuflokkarnir eru mong fólk í teim­ um trimum samgongu­ flokk­unum: miðfl., sjálv­stýrisfl. og sam­ bands­flokkinum, ið eru við upp á, at steðga teimum høgraradikalu, so har skal bert etable­ rast eitt positivt sam­ starv skjótast tilber. Har­um­framt eigur at verða fyrireika samstarv við samsint í hinum Norður­londunum, har vit greiða teimum frá politisku støðuni, so vit kunnu fáa moralskan og um neyðugt fíggjarligan stuðul um t.d. verkføll verða partur av stríðnum móti høgraharkaliðnum og fyri fólksins sonnu ognum. Samgongan hækkar skattin hjá pen­sjonist­ unum! Dagfinnur Danbjørg Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn kemur við nøkr­ um staðfestingum í sam­ bandi við villeiðandi og í summum førum ósonnu forsíðugreinina í Dimma­ lætting 23. januar 2012, við ”dramatisku” yvirskriftini: Ólógligt oysl í Marknagili: Onnur grein er aftur í Dimmalætting 24. januar við yvirskriftini ”Lønardeildin kanna óskilið í Marknagili” Heldur enn at stýrið fer at viðgera mongu grovu ákærurnar og skeivleikarnar í greinunum, ynskir stýrið í stuttum at lýsa málið . L ó g a r g r u n d a r l a g : Tekniski Skúlin í Tórshavn er sjálvsognarstovnur, skipaður undir løgtingslóg nr. 106 frá 29.12.1998 um yrkisskúlar. Ovasti myndugleiki: Í lógini § 7: Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum Sambært óheftum løg­ frøðingi merkir hetta m.a. ( ).. at tað er stýrið, sum hev­ur avgerðarrættin í øll­ um týðandi málum skúl­ an­um viðvíkjandi. Og víð­ ari sigur løgfrøðingurin ( ) ..Stýrið hevur sum ovasta vald á skúlanum ein­ans ábyrgd mótvegis lands­stýrismanninum av rakstri skúlans her­undir umsitingina av fíggjar­ liga stuðlinum, sum lands­ stýrismaðurin útvegar skúl­anum jfr. § 9 í lógini um yrkis­skúlar og § 3 stk 6 í við­ tøkunum fyri skúlan. Løn (sokallað samsýning) Á stýrisfundi 26. apríl 2007 tekur stýrið (ovasta leiðsla skúlans) avgerð um, at veita løn (sokallaðu samsýningina) til tey, sum vegna Tekniska Skúlan í Tórshavn koma at arbeiða í byggistýri og bygginevnd. Ásett verður hvussu nógva løn hvør einstakur skal hava, útgoldið yvir lønarskipanina, í mun til arbeiðstíð og ábyrgd, fyri hesa stóru, tíðarkrevjandi og sera avbjóðandi arbeiðs­ uppgávuna. Fyri stuttum var ein fyrispurningur frá Menta­ mála­ráð­num m.a.: ( ) ..”um Stýrið hevur hildið seg til § 3 í viðtøkunum og biðið Fíggjar­málaráðið góðkenna sam­sýningarnar”. Óheftur løgfrøðingur svar- ar soleiðis. Tað er ongastaðni tilskilað í lóg ella viðtøkum, at Fíggjarmálaráðið skal góðkenna nevndu serligu útgjaldingarnar. ( )..... Landskassin skaðafríður: Lønin (samsýningin) sum goldin er hevur ikki kostað Landskassanum eina krónu. Hvør hevur so goldið? Svar: Eginraksturin á Tekn­ iska Skúlanum í Tórshavn. Eginrakstur: Lønin (sam­sýningin) er goldin av egininntøkunum, sum Tekn­iski Skúlin í Tórshavn hevur møguleika at for­ vinna. Eginraksturin er skip­aður undir Ll nr. 106 frá 29.12.1998 um yrkisskúlar og viðtøkum fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, ásettar av landsstýrismanninum og stýri skúlans. Hesar eru seinast dagførdar 20. okt. 2004. Eginraksturin er ikki partur av tí sum í § 7 í Ll 106 frá 29 de verður nevnt ”rakstur skúlans”. (sum er stuðulsrakstur - fíggjaður av landskassanum) Úrslit av eginrakstri: Av teimum átøkum sum gjøgnum árini eru fíggjað av eginrakstrinum kunnu m.a. nevnast: Keyp av útgerð til Skúlaheimið. -Innrættan av undirvísingarhølum í kjall­ aranum á Skúla­heiminum. -Keyp av arbeiðsbilum. -Løn til annað arbeiði. -Førleikamenning av starvs­ fólk­um. – Ongin myndugleiki hevur (uttan í sambandi við avgerð stýrisins um at veita løn til byggistýri og bygginevnd), nakrantíð sett spurnartekin við ábyrgd og heimildir hjá stýrinum at taka slíkar av­ gerðir – hví? Í stuttum kann sigast: Eginraksturin hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn hevur spart Landskassanum milli­ óna upphæddir. Harumframt betalir eginraksturin, aftaná at rakstrarútreiðslurnar eru goldnar til stuðulsraksturin, Landskassanum 20% av netto­vinninginum, hjá skeið­ virkseminum. T.v.s. at um­ framt sparingarnar hevur Lands­kassin skattainntøkur av eginrakstrinum hjá Tekn­ iska Skúlanum í Tórshavn. Hetta er í stóran mun dugna­ligu leiðslu og starvs­ fólkunum á Tekniska Skúl­ anum í Tórshavn fyri at takka og eiga tey eitt stórt herðaklapp fyri hetta. Stýrið er av tí fatan, at ein av orsøkunum fyri, at hetta málið er vorið eitt ”neiligt” fjølmiðlamál er, at tað í fleiri ár hevur verið torført hjá summum embætisfólkum í almennu fyrisitingini, at viðurkenna og góðtaka heim­ ildir og skyldur, sum áliggja stýrinum, samb. løgtingslóg 106 um yrkisskúlar. At enda: Eitt 16 síðu drúgt svarskriv, sam­an við hundratals fylgi­ skjølum var sent Menta­ málaráðnum 21. okt. 2011, sum er svar frá stýrinum á Tekniska Skúlanum í Tórs­ havn til frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini. Tað undrar ikki sørt, at Dimmalætting, Kringvarpið og aðrir fjølmiðar ikki tykjast hava havt serligan áhuga fyri innihaldinum í svarkrivinum frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, men bert, einvíst og ágangandi, hava lýst málið, fyrst við gitingum, síðani út frá einari fyribils frágreiðing og seinni endaligari frágreiðing frá Landsgrannskoðanini og nú seinast 24. januar, við ”práti” við eitt embætisfólk á Lønardeildini. Ófantaligar yvirskriftir selja best?? Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn Magnus Magnussen, formaður