fríggjadagur 3. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nú eru vit so aftur farin
um eitt árskifti, vit
kunnu hyggja aftur á
árið, ið fór, sum vit nú
kenna, men ikki kendu
tann
1.
Januar
2011.
Aftur hava vit byrja eitt
nýtt ár, sum er okkum
ókent. Vit kenna ikki,
hvat ið man fara at
møta okkum hetta árið.
Hugsanin um at farið
einsamallur av stað, er
ikki til at halda út, men
í trúnni á Jesus Kristus,
frelsara okkara, kunnu
vit stíga hvørt ókent stig
inn í framtíðina, vitandi
at hann er við og leiðir
okkum. Tað er tryggari
enn, hjá t. d. einum
barni, sum lítur órædd
á pápa sín, sum leiðir
tað eina fyri barninum
ókenda leið. Í Sálmi 32,8
stendur:
“Eg vil teg læra og
vísa tær vegin, tú skalt
ganga, eg vil hava eyguni
eftir tær.” (Dahls týðing)
Tað er gott at kenna
skapara sín, sum frelsara
eisini, tá kann ein ganga
óræddur frameftir, lat so
koma hvat ið vil, enntá
um deyðin skuldi komið,
hetta óhugnaliga, sum
eingin av okkum dámar
at hugsa um. Men ein
annar
sálmur
sigur
soleiðis:
Tí hesin Gud er Gud
okkara í aldur og ævir -
Hann skal leiða okkum
um
deyðan.
Sálmur
48,15.
Paulus sigur soleiðis:
“...Hansara,
sum
gjørdi deyðan til einkis
og
við
evangeliinum
førdi fram í ljósið lív
og óforgeingiligleika; 2.
Tim. 1,10.”
Ta er gott, at eiga
hetta sjálvur og kunna
bera hendan boðskap
til okkara kæru og til
øll menniskju, sum vilja
taka ímóti Jesusi sum
frelsara sínum.
Ein lítil plægar at vera
her hjá okkum viðhvørt,
og so plaga vit at fara
ein túr í býin báðir. Tá
ið vit ganga framvið
minnisvarðanum
av
Victor Danielsen, sigur
hann ofta okkurt, við tað
at hann veit, at hatta er
pápi mín. Ein dagin vit
fóru framvið, sigur hann
á sínum barnamáli: “Er
pápi tín doyggjaður?”
“Ja,” segði eg. “Hví?”
Vildi hann hava at vita.
“Jú tað skulu vit øll,
vit skulu øll doyggja
einaferð”,
svaraði
eg,
men tá var tað gott at
hava hesa fullu vissuna
í vónini og kunna leggja
avtrat, “Um vit trúgva á
Jesus, so doyggja vit ikki
ordiliga, men fara bara
upp til Jesus.” Og tað
var sum søtur tónleikur
at hoyra henda bert fýra
ára gamla drongin svara:
“Eg trúgvi á Jesus.”
Nú vit eru farin inn í
2012, vil eg ynskja øllum
lesarum hjá Sosialinum
eitt
av
Harranum
signað nýggjár. Eisini
vil eg takka leiðsluni á
Sosialinum fyri, at teir
hava einar opnar dyr fyri
orði Guds í hesum blaði,
sum so nógv verður lisið.
Eg biði signing Guds yvir
tykkum í nýggja árinum
og altíð.
Árskifti
Richard Danielsen
Ein roynd at seta sjónleik
in »Tey óndu« inn í okkara
veruleika. Børn sum skulka
úr skúlanum, børn sum
heldur mala í SMS og hanga
út í Steinatúni. Tað kenna
vit væl. Og hvussu vit so
prædika fyri teimum, um
týdningin av at ganga í skúla,
so rínur tað ikki við, tí summi
av hesum børnum hava einki
lívsmót og vænta sær einki
av framtíðini...
S j ó n l e i k a b ó l k u r i n
TVAZZ, spælir í løtuni leikin
»Tey óndu«, sum byggir á
eina hending, sum fór fram
í Liverpool í 1993, og sum í
veruleikanum bara er um
tveir »heilt vanliga umsorg
anarsviknar« 10 ára gamlar
dreingir. Teir skulka um
dagin og tá dagurin er liðin
hava teir dripið eitt barn!!!
Svenski
Rithøvundurin
Niklas Rådstrøm, skrivaði
leikin í 2006. Tá leikurin
fyrstu ferð bleiv spældur, í
London í 2009, 16 ár aftaná
sjálva
hendingina,
vóru
røddir frammi um, at tað
ikki er rætt at »válka« sær í
sorgini hjá øðrum. Men sum
leikararnir siga: »Hóast vit av
øllum alvi royndu at leggja
hann frá okkum, skumpa
hann burtur, goyma hann í
niðastu skuffu, so bankaði
hann allatíðina uppá. Sum
um hann tvíhelt um at
vera tikin fram í ljósmála.
Magakenslan gjørdi, at vit
noyddust at taka hann fram
aftur. Angistin fyri tí allar
ringasta, sum hugsast kann:
At okkurt hendir við okkara
børnum – var tað, sum dreiv
okkum í avgerðini um at
seta júst hendan leik á pall«.
TVAZZ, takk fyri, at tit,
uttan at válka tykkum í sorg
ini hjá øðrum, uttan at tosa
um offur og bøðlar, uttan at
»yvirdramatisera«
temaið,
spæla ein fantastiskan leik.
Formurin er spennandi. Ein
faldur og ráður. »Tey óndu« er
ikki ein traditionellur leikur,
har man sum áskoðari situr
afturá og eygleiðir hend
ingarnar, sum fara fram á
pallinum. Tit bróta »tann
fjórða veggin«, tá ið tit tosa
beinleiðis
við
áskoðaran,
og við nøkrum spennandi
interaktivum detaljum, kendi
eg tað sum um, at eg var við
í eini roynd at svara nøkrum
av lívsins stóru spurningum:
Hví eru summi menniskju
»ónd«? Og hvat inniber tað
at vera medmenniskja?
Leikurin »Tey óndu« snýr
seg um, at 38 menniskju sóu
Jon og Robert fara avstað við
2 ára gamla James. Men tey
sóu bara tað, sum tey sjálvi
vildu síggja. Ella tey hugsaðu,
at onkur annar grípur sikkurt
inn. Tað haldi eg er ótrúligt.
Men tað er veruleikin. Seinni
um kvøldið vóru tveir 10
ára gamlir dreingir blivnir
drábsmenn og ein mamma
hevði mist sítt barn. Tá ið
Gunnvá Zachariassen spælir
mamma dripna barnið, kendi
eg tað sum um, at sorgin og
meiningsloysi hekk undan
loftinum á Tjóðpallinum.
Hóast tað, er mítt fokus í
dag, á teimum báðum, Jon
og Robert.
Tað er altíð ein orsøk til,
at eitt barn ikki er empatiskt,
t.v.s ikki fær sett seg inn
í hvussu onnur hava tað.
Menningarástøðini eru fleiri,
men tann sosiala arvin fáa vit
øll. Bakgrundin hjá Roberti
og Jon er klassisk fyri børn,
sum ikki trívast. Harðskapur,
rúsevnismisnýtsla og einsa
mallar mammur, sum sjálvar
eru veikar. Børn úr hesum
familjum eru útsett uppá
allar mátar. Manglandi lívs
gleði og manglandi sjálvsvirði
kann fáa tey at vilja hevda
seg sjálvi, við at gera seg inn
á onnur, ella umvent, at tey
ikki hava mót at seta seg upp
ímóti teimum, sum gera seg
inn á tey. At vit vita, at børn
úr fíggjarliga illa stillaðum
familjum ikki altíð fáa opti
malar menningarmøguleikar,
máa vit eisini viðganga.
Eg
blívi
onkuntíð
»stungin« við, at tað kann
ikki hava so ólukksáliga
nógv uppá seg at arbeiða við
børnum og ungum. Og rætt
skal vera rætt, har sum eg
arbeiði er fyri tað mesta »fest
og ballada«. Tey allar flestu
børnini eru glað, hava eitt
gott bakland og eru fylt við
lívsgleði og lívsmóti.
Og so eru tað tey børnini,
sum hóast tey eru fá, fylla
nógv í húsinum, fylla alla
skránna til starvsfólkafundin,
og fylla okkum stravsfólk
við sorg um, at øll børn hava
ikki fingið tað góða lívið í
vøggugávu. Fyri at rúma
hesum børnum, fyri at tora
at vera við í teirra lívi og
fyri ikki at missa móti, tá ið
tey sjálvi missa tað, krevst
faklig vitan um, hvat hevur
gjørt, at tey eru sum tey eru.
Tað krevst faklig vitan um,
hvussu man arbeiðir náms
frøðiliga við hesum børn
um, og hvussu man setur
realistisk mál í mun til tey
og teirra bakland.
Øll árini eg havi starvast
sum námsfrøðingur, havi eg
upplivað at arbeiða saman
við fólki, sum eru fakliga væl
fyri og brenna fyri sínum
arbeiði. Her hugsi eg ikki bara
um okkum námsfrøðingar og
hjálparfólk, men eisini um
t.d. heilsusystrar, sosialráð
gevarar, lærarar og løgreglu.
Men faklig vitan og eitt stórt
hjarta er ikki altíð nóg mikið,
tá ið vit arbeiða við sviknum
børnum. Vit mugu sum
samfelag og medmenniskju
avgera, at ØLL BØRN ERU
BØRN HJÁ ØLLUM!!! Vit
máa seta alt inn fyri at
hjálpa, tá ið foreldur ikki
orka ella duga at vera for
eldur. Tað má ikki sparast á
føðideild, hjá heilsusystrum
ella í vøggustovum og barna
gørðum. Tí, tá ið skaðin er
hendur, tá ið eitt barn hevur
ment ein óempatiskan at
burð, tá er tað ofta ov seint
at »hjálpa« barninum, at fáa
eitt virðiligt lív.
Leikurin vísur á hendingar,
har børn drepa børn upp
ígjøgnum tíðirnar. Tað er ein
sterk detalja. Vit fáa ongantíð
eitt samfelag, har øll børn
hava tað gott. Men hvussu
víkir og vendir eru børnini
tað allar týdningarmiklasta
í einum samfelag. Tey eru
okkara egna framtíð.
Í veruleikanum er tað
besta bara at vera med
menniskja. Tí at, tað at
vera medmenniskja er at
kenna á sær, tá ið familja,
starvsfelagir, vinfólk, grannar
o.s.v. ikki hava tað gott. Tað er
at rætta eina hjálpandi hond
og tað er at tora at blanda
seg í lívið hjá øðrum, um tað
er neyðugt.
Ummæli av sjónleikin »Tvazz«:
Øll børn eru børn hjá øllum
Ingvør í Haraldsstovu
Námsfrøðingur í Margarinfabrikkini