Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat fara broytingarnar í løn, skatti og kostnaðum at siga fyri eina løn uppá 20.000 kr. um mánaðin? Tað man vera ein løn, sum er rættiliga vanlig fyri nógvar løntakarar, sum t.d. pedagogar, arbeiðskvinnur og arbeiðsmenn. Úrslitið verður soltið, tá man setir hetta upp í einum roknistykki. Við teim kostnaðarhækkingum, sum verða av broyttum gjøldum, og við tí núverandi prísvøkstrinum, so fær ein slík inntøka eitt tap ella ein reallønarmiss á 196 kr. um mánaðin – hóast flatskattalætta og lønarhækking á 220 kr. Hetta roknistykkið sær ikki gott út. Fyri ikki at tala um, tá man samanber við tey hægstløntu, sum nú fáa trý, fýra, fimm túsund ella meir lagt omaná um mánaðin - við tí asosiala flatskattinum hjá borgarligu høgrasamgonguni. Vestmanna, tann 31. jan 2012 Ein missur í realløn á 200 kr. um mánaðin Hans Pauli Strøm Havi áður í blaðgreinum viðgjørt politiska ágangin ímóti Vinnuháskúlanum í Havn (fyrr Føroya sjó­mans­ skúla og Føroya maskin­ skúla). Tað sigst nú fyri vist, at landsstýrismaðurin arbeiðir av øllum alvi fyri at fáa flutt útbúgvingarnar norður til Klaksvíkar, og leggja tær undir Tekniska skúla í Klaks­vík. Eitt tað fyrsta politiska snigálopið varð framt tá landsstýrismaðurin út­ setti verkætlanina um mið­ náms­skúla í Marknagili, og fekk framflutt og økt eina játtan til tekniska skúla í Klaksvík. Endmálið varð at tilrættisleggja og framskunda flytingina av maritimu- og maskinútbúgvingum til Klaks­víkar. Hetta er politisk­ ur ágangur ímóti vælvirkandi Vinnuháskúlanum av fúl­ asta slagi. Samstundis er hetta eisini ein oyðslan við almennum peningi við at brúka meira enn neyð­ugt er, tá vit hava eina væl­virk­ andi skúlaeind í Havn. Hetta er eisini ein niður­brótan av fakligum og vitanar­um­ hvørvi, sum er upparbeidd ígjøgnum áratíggjur. Vinnuháskúlin í Tórshavn tømast fyri næmingar Grundgevingin er sambært landsstýrimanninum, at síðani skal ein bachelor­ út­búgving skipast á hægri støði fyri skipsførarar og maskin­meistarar undir Fróð­ skaparsetrinum. Veruleikin er bert tann, at tað fara so fáir næmingar at ganga til hesa útbúgving, at onki verður eftir á Vinnuháskúlanum í Havn. Tann næsti veruleikin er tann, at vinnan úti í heimi spyr ikki eftir hesi bache­ lorútbúgving. Tað sum vinnan spyr eftir, er vinnu­ bræv og arbeiðs­royndir. Í dag ganga um 250 næm­ ingar á Vinnuhá­skúlanum í Havn til sjómans- og maskin­ útbúgvingar í 13 flokkum. Ein stoltur ungdómur, ið hevur dreymar og sum í framtíðini fara at skapa munandi virð­ ir til okkara land. Nú skal hetta niðurleggjast í høv­uðs­ staðnum. Sjómansskúli í 120 ár Í 2013 eru tað liðin 120 ár síðani tað var farið undir sjómansútbúgvingar í høv­uðsstaðnum. Um 100 ár síðani varð farið undir motor­passara og maskin­ passarar­útbúgv­ingar. Hesir skúlar hava ment seg í høv­ uðs­stað­num uppá altjóða støði, og verða næmingar eftir­spurdir um allan heim frá hesum skúlum. Við góðum leiðslum og nærlagni frá lærarum, so hava hesir skúlar verið okkara mest týðandi í okkara framburði sum fólk og tjóð. Faklig grundgeving mælir ímóti Tí er tað ófatuligt at lands­ stýrismaðurin fer soleiðis fram eftir fummum, uttan fak­liga grundgeving. Tað fyri­liggur eitt fakligt álit frá arbeiðsbólki, sum beinleiðis frámælir ætlanini hjá lands­ stýrismanninum. Hvørjar eru grund­ gevingarnar harra landsstýrismaður? Hvat kostar hetta í dupultút­ reiðslum og nýbyggingum? Hvussu nógvir næmingar fara at flyta av landinum av hesum? Hvussu nógvir lærarar á Vinnuháskúlanum verða uppsagdir? Fari staðiliga at heita á Før­ oya løg­mann og rest­ina av lands­stýr­in­um og á allar løgtingslimir, ið vilja og ynskja hesum stolt­leik­an­ um í Føroya skúla­søgu tað besta, um at fáa steðga hesi ørvitisætlan lands­stýris­man­ sins beinanvegin. Tí verður tað ikki steðgað beinanvegin, so fara vit at missa okkara næmingar av landinum, umframt at lær­ arar við altjóða royndum verða sendir til hús. Er Bjørn Kalsø lands­ stýris­maður í fer við at knúsa Vinnu­háskúlan ? Jákup Símun Simonsen býráðslimur í Havn Verður ikki steðgað beinanvegin, so fara vit at missa okkara næmingar av landinum, umframt at lær­arar við altjóða royndum verða sendir til hús Mánaðarløn 20.00 0 Hækking av gjaldi til Heilsutrygd -20 Hækking av ALS-gjaldi á 0,25% -50 Prísvøkstur á 2,6% *) -375 Løn eftir kostnaðarhækking 19.55 5 Sáttmálahækking 220 kr, virði eftir skatt +132 Flatskattalækking **) +1 17 Løn eftir broytingar 19.80 4 Reallønarmissur um mánaðin 196 *) roknað av hálvari miðal húskisnýtslu **) roknað við miðal kommunuskattaprosenti