Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Skelkandi kendust tíðindi henda dagin um uppsagnir í SEV vegna peningatrot og, minn­ist meg rætt, okkurt aft­urat um, at ætlanir um útbygging av somu or­søk máttu sleppast. Kanska sum eindømi á okk­ara leiðum er tað hvørt ein­asta livandi mans­barn í Før­oyum, sum eigur SEV, og eftir øllum at døma eru tað part­ar av somu eigarum, sum í løt­uni forða fyri framburði felag­sins við at sýta fyri fígg­ ing til útbygging. Hetta er av sonnum ein van­lukka fyri okkum øll, tí ikki nýtist at útgreina, hvussu verður, tá vit koma niður aftur á streymloysi eins og í øðrum tilafturskomnum londum, har streymur í besta føri er upp undir van­ligu matgerðartíðirnar ella als eingin streymur, sum rokn­ ast kann við. Vón­andi verður ikki so galið hjá okkum; men minn­ ist bara seinasta - nakr­ar minuttit langa – streym­slit­ið her fyri stuttum, har trilvað varð í myrkri eftir lumma­ lykt og geylað varð, hví tram­ in allar svávul­dós­irnar vóru horvnar! Hvørt menniskja í SEV hevur mær vitandi øll árini havt úr at gera; men uttan løn ber ikki til, so vælsignað verið tykkum,  royni at fáa í afturpartin á teimum upp­ søgdu og dragið tey inn aft­ ur, áðrenn tey fara í annað starv, tí um ikki ber til at fáa nøktandi inntøkur til íløgur við nøkrum oyrum afturat verandi el-prísinum, sum bæði vildi verið tað lættasta og bíligasta, so noyðist Føroya Løgting alt fyri eitt at syrgja fyri lagaligum láni til ætlaðu út­byggingarnar, annars verð­ur heilt galið her á landi. Melodramatiskt kanska; men vit hava øll upp­liv­að fíggj­ar­krepp­ur og banka­ gøl­ur, og hvat ann­að reks­ ast kann upp av óhepn­ari tilgongd seinastu mongu árini her á landi, hvør so skuldina hevur. Álitið á bankunum er so illa farið manna millum, at tað er um at verða útskift við góðu, gomlu madrassurnar at goyma undir. Horvni Sparikassin gav í sínari tíð nøkur oyru í rentu fyri innistandandi, og stjórarnir spurdu, um hví tað var neyðugt at taka lán ella um tað veruliga var neyðugt at taka út í stað­in fyri at seta inn; men nú noyðist tú í bankunum gjalda fyri hvørja krónu inni­stand­andi og ikki minni fyri van­ligt service, sum fyrr var ókeypis, t.d. noyðast vit, haldi eg, gjalda einar 30-40 kr fyri flytan av 100 kr í sam­bandi við eina jarðarferð. Jú, mangt broytist á mansins ævi – Petroliums­ lampurnar hanga til prýðis, og tungi torvburðurin er tíbetur av, leyparnir standa sum fornlutir, og hugnaligi torvroykurin er broyttur til royksprænin upp úr stóru dieselmotorunum á Sundi og í Suðri og úr teim smáu á útoyggjum kring landið. Teir hundraðtals stóru og smáu fossar, sum áur prýddu landslagið, liggja nú tamdir í rørum, okkum øllum til frama. Samstundis ger vindurin framvegis vart við seg og bjóð­ar seg fram, við hvørt við eini illsinnis hvirluglefsi, sum vil hann rættiliga sýna, hvat hann er førur fyri. Á sundum og firðum skvagga hundraðtals milliónir av sjóvarfallsrúmetrum aftur og fram, góðar 6 tímar hvønn vegin, men ikki samstundis og tó so regluliga, at tey kønu næstan minut fyri minut kunnu siga, hvør orkan er í hvørjum plássi sær, hetta um tað bara eydnast at fáa fatur á einum lítlum brøkparti   av hesum velduga tilfeingi, sum í so fall ikki bara er ført fyri at nøkta føroyska tørv­in, allar framtíðar løði­ støðir íroknaðar, men eisini so stóran útflutn­ing, sum tøknin er til. Og sólin, ikki at for­gloyma, er har enn við sínari orku, hóast hon sjáldan sæst; men ljósið er kortini nóg mikið til at reka ymiskar mátistøðir og tílikt. Í Orkuráðnum sótu vit nakrir eitt skifti, og um vit gjørdu nakað til nyttu, kunnu onnur meta um; men í hvussu er fingu vit gjølla vitan um orkuviðurskiftini í grannalondum okkara og eisini niðri á meginlandinum. Eftir bilsni útlendinganna at døma, hava Føroya komm­ un­ur, við sera røskum og dugna­ligum SEV-fólki, eina­ standandi væl klára at varð­ veitt og rikið hetta hepn­asta tiltak, fólk vita um í tílíkum høpi. Í ruskmálinum var tað sama eisini um at eydnast; men har vildi   Havnin ikki vera við, og gjørdist úr­slit­ið tí tað dýrari fyri allar partar enn neyðugt. Tí­betur er samstarvið tó rætti­liga gott teirra millum. SEV og privatir íleggjarar tykjast hava funnið saman, og eiga allar kreftir at vera vælkomnar í eini felags heild­ ar­ætlan, og allar verkætlanir samtyktar í felag, áðrenn farið verður til verka. Um SEV sjálvt kanska kortini kann vera orsøk til hóttandi kreppuna, dugi eg als ikki at meta um. Eins og arbeiðsfólkið skulu akførini í øllum veðri kunna taka seg fram til ábøtur; men við hvørt haldi eg SEV-merktu bilarnar hjá yvirmonnum SEV's síggja í so milliónakendar út, har teir ein og ein koyra húsanna millum í hvør sínum. Tíðir broytast, og helst er skeivt at samanbera við gamlar dagar, tá eykalutir kundu fáast til sámuligan prís; men eitt vet av sjónligari sparing ger ikki verri fyri umdømi felagsins. SEV kennir ivaleyst heims­kendu LEAN-manna­ gongd­ina um, hvussu fræg­ ast kann fáast burtur úr utt­an at siga fólk úr starvi.   Nei, eg veit ikki, hvat fræg­ ast er; men um vit, sum eiga SEV, sjálv nokta okkum sjálvum at stremba framá, so er alt farið, og vit kunnu bara geva skarvin ivir. Um­boðsnevndin kann tað av góðum orsøkum ikki vera; men eg dugi bara ikki at fata, hvør okkara dittar sær at taka avgerðir, sum við tíðini koma okkum øll­um so harðliga aftur um brekku, at tær áttu at verið settar undir fólkaatkvøðu fyri at sleppa undan aftur at detta niður í ein av okk­ara næstan siðvandu oyggja­lands­ kleyvarskapum. Loksins eitt lítið søgu­ligt ískoyti Meira enn aldargamla søgan um el-veiting í Føroyum er væl og virðiliga skrivað av Jógvani Arge í 50 ára ritinum hjá SEV, »Ljós yvir landið« frá 1996 um upprunan og eldra partin og hjá Arn­ steini Niclasen í ritinum »Tíðar­hvarv«  frá 2006 við 60 áramótið hjá SEV um, hvussu virkið felagsins hesi árini hevur hilnast Føroya landi. Ólavur á Heygum Eg skal tí ikki fara meira inn í søguna enn bara nevna toft­irnar frá 1907, sum enn liggja undir Brúðarheyggi har uppi í Fossá í Vestmanna til minnis um ætlanina hjá Ólavi á Heygum til fyrstu roynd í Føroyum at nýta vatn­orku til el-veiting, ein roynd sum longu kveikti 7-8 ára gamla bróðursyni hans­ ara, Harry Fonsdal, áhuga fyri at brynja seg til nyggja roynd á hesum øki. Um heitið SEV Í juli 1989 tók eg í Kongsbergi á band drúgva samrøðu við Harry Fonsdal, góð trí ár áðrenn hann fyri 20 árum síðan 83 ára gamal andaðist nýggjársdag 1992, og loyvi eg mær at endurgeva eitt brot úr hesum práti okk­ara millum, har seinasta frá­ søgn hansara var henda: »Men hetta - SEV - tað er so nakað, sum ongantíð verð­ur gloymt. Tað var tað, eg fór at lesa til. Veitst tú, hvað­ani navnið SEV stavar? Ja, Streymoy, Eysturoy og Vágar; og so er tað has­ in koluveikurin, sev­gras­ið - óført navn. Ja, júst so, eg hevði gingið og spekulerað yvir hetta leingi. Eg minnist, vit høvdu ein fund í løgtinginum; so sigur sýslumaðurin, Gunn­ar Dahl Olsen: ”Hvussu skulu vit kalla hetta?”. Eg skjóti so upp hetta navn­ið, og tað varð so góð­ tikið beinan vegin. Ja, einastandandi gott navn, júst hatta við koluni. Kolan, ja, tú minnist ikki, tá tey brúktu kolu, ha? Jú, jú, vit brúktu kolu und­ir fyrra krígnum. Vit høvdu ein kassa standandi á borð­inum í køkinum við eini skál við lýsi og veikum í - einir fimm í tali, haldi eg. Men so gjørdu teir eisini lýsi­ lampur. Lýsið letur seg ikki súgva, so lampurnar við lýsi høvdu tveir beholdarar, ein hægri og ein lægri. So stendur veik­urin í tí lægra, hagar lýsið gjøg­num eitt rør rennir úr tí ovara beholdaranum, sum lýsið verður latið í.« Eg fari við hesum aftur at takka honum fyri prátið og teim­um báðum, Gunvør, fyri manga góðu løtuna fyri 63-64 árum síðan. Á kyndilsmessu 2012 Fólkaognin SEV á vandakós? Heini Olsen