Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú fíggjarlógin skal til víðari viðgerð í Løgtinginum er løgd fram ein alternativ fíggjalóg. Eitt greitt boð uppá, hvussu vit kunnu velja at raðfesta øðrvísi enn samgongan ætlar í 2012. Helst ongantíð áður er and­støðan komin við so greið­um alternativi til fíggj­ ar­lógaruppskotið frá sam­ gonguni. Eitt alternativ, ið væl kann verða sett í verk, og sum meiriluti uttan iva hevði verið fyri á Løgtingi, um so var at hvørt tingfólk kundi atkvøtt eftir egnari sann­føring. Sjálvberandi búskap skjótari Bruttoskuldin hjá landinum var við árslok 2011 vorðin heilar 5,2 mia. kr. Bara síðan 2008 er skuldin økt við um 2 mia. kr. Við einum rentustøði á umleið 3,8% verða rentuút­ reiðslurnar um 200 mió. kr.. Við fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum skuldi skuldin hækka við 461 mió. kr. afturat í 2012. Hetta er ikki ein gongd leið. Tí ikki bert rentuútreiðslurnar hækka við hesum, vit skulu eisini rinda avdráttir, og jú meira til rentur og avdráttir, jú minni verður til vælferðar­ tænastur. Hallið minkað úr -461 í -147 mió.kr. Neyðugt er, at fremja átøk, ið gera, at landið skjótt røkk­ur javnvág á fíggjar­lóg­ ini og kann byrja at rinda skuldina aftur. Hetta kann gerast veruleiki við eini samanrenning av, at tálma almenna útreiðslu­vøkstr­in­ um, skapa nýggjar inntøkur og fremja nýskipanir innan fleiri øki. Uppskotið frá andstøðuni í fíggjarnevndini merkir, at landið fær eitt úrslit (RLÚ) á -147 mió. kr. í mun til -461 mió. kr. í fíggj­ar­lógar­uppskotinum frá lands­stýrinum. Hetta er ein mun­ur á 314 mió. kr. Tá velur and­støðan enn­ tá at halda hækk­aðu ríkis- veitingina uttanfyri fíggj­ar­ lógina. Nýggjar makrel­ inntøkur og skatta­ lætta, ið vendir sosialt rætt Mælt verður til, at inntøkur landsins økjast við 150 mió. kr. frá tilfeingisgjaldi av makrel­kvotu. Samgongan hev­ur ásett 0 kr. í inntøkum frá makreli. Hartil skal flatskattalættin umleggjast so allir føroyingar í størri mun fáa lut í hesum, og soleiðis at hann kann skapa størri vøkstur og væl­ ferð. Við halli á nærum hálva mia. kr. verður mælt til, at heldur enn at lata 265 mió. kr. í skattalætta í ein­um, verður hesin latin yvir 3 ár. 150 mió. kr. verða latnar í skattalætta í 2012 og restin upp til tær 265 mió. kr. í 2013 og 2014, samstundis sum nýggjar inntøkur og nýskipanir verða framdar komandi árini. Íløgur, ið skapa menning, trivna og virksemi kring landið Mælt verður hartil til, at 315 mió. kr. verða settar av til nýggjar íløgur kring landið í 2012. Umframt at hildið verður áfram við ígongdsettum íløg­ um, so tryggjar uppskotið frá andstøðuni eitt nú, at: - Marknagilsdepilin verð­ur tikin í nýtslu á sumri 2015 og at skúlar í Klaks­vík og Kambsdali verða útbygdir sambært heildarætlan, - Orkugrunnur, ið skal gera í løgur í varandi orku kring landið verður veru­leiki. - Føroyskur eftirskúli fær játtan at fara undir fyri­reikingarnar at fáa neyðug høli. - Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum verða bygdir kring land­ ið. - Heildarætlan fyri fram­ tíð­ar útbygg­ing og við­ líka­hald av sam­ferðslu­ kerv­in­um verður gjørd, so vit tryggja eina fíggjarliga burðardygga loysn tá umræður útbyggingar og viðlíkahald, og for­ kanningar til framtíðar Sand­oyartunnil gjørdar liðnar, so greiða fæst á, hvat skal til, fyri at gera hesa verkætlan til veru­ leika í framtíðini. - Farast kann undir at byggja Tjóðleikhús. Seta gongd á nýskipanir sum skjótast Alneyðugt er, at fáa sett greið mál fyri okkara land og at fremja veruligar nýskipanir í føroyska samfelagnum. Kom­ andi árið fara vit tí at leggja eina røð av uppskotum fyri á Løgtingi fyri at menna og nýskipa føroyska samfelagið. Mælt verður til, at nýskipanir verða gjørdar – í samráð og samstarvi við allar partar – og settar í verk fyri okkara: Fiskivinnu, kommunur og økis­menning, almennu fyri­siting, fólkaskúlar og mið­náms­ skúlar, pen­ sjóns­skipan, skatta- og avgjaldsskipan, orkuøkið og samferðsluøkið. Eisini er stórur tørvur á, at okkara mentanarpolitkkur og vinnupolitikkur verður mentur og málrættaður. Løgtingið fær nú møguleika at velja kós Í løtuni er ómøguligt at síggja, hvørja kós samgongan hevur valt. Alternativa uppskotið til fíggjarlóg frá andstøðuni gevur løgtingsfólkum møgu­ leika at velja eina kós, sum tryggjar: • at vit røkka einum sjálv­ berandi búskapi skjótari, • at hallið minkar úr -461 í -147 mió.kr., • nýggjar inntøkur, • ein umskipaðan skatta­ lætta, ið allir føroyingar fáa gagn av, og • íløgur, ið skapa menning, trivna og virksemi kring alt landið. Hartil verður rætt út ein hond til samgonguna um ikki at steðga nýskipanum, men heldur - saman við and­ støðuni - fáa framt skilagóðar nýskipanir í okkara samfelagi sum skjótast. Samanlagt er hetta av­ gjørt ein møguleiki, ið Løg­ tingið átti at roynt fyri aftur at fáa Føroyar framá. Nú fær Løgtingið møguleika at velja nýggja kós Kristina Háfoss Næstforkvinna í fíggjarnevndini fyri Tjóðveldi Minnilutin í Fíggjar­ nevnd­ini - Javnaðar­ flokk­urin og Tjóðveldi - mæla til, at farið verð­ ur undir eina til­gongd at javnseta ferða­seðla­ kostnaðin millum ferða­fólk, sum ferðast í undir­sjóvar­tunnlum, og ferða­fólk, sum ferðast við Strand­fara­skipum Land­sins. Tá koyrt verður um firðir við bili ella bussi gjøgnum undir­sjóvar­ tunnl­ar rindar tú bert tunnils­gjald fyri bilin, með­an ferðafólkini í bilin­ um sleppa ókeypis. Ferðast tú hinveg­in um firðir við Strand­fara­ skipum Landsins rindar tú ikki einans fyri bilin, men eisini ferðafólkini rinda ferðaseðil. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla til, at inntøkurnar hjá Strand­ faraskipum Landsins verða minkaðar fýra mió. kr. í 2012, so ferða­ seðlakostnaðurin fyri ferða­fólk kann minka við umleið einum triðingi beinanvegin. Hendan til­ gongdin skal halda fram komandi tvey árini, so tað verður ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjó­ vegis í 2014. Ætlanin er, at í 2014 verður gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandfaraskip Land­ sins, eins og tá tú ferðast gjøgnum undir­sjóvar­tunl­ arnar. Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá ein­ari familju við t.d. tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norður um fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bilin. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil. Somu­ leiðis metir andstøðan, at uppskotið vil stuðla upp undir ferðavinnuna í Suðuroynni, Sandoynni og útoyggjunum Við hesum uppskot­ in­um verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin mill­ um tey, ið ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlar, og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Útjaðaranum og ferðavinnuni at frama. Við hallinum á fíggjar­ lógini í huga, so hevur tað týdning at slík uppskot eru ”útreiðsluneutral”, og andstøðan í fíggjar­ nevndini hevur funnið neyð­uga fíggingina í okk­ ara alternativa fíggj­ar­ lógar­uppskotið. Minnilutin í fíggjar­ nevndini vil javnseta økir í landinum Javnaðarflokkurin Mæla til, at farið verð­ ur undir eina til­gongd at javnseta ferða­seðla­kostn­ aðin millum ferða­fólk, sum ferðast í undir­sjóvar­ tunnlum, og ferða­fólk, sum ferðast við Strand­fara­ skipum Land­sins