fríggjadagur 3. februar 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Síðsta landsliðsvenjingin, áðrenn
gjørt verður av, hvørjir 20 skulu við
til La Manga á venjingarlegu um
mánaðarskiftið, verður mikudagin
í komandi viku.
Landsliðsvenjarin hevur
sent boð eftir 21 spælarum, og
millum teirra eru málverjin Jákup
Mikkelsen og Fróði Benjaminsen,
sum hevur verið liðformaður á
landsliðnum, síðani Jákup segði
landsliðnum farvæl fyri skjótt
hálvum øðrum ári síðani.
Jóannes Jakobsen, sum
er hjálparvenjari hjá Lars Olsen
landsliðsvenjara, sigur, at báðir
veteranarnir hava játtað at taka eitt
tørn aftrat á landsliðnum:
- Eg havi tosað við teir
báðar, og teir siga seg vera sinnaðar
at halda fram, um tað er brúk fyri
teimum.
Tá ið síðsti landsdysturin
varð spældur síðsta heyst, dugdi
Fróði Benjaminsen ikki at siga,
um hann fór at halda fram á
landsliðnum. Hann ætlaði at hugsa
seg um í vetur, og nú hevur hann
gjørt av at halda fram.
Í fjør varð heitt á Jákup
Mikkelsen um at traðka til aftur,
tá ið avloysarin, Gunnar Nielsen,
varð skaddur. Ætlanin var, at Jákup
skuldi spæla allar dystirnar síðsta
ár, men eftir summarsteðgin var
hann so mikið skaðaplágaður, at
hann ikki var førur fyri at spæla,
og tí var tað René Tórgarð, sum
vardi føroyska málið í seinastu
undankappingardystunum.
Gunnar
Nielsen
er
framvegis skaddur. Enn er ikki greitt,
nær hann aftur verður førur fyri at
venja og spæla. Kanska verður tað
undan summarsteðginum, men tað
er óvist.
Tað var í heyst ivasamt,
um Jákup Mikkelsen fór at halda
fram at spæla fótbólt á hægsta
støði. Í samrøðu við Sosialin undan
ársskiftinum segði hann tó, at
hann nú var so væl fyri, sum hann
ongantíð var tað í fjør, og tí hevði
hann gjørt av at halda fram í ÍF.
Eisini
Fróði
Benjaminsen
var darvaður av skaðum síðsta
kappingarár. HB var jú í sera
tungum sjógvi, og tí spældi Fróði
mest sum hvørja ferð, hóast hann
ivaleyst viðhvørt hevði havt gott av
at hvílt frá fótbóltinum.
Nú hevur hann hildið frí frá
fótbóltinum í nakrar mánaðir.
Fróði hevur verið í Grønlandi og
smíðað. Hann er nú aftur í HB,
har hann fyrireikar seg til nýggja
kappingarárið, og mikudagin fer
hann – millum annað saman við
Jákupi Mikkelsen – fyri fyrstu
ferð at venja saman við nýggja
landsliðsvenjaranum Lars Olsen.
Teir 21, sum hava fingið boð
at møta mikudagin, eru hesir:
Kristian Joensen, 07 Vestur,
Atli Danielsen, Meinhardt Joensen
og Súni Olsen, B36, Jann Ingi
Petersen, B68, Arnbjørn Hansen
og Hans Pauli Samuelsen, EB/
Pætur Albinus
Tað var undan kappingarárinum í
fjør, at Pól Jóhannus Justinussen
skifti úr B68 til íslendska felagið
Valur, har hann var liðfelagi við teir
báðar føroysku landsliðsleikararnar,
Christian R. Mouritsen og Jónas
Tór Næs. Felagið lá leingi og lúrdi
eftir meistaraheitinum, men eftir
at hava ligið á odda í nøkur umfør,
máttu teir at enda taka til takkar
við einum fimta plássi.
Felagið kom í eina fíggjarliga
kreppu og loystu føroysku leikarar
nar úr sáttmálum sínum.
Navnframir venjarar
Pól Jóhannus Justinussen, sum
hevur verið fastur fúsur á lands
liðnum seinastu dystirnar, kann
spæla nógvastaðni á vøllinum. Fyri
tað mesta hevur hann verið í mið
verjuni, men vinstrabeintur kann
hann eisini spæla vinstri bakkur
og vinstri vongur.
Í leitanini eftir nýggjum felagi
hevur hann hevur verið til royndar
venjingar í eitt nú norska meistara
felagnum Molde FK og í svenska
Landskrona BoIS. Í Molde var tað
fyrrverandi Manchester United-
framherjin, Ole Gunnar Solskjær, ið
var venjari, meðan tað í Landskrona
BoIS var – somuleiðis fyrrverandi
Manchester
United-framherjin
– Henrik »Henke« Larsson, ið var
venjari.
Hetta eru navnframir venjarar,
ið hann hevur havt, men teir valdu
ikki at geva Pól Jóhannusi sáttmála,
og vóru grundgevingarnar m.a. tær
óhepnu, at felagið í táverandi løtu
ikki manglaði spælara á júst á tí
plássinum, hann spældi á.
Í AaB eydnaðist tað
Stutt eftir nýggjár setti danska
superligufelagið AaB seg í samband
við Pól Jóhannus. Teir vildu hava
hann til royndarvenjingar. Hetta
var ikki fyrstu ferð teir gjørdu
tað, tí í novembur í fjør var hann
til royndarvenjingar í júst AaB, og
hevði hann tá staðið seg somikið
væl, at felagið nú aftur vildi síggja
hann – hesaferð við einum sáttmála
fyri eygað.
AaB hevur í vetur veitrað far
væl við tríggjar verjuleikarar, og
høvdu teir tískil tørv á avloys
ara. Pól Jóhannus spældi allar 90
minuttirnar í báðum venjingar
dystunum ímóti Blokhus FC og
Viborg FF, har hann varð brúktur í
miðverjuni undir liðini á fyrrverandi
danska
landsliðsleikaranum,
Thomas Augustinussen, umframt
at enn ein fyrrverandi danskur
landsliðsleikari, Kasper Bøgelund,
spældi á høgra bakki.
Tað gekk eftir øllum at døma
Pól Jóhannusi somikið væl hesar
dystirnar, at AaB, stutt undan flyt
ingarvindeygað lat aftur, royndi
alt hvat tað var ment at skriva sátt
mála við hann. Og tað eydnaðist.
Glyvramaðurin fekk ein sáttmála
fram til kappingarársenda.
– Eg eri sjálvandi væl nøgdur
við at fáa ein sáttmála við AaB.
Tað kundi ikki blivi betri, sigur Pól
Jóhannus.
Ivaðist ikki
Pól Jóhannus hevur verið til
royndarvenjingar í AaB í góðar
tvær vikur tilsamans, men hann
metir tað vera venjingardystirnir,
ið hava gjørt útslagið.
– Tað gekk væl til venjing, men
heg haldi tað var serliga í dysti, at
eg gjørdi mítt inntrykk galdandi,
metir hann.
AaB er eitt sigursvant felag, sum
fyri bara fýra árum síðani gjørdist
Danmarksmeistari. Tað er eisini
kensla hansara, at hetta er eitt stórt
felag.
– Hetta er eitt professionelt felag
við góðum venjarum og góðum
spælarum. Umstøðurnar eru eisini
sera góðar, vísir Pól Jóhannus á og
staðfestir, at tað var uttan himpr, at
hann tók av tilboðnum.
– Tá eitt so stórt felag vil hava
meg at spæla fyri seg, so ivaðist eg
ikki eina løtu. Hetta er jú tað, sum
eg eri farin eftir.
Fer eftir spælitíð
Fyri fáum árum síðani royndu Jón
Rói Jacobsen og Súni Olsen seg
júst í AaB. Teir fingu fitt av leiktíð,
men gliðu at enda av liðnum. Pól
Jóhannus hevur sjálvsagt sett sær
nøkur mál við tilveruni í AaB.
– Mítt persónliga mál her er at
menna meg sum fótbóltsleikara og
sjálvandi fáa so nógva spælitíð sum
tilber, sigur Pól Jóhannus.
AaB er sum nevnt eitt stórt og
sigursvant felag í Danmark, og er
hann tískil eisini greiður yvir, at tað
skalt hart arbeiði til at fáa pláss á
liðnum.
– Men nú eri eg so komin inn
um dyrnar og kjansurin er har. Tað
verður trupult at vinna sær pláss á
liðnum, nú spælararnir eru somikið
góðir. Men tað fer tíðin at vísa, um
eg sleppi á liðið, sigur Pól Jóhannus
Justinussen at enda.
AaB spælir sín fyrsta dyst hetta
hálvárið 4. mars, tá ið oddaliðið FCK
kemur á vitjan.
Lynge væl nøgdur
Navnframi ítróttarstjórin í AaB,
Lynge Jakobsen, er væl nøgdur við
at hava fingið Pól Jóhannus við í
hópin.
– Hann hevur gjørt tað gott og
vakt okkara áhuga undir royndar
venjingini, og við hesum fonginum
hava vit enn størri breidd í verjuni,
sigur hann við heimasíðu felagsins,
og heldur fram:
– Í fyrstu atløgu vildu vit gjarna
skriva ein sáttmála fram til í
summar, og at hann vildi velja AaB,
hevur hann greidliga víst okkum
undir samráðingunum, staðfestir
Lynge Jakobsen.
albinus@sosialurin.fo
Fróði og Jákup taka eitt tørn aftrat
Fótbóltur Veteranarnir eru stevndir til landsliðsvenjingar í næstu viku, og Jóannes
Jakobsen veit at siga, at teir hava báðir játtað at vera tøkir hjá Lars Olsen
Pól Jóhannus Justinussen í AaB:
Málið er at fáa leiktíð
Fótbóltur 23 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, sum í fjør
spældi við íslendska Valur, skal næsta hálva árið spæla við danska superligufelagnum AaB.
– Hetta er tað, sum eg eri farin eftir, sigur hann væl nøgdur um nýggja sáttmálan