Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 3. februar 2012 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Tað er nógv, sum bendir á, at Christian Høgni Jacobsen nú fer at spæla í triði bestu donsku deildini. Í løtuni venur hann í B1908, og í vikuskiftinum spældi hann við í 1. hálvleiki, tá ið B1908 á heimavøllinum í Sundby Idrætspark vann 4-0 á Lolland Falster Alliancen, sum er partur at 2. deild vestur, meðan B1908 luttekur í eystur kapp­ingini. Christian Høgni skoraði til 2-0, tá ið ein hálvur tími var farin, og sambært heimasíðu felagsins stóð føroyski veteran­ urin seg sera væl. Helmingurin av lands­kapp­ ingini í 2. deild er eftir at spæla. Nú fimtan umfør eru avgreidd, er B1908 á áttanda plássi við 20 stigum. Tað eru trý stig niður til niðurflytingarstrikuna. Á heimasíðuni halda teir seg hava gjørt kubbið við at fáa Cvhristian Høgna á liðið. Hann hevur spælt 50 landsdystir fyri Føroyar og skorað tvey mál, og hann hevur verið toppskjútti í føroysku kappingini í 2005, 2006 og 2010. Í Danmark hevur hann áður roynt seg í Vejle, Esbjerg og AB. Christian Høgni er 31 ára gamal. Hann ann hevur verið í fremstu røð í Føroyum síðani 1996, og seinastu árini hevur hann verið liðformaður og høvuðs­álit á NSÍ liðnum. Sam­ bært faroesoccer hevur hann spælt 226 dystir fyri NSÍ og 41 dystir fyri HB. Fyri NSÍ hevur hann skorað 130 mál og 14 mál fyri HB, sum hann umboðaði í 2008 og ein part av 2007 kapp­ ingarárinum. joannes@sosialurin.fo Sunset-kappingin 05/02 14.30 VÍF - Neistin 05/02 14.30 Kyndil - StÍF 05/02 15.00 VB - Tjaldur Atlantic Airways-kappingin 05/02 16.00 VÍF - Neistin 05/02 16.00 Kyndil - StÍF 05/02 19.30 Team Kl. - KÍF Eik-ligan kvinnur 05/02 14.00 SÍ - TB 05/02 14.00 ÍF - Ternan 05/02 14.00 Mjølnir - Dráttur 05/02 14.00 Fleyr - KÍF Eik-ligan menn 05/02 16.00 SÍ - ÍF Hilmar Jan Hansen Hóast kæran hjá KÍF snýr seg um ein ávísan spælara hjá H71, so hevur aganevndin ikki bara sagt sína meining um hetta og einki meira, men hevur samstundis nýtt høvið til at gera vart við, at lógir og reglur hjá føroyskum hondbólti slett ikki eru nøktandi. – Aganevndin er av teirri yvir­ skipaðu fatan, at kappingar­regl­ur­ nar hjá Hondbóltssambandi Før­ oya als ikki eru nøktandi á fleiri økjum, av tí at fleiri reglur eru í kapp­ingarreglunum, sum at síggja til stríða ímóti hvørjari aðrari, eins og ongar beinleiðis ásetingar eru um steypakappingina, sigur aga­ nevndin í úrskurðinum, har tað eis­ini kemur fram, at hetta ikki er fyrstu ferð, nevndin vísir á hetta. – Aganevndin hevur tí í undan­ farnum avgerðum heitt á Hond­ bóltssamband Føroya um at fara undir eina gjølliga endurskoðan av kappingarreglunum við atliti til at gera tær greiðari og á ein slíkan hátt, at tað ikki framyvir er sínámillum ósamsvar í reglunum. Aganevndin vil við hesum nýta høvið til enn einaferð at gera vart við henda trupulleika og at endurtaka áheitan sína til Hondbóltssamband Føroya. Her er eingin slingur í valsinum, men so mikið greið tala, at tað er torført at ímynda sær, at henda sera greiða áheitan ikki verður tikin til eftirtektar á hægsta stað í før­oyskum hondbólti. Alt endurskoðast Kristian Johansen, formaður í Hond­bóltssambandinum, sum eis­ini sjálvur vanliga situr í aga­ nevndini, men ikki var við í við­ gerð­ini av júst hesi aktuellu kæruni, lovar eisini, at nú skulu reglurnar gjøgnumgangast væl og virðiliga: – Tað gjørdu vit eisini fyri ein­ um ári síðani, tá vit fingu ymisk sjó­nar­mið fram, so hetta er nakað, vit hava arbeitt við. Men nú fara vit at taka hetta upp beinanvegin, so vit kunnu hava alt klárt, tá kapp­ ingin aftur fer í gongd í heyst, sigur hann. Viðvíkjandi tí, at eitt felag kann hava meira enn eitt lið við í steypa­ kappingini, sum eitt nú H71 hevur havt tað nú, so vísir for­mað­urin í Hondbólts­sam­band­inum á, at tað ikki er nakað nýtt, tí bæði í 1987 og 1988 átti Neistin bæði liðini í kvinnu­finalunum. – Tí er hetta nakað, sum er gam­ alt í føroyskum hondbólti. Men eg dugi eisini væl at síggja, at var hetta ikki ein møguleiki, at sama felag hevði meira enn eitt lið við í steypa­kappingini, so hevði henda støðan, sum kann sigast at vera orsøk til aktuellu kæruna, slett ikki verið íkomin. Hetta er eisini nakað, vit óivað fara at hyggja at, tá vit fara at endurskoða allar reglurnar, sigur Kristian Johansen. Einki at vísa til Júst vantandi reglurnar fylla nógv í úrskurðinum hjá aganevndini, ið fleiri ferðir nevnir tað sum størsta trupulleikan, ið ger, at illa ber til at viðgera eina kæru ordiliga. – Eitt hetta málið verður nervað av, at kappingarreglurnar ikki eru nóg greiðar og at eingin beinleiðis áseting er í kappingarreglunum um, hvørjar reglur eru galdandi fyri steypakappingina, sigur aga­ nevnd­in, ið at síggja til bara kann gita, hvat hon í grundini skal taka støðu útfrá: – Somu reglur, herundir reglur um flyting millum lið, mugu metast at vera galdandi fyri steypa­kapp­ ingina, sum fyri lands­kapp­ingina, tí við teimum til­lag­ingum, sum mugu metast at vera náttúrligar. Kanska sigur tað eisini eitt sindur um vantandi reglur á øk­ inum, tá hugt verður at kæruni frá KÍF, sum ikki vísir til eina ein­astu lógargrein ella áseting. Hóast koll­ firðingar vita, hvat teir vilja kæra, so hevur neyvan heldur verið heilt lætt hjá teimum at orðað eina kæru, tí ógreiðan um, hvat í veruleikanum er galdandi og ikki, er so ovurstór. Kollfirðingar kærdu hoyvíkingar, tí ein av málverjunum, Hanus Kristiansen, skuldi havt spælt við besta liðnum hjá H71 í fyrru hálv­ finaluni í steypakappingini og síð­ ani eisini spælt við næstbesta lið­ num hjá H71 í seinnu hálvfinaluni ímóti KÍF, hóast hann ikki hevði loyvi til tað. Í sínum lagi vísti H71 aftur, at felagið hevði brúkt nakran ólógligan spælara. Nú hevur aganevndin hjá Hond­ bólts­sambandinum gjørt úrskurð, ið kemur til ta niðurstøðu, at Hanus Kristiansen ikki var ólógligur spælari, og tí fær KÍF ikki viðhald í kæru síni. Venjarin hjá KÍF, Jan Ottosen, ið saman við formanninum, Robert Poulsen, legði navn til kæruna, er rættiliga fáorðaður, nú aganevndin er komin við sínum úrskurði: – Eg havi ikki tað stóra at við­ merkja, annað enn at eg eri glaður fyri, at tað verður staðfest, at reglurnar ikki eru nøktandi, tí tað eru tær jú slett ikki, sigur Jan Ottosen, sum eisini vónar, at Hond­ bólts­sambandið nú tekur og um­ skipar steypakappingina. – Onga aðrastaðni í verðini eru fleiri lið úr sama felag við í somu steypakapping, so um tað eisini verður broytt, tá tað nú skal gerast nakað við reglurnar, so er tað ongantíð betri. So sleppa vit eisini undan, at tað, sum vit hava kært um, kann endurtaka seg. At kæran er afturvíst, merkir so aftur tað, at støðan er óbroytt, tí H71, sum vann dystin ímóti KÍF, er framvegis finalistur og skal um eina viku royna seg í steypafinaluni ímóti Neistanum. hilmarjan@sosialurin.fo KÍF ikki viðhald Hondbóltur Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur víst aftur kæruni frá KÍF um ein spælara hjá H71 í seinni hálvfinaluni í steypakappingini, og tí er framvegis galdandi, at H71 spælir steypafinalu ímóti Neistanum Reglurnar verða broyttar Hondbóltur – Vit fara nú at gjøgnumganga allar reglurnar, so vit fáa dagført tað, sum skal dagførast. Málið er, at vit skulu hava alt klárt til komandi kappingarár, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen Christian Høgni venur á Amager Fótbóltur Fyrrverandi NSÍ liðformaðurin venur í B1908, sum hann í vikuskiftinum skoraði eitt mál fyri í venjingardysti Dystir um vikuskiftið: Savnsmynd