fríggjadagur 3. februar 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í sendingini »Tá lívið gerst ov tungt«,
sum bleiv víst í sjónvarpinum hós
kvøldið, sóu vit Onnu Dánjalsdóttir
greiða frá um sonin, Rógva Jacobsen,
sum gjørdi sjálvmorð tíðliga í summar.
Hann hevði verið sálarsjúkur í tíggju ár.
Anna Dánjalsdóttir heldur, at fólk við
sálarligum sjúkum fáa ikki ta hjálpina,
teimum tørvar.
Heilivágur var egin ábyrgd
Rógvi Jacobsen bleiv fyrstu ferð sjúkur
í 2001, tá hann var 23 ára gamal og var
undir hægri lesnaði í Glasgow. Hann
flutti tá aftur til Føroyar, og hereftir
fekk hann heilivág og var javnan
innlagdur. Sum paranoid skizofren
mátti Rógvi Jacobsen taka nógvan
heilivág, sum var lívsneyðugur. Hóast
hann var sjúkur og stundum sera illa
fyri, so bleiv tað álagt honum sjálvum
at avheinta heilivágin á apotek-
inum og síðani fara í Heimatænastuna
at fáa henda heilivágin, sum var í
sproytu.
– Tað var onkuntíð, at hann stóð
leingi niðri á apotekinum og bíðaði
eftir heilivági, og onkuntíð kundi tað
henda seg, at reseptin ikki var klár, og
tað kundi stressa hann, sigur Anna
Dánjalsdóttir.
– At hann fyrst skuldi avheinta
heilivág og so fáa hesa sproytuna, tað
var ikki serliga motiverandi, tá hann
frammanundan ikki var glaður fyri at
taka heilivág, greiðir Anna Dánjals
dóttir frá. Hon heldur tað ikki vera
rætt, at fólk, ið eru so sjúk, skulu hava
ábyrgd av egnum heilivági.
– Sjálvandi skulu sálarliga sjúk eisini
hava ábyrgd í tann mun, tey megna
tað, men at lata ein persón, sum er so
sjúkur, sum Rógvi var, hava ábyrgd av
at avheinta sín egna heilivág, tað er ikki
rætt, sigur Anna Dánjalsdóttir. Sum
foreldur høvdu Anna Dánjalsdóttir
og maður hennara ofta ampa av, um
sonurin nú eisini fekk heilivágin, hann
hevði fyri neyðini. Serliga tá tey vóru
stødd uttanlands. Her er tað, Anna
heldur, at skipanin haltar.
– Tað eigur ikki at vera soleiðis, at
tey avvarandi altíð mugu halda eyga
við, um tann sjúki tekur heilivág. Hes
um eigur skipanin at syrgja fyri, men
onkuntíð var tað næstan, sum um einki
eftirlit var yvirhøvur, greiðir Anna
Dánjalsdóttir frá.
– Eg vildi ikki vera behandlari ella
hava eftirlit, men bara vera mamma,
sigur Anna Dánjalsdóttir.
Eingin visti av hvørjumøðrum
Ein av størstu trupulleikunum hjá
Rógva Jacobsen og teimum avvarandi
var, at teir ymsu mynduleikarnir ikki
samstarvaðu nóg væl, og tað førdi
mangan til misskiljingar og óhepnar
støður.Ein av grundgevingunum var
tagnarskyldan, men ístaðin fyri at
verja sjúklingin, var hetta beinleiðis
við til at gera støðuna verri. Møguliga
var tað júst tað manglandi samstarvið
millum mynduleikarnar, sum gjørdi, at
tað kundu ganga næstan tveir mánaðir,
har eingin varnaðist, at Rógvi ikki møtti
upp til at fáa heilivág sum sproytu.
– Rógvi stuðlar, sum komu tvær
ferðir um vikuna, og økissjúkrasystirin
kom við jøvnum millumbilum, men
tað var ofta, sum vistu tey ikki av
hvørjum øðrum. Tá hann bleiv inn
lagdur kom tað fyri seg, at stuðlarnir
og heimasjúkrasystirin ikki vistu um
hetta, og hann mátti sjálvur ringja runt
og geva boð, sigur Anna Dánjalsdóttir.
Hon vísir á, at áðrenn økið bleiv lagt
undir heimarøktina, so gekk Rógvi
Jacobsen út á ambulatoriið á psyki
atriska deplinum.
– Tað riggaði væl, tí tá kundi hann
fáa eitt prát og leiðbeining frá sjúkra
systrini, sum var á staðnum, sigur Anna
Dánjalsdóttir. Hon leggur tó dent á, at
okkurt er broytt til tað betra seinastu
árini, men heldur, at tað framvegis er
nógv, sum kundi verið gjørt betri.
– Allastaðni í skipanini eru starvsfólk,
sum eru góð við sjúklingarnar, og tey
gera veruliga eitt stórt arbeiði, men
mann kann altíð gera tingini betur,
sigur Anna Dánjalsdóttir.
Anna saknar eina tilbúgving
Anna Dánjalsdóttir heldur, at tað átti
at verða eitt slag av tilbúgvingarætlan,
soleiðis at allir partar vita, hvussu
– Skipanin riggar ikki nóg væl, og tað mangla tilboð til tey fólkini,
ið eru sálarsjúk. Tað sigur Anna Dánjalsdóttir, mamma Rógva
Jacobsen, sum var sálarliga sjúkur og tók sítt egna lív í fjør
mugu tosa
opið um
sálarsjúku