fríggjadagur 3. februar 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
5
VIKUSKIFTI
mynd: Jens Kristian Vang
farast skal fram, tá ein sálarliga sjúkur
persónur ikki tekur heilivág og gerst
sera illa fyri.
– Eg minnist ta einu ferðina, tá
Rógvi var so mikið sjúkur og sjálvur
ynskti at verða innlagdur, at vit fóru
út á psykiatriska depilin við honum.
Har sótu vit leingi og bíðaðu, ímeðan
starvsfólkini skuldu finna útav, hvat
skuldi gerast við Rógva, greiðir Anna
Dánjalsdóttir frá. Eftir langa bíðitíð
fingu tey at vita, at Rógvi Jacobsen skuldi
ígjøgnum kommunulæknaskipanina,
og tað heldur Anna Dánjalsdóttir ikki
ber til í einum slíkum føri sum við
soninum.
– Hann var eitt akutt tilfeldi, og tá
kann mann ikki fara ígjøgnum komm
unulæknaskipanina fyri at fáa hjálp,
sigur Anna Dánjalsdóttir, sum var
noydd til at taka sonin við heim henda
dagin, hóast hann var sera illa fyri. Hon
ringdi læknan dagin eftir, og tá bleiv
Rógvi Jacobsen innlagdur.
– Har manglar veruliga ein tilbúgv
ing til tey sálarsjúku fólkini, sum hava
tørv á bráfeingishjálp, sigur Anna
Dánjalsdóttir.
Tilboð mangla
Hóast Rógvi Jacobsen stundum var sera
illa fyri sálarliga og tískil ikki kundi
hava eitt fast starv eins og onnur fólk,
so heldur Anna Dánjalsdóttir tað vera
umráðandi, at sálarsjúk ikki verða slept
upp á fjall og kenna seg sum ónyttur.
Og tað eiga mynduleikarnir at hjálpa
við. Anna Dánjalsdóttir heldur, at
sálarsjúk ikki verða raðfest ovaliga í tí
politisku skipanini, og at hetta kanska
kostar meira í síðsta enda.
– Rógvi var intelligentur og dugdi
ótrúliga væl eitt nú matematik, alis
frøði og enskt. Eitt stutt tíðarskeið
var hann lektiuhjálp hjá næmingum
á studentaskúlanum, men tað bleiv
ongantíð til nakað fast, sigur Anna
Dánjalsdóttir. Hon fílist á, at tað er
familja, vinir og kenningar, sum skulu
hjálpa tí sálarsjúka at fáa eitt arbeiði,
sum viðkomandi megnar at hava.
– Skipanin átti at funnið teimum
eitt starv, soleiðis at tey føla eina mein
ing við lívinum og kunnu kenna seg
til nyttu í samfelagnum, sigur Anna
Dánjalsdóttir. Soninum dámdi væl
at takast við ymiskt, men sambært
Onnu Dánjalsdóttir manglaðu tilboð
til sonin.
– Honum dámdi væl at koma út
í ergoterapiina, tí har plagdi hann at
mála. Trupulleikin var tann, at har
kundi hann bert ganga tríggjar mánaðir,
eftir at hann var útskrivaður. Tá hesir
mánaðirnir vóru farnir, so hevði hann
ikki nakað ordiligt at fara til, sigur
Anna Dánjalsdóttir.
Fokus á sálarsjúkur
Orsøkin, til at Anna Dánjalsdóttir
hevur valt at siga frá søguni hjá Rógva
Jacobsen og familjuni í fjølmiðlunum,
er, at hon heldur tað vera alneyðug, at
ljós verður varpað á henda samfelags
bólkin og tær avbjóðingarnar, sum
tey sjúku og teirra avvarandi dagliga
uppliva. Mest av øllum ynskir hon, at
sálarsjúkur ikki skulu vera tabu, og at
tey sálarsjúku á ongan hátt skulu kenna
seg sum taparar.
– Ofta haldi eg, at tey sálarsjúku
verða uppfatað sum annanklassa
borgarar og verða ikki vird, sum eitt
hvørt menniskjað eigur at verða virt.
Tað manglar ótrúliga nógv vitan og
upplýsing um sálarsjúkur. Tað er,
sum missa tey vanlig rættindi, heldur
Anna Dánjalsdóttir. Eisini er tað sam
bært henni alt ov nógvar óneyðugar
forðingar, sum sálarsjúk. Sum dømi
nevnir hon, at Rógvi ikki kundi fáa
ferðatrygging, tá hann skuldi uttanlands
saman við familjuni.
– Vit fingu bara at vita, at hann ikki
kundi fáa ferðatrygging, av tí at hann
hevði verið tilknýttur psykiatrisku deild
seinastu tvey árini. Eg skilji bara ikki,
at eitt tryggingarfelag so kann geva eitt
nú einum hjartasjúkum ferðatrygging,
sigur Anna Dánjalsdóttir og harmast
um, at vitanin um sálarsjúkur tyikist
vera so lítil.
– Tað er neyðugt, at vit øll tora at
tosa opið um sálarsjúkur, tí tað er ikki
nakað, ið eigur at verða tagt burtur.
Einans við at tosa um tað, kann
vitanin gerast størri, og karmarnir hjá
hesum fólkunum betrast, sigur Anna
Dánjalsdóttir.
Sendingin »Tá lívið gerst
ov tungt« verður endursend
sunnukvøldið.
– At Rógvi fyrst skuldi avheinta heilivág og so fáa hesa sproytuna, tað var ikki serliga motiverandi, tá hann frammanundan ikki var glaður
fyri at taka heilivág, greiðir Anna Dánjalsdóttir frá. Hon heldur tað ikki vera rætt, at fólk, ið eru so sjúk, skulu hava ábyrgd av egnum heilivági.