fríggjadagur 3. februar 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
6
VIKUSKIFTI
Ljósareytt prýði
Hálsketur, oyraringar, armbond – ja, nærum allar smúkkur í ljósareyðum eru
nú lagdar fram í teimum ymsu mótahandlunum. Ætlar tú at nýta ljósareyðar
smúkkur, so eru eitt nú stórar hálsketur við djóramotivum nógv at síggja.
T-troyggjur til
gerandisdagin
Fyri at fáa eitt sindur av ljósareyða
rákinum inn í gerandisdagin, kanst tú
altíð nýta t-troyggjur í litinum. Heldur tú
liturin er ov sterkur, so er tað nevniliga
eitt gott hugskot at seta litin saman
við vanligum cowboy buksum og einum
klædningsjakka ella leðurjakka.
Til tær djørvu
Helst eru tær flestu ikki líka djarvar
sum Avril Lavigne, sum á myndini
sæst við ljósareyðum strípum. Men
hetta er tó ein møguleiki, um tú vilt
koyra stílin fult út. Tað ber væl til at
keypa sær extensions lokkar í øllum
hugsandi litum – eisini ljósareyðum.
Sum sæst á myndunum her, so er tað
einans hugflogið, sum setur markið,
tá ið umræður ljósareyða mótan.
Eitt ljósareytt vár
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Nú er várið varisliga ávegis við sterkum
litum og spennandi prenti. Ein litur, sum
verður dominerandi í vár, er ljósareytt,
sum longu nú sæst í flest øllum
mótahandlum. Her eru nøkur boð upp á,
hvussu tú nýtur ljósareyða stílin
Pink Pumps frá Bianco
Bianco er við uppá ljósareyða rákið, og
við ljósareyðu skónum, sum hava fingið
heitið Punk Aida Pumps, gevur Bianco
sítt boð uppá vársins móta.
Taskur til skógvarnar
Eins og altíð er tað rættiliga tjekkað at hava
tasku og skógvar í sama liti. Tímir tú ikki at
eksperimentera við rákinum, so kanst tú altíð leita
tær til klassiska stílin við matchandi tasku og skóm.