Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 3. februar 2012 7 VIKUSKIFTI Hvussu tíðliga gjørdi tú av at lesa teologi? Tá eg var 20 ár. Umhugsaði fleiri ymiskar útbúgvingar, men 2 góð sabbatár gjørdu meg vísan í, at eg skuldi lesa teologi, og tað havi eg avgjørt ikki angrað! Sum barn tosaði eg eisini fleiri ferðir um at gerast prestur, er mær sagt. Legði mær altíð væl í geyma tað, eg hoyrdi og upplivdi i kirkjuni, ikki minst sálmarnar.   Lá tað alla tíðina í kortunum at títt prestakall skuldi vera í Føroyum? Slett ikki. Hevði roknað við at gerast prestur í Danmark. Men tá embætið í Fuglafirði gjørdist tøkt samstundis sum eg varð útlærd, fingu vit hug at søkja hendan vegin. Maður mín er føroyingur, og børnini vóru undir skúlaaldur tá, so stundin var hin rætta. Vit hava tað ógvuliga gott her.   Hevur tú ætlanir um at halda prædikurnar á føroyskum um eina tíð? Eg havi hildið  fleiri gudstænastur á føroyskum, men bert barnagudstænastur. Føroyska mállæran er ógvuliga trupul.   Hvat ger tú i frítíðini? Við smáum børnum og nýggjum starvi er ikki tann stóra frítíðin, men eg syngi so nógv, sum yvirhøvur gjørligt, helst í kóri.    Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Hevði føroyska summarið verið 25 hitastig, hevði tað verið heilt perfekt.   Dámar tær føroyskan mat? Ja! Eg elski steikt ræst kjøt. Turr grind er eisini lekkurt. Føroyskur matur er rættiliga gráur og óestetiskur, og verður oftast borðreiddur við beinum, skinni, eplum við skæli, fisk og seyð við eygum og so framvegis. Men tað smakkar munandi betri enn tað sær út – og smakkar betri enn tað luktar.    Hvør árstíðin er hin besta? Summið. Men hvør árstið hevur sína sjarmu. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi? Deadline, Natholdet og De unge mødre    Hvussu er títt sinnalag? Var illsint sum barn, men tað er blíðkað nakað við árunum.    Fylgir tú væl við í donskum samfelagsviðurskiftum? Ja, men helst meira við teimum føroysku nú, eftirsum eg búgvi her.   Um tú ikki búði í danska ríkinum, hvar hevði tú so vilja búð? Eitt stað við lekrum mati og góðum tónleiki. Til dømis Italia. (Men teir eru katolikkar, so tað verður ikki lætt hja mær at fáa prestaembæti har...)   Hvør bók liggur á náttborðinum? Tað er nú mann skal lúgva og siga eina ella aðra vísa bók hjá Dostojevskij, ikki so? Erliga útgávan: eitt 4 mðr gamalt Ude og hjemme. Eg nái ongantíð at lesa um kvøldarnar, sovni áðrenn høvdið rakar koddan. Var í Póllandi á jólum. Sum altíð, tá eg eri uttanlands jóla­aftan, fór eg í kirkju. Ikki av átrúnaðar­ ligum fjøtrum, eg eri langt síðani givin at trúgva upp á jólamannin og aðrar forniskar menn. Eg upplivi eina jólamessu sum eina mentanarliga hending, ja, sum ein sjónleik, eina tragediu og komediu í senn. Meðan eg siti í Mariukirkjuni í Barlinek jólaaftan, fari eg at hugsa um, hví póllendingar eru so trúgvandi. Hvat hava tey Gudi fyri at takka? Tey, sum nú liva. Fyrst gav hann teimum nasismuna, so kommunismuna og nú hava tey fingið ES og ivaleyst mafiu eisini sum hini sokallaðu frælsu londini eystanfyri. Hoyrdi fyrr um dagin, at tey eru katólsku kirkjuni so takk­som, tí hon hjálpi Walesa og hansara fólki við at beina fyri komm­ unismuni. Soleiðis ber sjálvandi eisini til at skilja støðuna. Tey eru ivaleyst eisini Gudi takksom fyri, at kommunistarnir gjørdu av við nasistarnar. Og vóna, at hann eisini setur Merkel og hennara túsundárasamveldi til skáks. Men tey takka so Gudi hvønn dag, fleiri ferðir um dagin, og seta sítt álít á hann. Longu hálvan tíma, áðrenn messan byrjar, tann fyrra jóla­ aftan, koma fólk í kirkjuna. Uttan háva, signa seg, áðrenn tey finna sær ein sess og seta seg at biðja líka til autoriseraðu sendimenn Guds hjá katolikkum taka við og framføra ritualið saman við hálvvaksnum dreingjum, sum hava fingið lovað spælipláss í Himmiríki. Altargongd, vit fáa eitt lítið runt papppetti stungið millum varrarnar, hini millum tvey orð í einari innantanna bøn, men einki vín fáa vit, tíverri. Tað skolar ein av løggildu umboðsmonnunum niður í einum, tá altargongdin er liðug. Kalikurin verður turk­aður, sum siður er, og settur aftur í skápið, har hann stendur í ein tíma til næstu jólamessu. Undir­ tøkan er so góð, at øll sleppa ikki inn í einum, hóast nógv standa. Eg fór inn í eitt vertshús eftir at hava fingið Guds orð á pólskum. Gud dugur øll mál, eis­ ini føroyskt síðani 1937. Uppi yvir einari hálvsterkari bjór hugleiddi eg um, hví fólk, sum hava havt so nógvar líðingar, fram­vegis seta sítt álit á Gud og ikki seg sjálvan og takka honum fyri, ja, alt. Amerikanska diskogólið á stór­skíggjanum og í fløgu­spælar­ anum fekk meg at rýma eftir tvær øl. Annars var stuttligt at eyg­leiða nakrar gullfiskar, slørstertar, í fragdfiskabúrinum í verts­húsinum. Teir larmaðu ikki. Gekk gjøgnum dapra og myrka miðbýin heim á hotellið. Uttan fyri eitt annað skeinkistað var stórt slagsmál, róp og øði og fullir menn og fullar kvinnur. Klokkan var eitt jólanátt. Hugsaði, hvar er gleðin, hví eru perurnar í gøtuljósunum ikki sterkari, nú ikki longur ber til at geva kommunismuni skyldina fyri alt ilt? Ella var kommunisman bara eitt stutt kapittul í einari langari søgu, har sum Gud og Maria eru tey einastu, sum eru við í hvørjum kapitli, høvuðspersónar í søg­uni um eina tjóðarsál, sum einki megnar at broyta. Jólaaftansdag vóru vit í einum øðrum býi, Gorzow, á markn­ aðar­torginum har. Tey seldu klæði og skógvar. Men ein búð seldi øl og borð vóru uttanfyri. Eg sá, at inni drukku menn úr smáum gløsum. Fór inn og bað um vodka. Nei, tey høvdu ikki vodka. Á veg útaftur kom róp í, teir bóðu meg koma aftur til diskin. Konan innanfyri fór undir diskin, og eg hoyrdi, at hon stoytti í eitt glas. Hon setti so eitt vatn­glas á diskin og segði snaps. Hvussu nógv? Nei, hann kostar einki. Skál, snapsurin smakkaði væl og gagnaðist sera væl. Skilti, at tey høvdu ikki loyvi til at selja sterkt, bara øl. Eg segði gleðilig jól og fór. Vit skuldu aftur á hotellið við bussinum. Umafturafturum høgni djurhuus Anne Mette g. Klemensen lagt til rættis: Leo Poulsen Tosaði longu sum barn um at gerast prestur Fuglafjarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, fekk tíðliga í sínum ungdómi samband til Føroyar, og her hevur hon eisini funnið sær mann. Hon elskar føroyskan mat, og tá hon hyggur í sjónvarp eru »De unge mødre« á skránni, og hevði føroyska summarið verið 25 stig, hevði tað verið perfekt Papp og vodka