fríggjadagur 3. februar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
8
VIKUSKIFTI
Speed flying
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyrst í vikuni kom myndamaður
okkara Jens Kristian Vang fram á
tveir mans, sum vandu við fallskíggja
í Sandvíkum beint uttan fyri høvuðs
staðin.
Hann steðgaði á og tók nakrar
myndir av teimum, meðan teir royndu
fallskíggjan í vindinum.
Tað er Sámal Gunnarsson, sum
hevur ein fallskíggja, ið verður brúkt
ur til sonevnt Speed Flying, og hendan
dagin vandi hann við Noah Chaparro
í bønum í Sandvíkum.
– Eg keypti mær fallskíggjan fyri
tveimum árum síðani, tá ið Para
gliding var eitt sindur frammi her
heima. Eg kannaði tað eitt sindur
nærri og helt, at Speed Flying riggaði
minst líka væl til Føroyar, sigur Sámal
Gunnarsson.
Munurin millum Paragliding og
Speed Flying er, at í Speed Flying fara
fólk ikki langt upp frá jørðini. Fall
skíggin er minni enn tann, sum verð
ur brúktur til Paragliding, og hann
verður brúktur til at sveima við ferð
beint oman fyri jørðina. Hetta er sera
populert í millum annað Noregi, har
fólk fara niðan í fjøllini og sveima við
nógvari ferð oman aftur beint oman
fyri fjallasíðuna.
– Vanliga fer mann millum ein og
tjúgu metrar upp frá, men tað snýr
seg um at halda seg tætt at jørðini,
so tað ber til at uppliva ferðina meira
intensa, sigur Sámal Gunnarsson.
– Mann skal renna skjótt, tá mann
fer avstað, og mann skal eisini timað
lendingina væl, tí mann kemur niður
við nógvari ferð.
Fallskíggin, sum verður brúktur
til Speed Flying, kann brúkast í vindi
upp til einar 15 m/sek, og tað ger hann
væl egnaðan til føroysk viðurskifti.
Sámal sigur seg vóna, at fleiri fara
at fáa áhuga fyri Speed Flying, so at
tað í framtíðini ber til hjá fleiri at
finna saman í ein felagsskap at fáast
við hetta ítriv.
Í Speed Flying ber til at sveima í fallskíggja við
nógvari ferð beint oman fyri jørðina
Sveimandi
stuttleiki
myndir: jens Kristian vang