fríggjadagur 3. februar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
10
VIKUSKIFTI
ARKITEKTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Allir býir við virðing fyri sær sjálvum
hava eina ferðslunevnd, nøkur fólk, sum
arbeiða við ferðslu og parkeringsplássum
burturav. Men hvør býur hevur eina
nevnd, hvørs arbeiði er at bøta um um
støðurnar hjá fótgangarum og fólki á
súkklu – altso har menniskjað er í fokus
og ikki bilurin? Hetta spurdi danski
arkitekturin Jan Gehl fleiri føroyingar
fríggjadagin í farnu viku. Ein við
komandi spurningur til tey, sum eru við
at planleggja býir, politikarar, embætis
fólk, ráðgevar og annars øll sum búgva
í bygdum og býum, helt Arkitektafelag
Føroya, sum hevði fingið Jan Gehl í
Norðurlandahúsið í Havn.
Salurin taldi sanniliga eisini nógv
fakfólk. Stórur partur av tekniskudeild
hjá Tórshavnar býráð var til staðar,
eisini Landsverk var vælumboðað. Tað
var fakligheitin sum heild.
Men salurin taldi eisini leik so væl
sum lærd. Eg fari í tráð við ungsinta
lyndi hjá arkitektinum at loyva mær at
staðfesta, at fyrilesturin var viðkomandi
fyri bæði báðar partar, og at talan var
um eitt feitt ókeypis tiltak.
Fakligi parturin
Fakliga var tað ómetaliga áhugavert. Tí
tað er rættiliga klikkað, fyri nú at halda
fast við ungdómliga tónan, sum fólk
kunnu skræða seg um at trý parkerings
pláss hvørva á gongugøtuni í miðbýnum
í Havn, ella at nøkur parkeringspláss
hvørva á Skálatrøð ein lítlan vetur?
Ein foreinklað útgáva av boðskapinum
hjá Gehl kundi verið, at bilurin í alt
ov stóran mun hevur valdið á okkum
menniskjum. Vit planleggja heilar býir
út frá vegum og parkeringsplássum.
Úrslitið er, at bilurin ongantíð hevur
verið lukkuligari enn tað sama, men
umstøðurnar hjá tær og mær, menn
iskjanum, eru versnaðar munandi.
Harvið er tað ikki sagt, at skoyti
breytin á Skálatrøð skal liggja har,
sum hon liggur og vera ljótari á at lýta
enn tær flestu lítið prýðiligu ítróttar
hallirnar kring landið. Men hugsa vit
utilitaristiskt, altso um samlaðu gleðina
millum menniskju, so er lítið at ivast í,
at tey túsundtals børn og vaksin, sum
hava skoytað veturin burtur á Skála
trøð, hava havt størri gleði av hesum
fermetrunum av ísi, enn teir 20 fornerm
aðu bilførararnir hava syrgt orsakað av,
at teir seinastu vetrarnar hava verið
noyddir at seta bilin aðrastaðni enn
teir plaga gerandisdagar millum átta
og fýra. Strævið?
Dømi við Skálatrøð er mítt. Gehl
vildi ikki taka støðu til føroysk viður
skifti. Tað var ov vágið og ov djarvt,
helt Gehl, sum hevði verið í Føroyum
í minni enn eitt døgn, tá hann helt fyri
lesturin. Sjálvandi hevur hann rætt í
hesum. Og hetta var fyri so vítt tað
einasta harmiliga við fyrilestri hansara,
at hann ikki fekk svarað upp á spurn
ingar, sum okkara nærumhvørvi reisir
hvønn dag og sum eisini vórðu settir í
salinum fríggjadagin.
Parfumuhyllin hjá konuni
Tað, sum eisini gjørdi Gehl ómetaliga
áhugaverdan at lurta eftir, var, at hann
Møguleikarnir hjá menniskjanum í býnum eru versnaðir, men
bilurin er lukkuligur. Tað heldur viðurkendi danski arkitekturin
Jan Gehl, sum vísir á, at bilurin hevur fingið alsamt betri
umstøður og breiðari vegir síðani hann gjørdist partur av
býarmyndini. Jan Gehl ynskir menniskjað aftur í miðpunktið
Bilurin
broytti
býin
Mongu áhoyrararnir lurtaðu sum við andakt. Vónandi løgdu fakfólkini
sær orðini hjá Jan Gehl í geyma, tí nógv er at vinna við at hugsa um
rúmið millum bygningar og ikki einans sjálvar bygningarnar