fríggjadagur 3. februar 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
11
VIKUSKIFTI
dugdi so sera væl at flætta sín egna
persón inn í søgurnar. Hetta gjørdi hann
á ein dámligan, fangandi og sjarmer
andi hátt. Við myndum kring knøttin
vísti hann væl eydnaði og minni væl
eydnaði støð.
Hann greiddi frá, hvussu arkitektar
og býarskiparar í alt ov stóran mun
bygdu út frá einum sokallaðum tyrlu
perspektivi. Á henda hátt síggja býar
og bygningar bæði gott og rætt út frá
í erva, men í eygnahædd og millum
menniskju er als eingin vissa fyri, at
hetta riggar. Tvørtur í móti tóktist boð
skapurin at vera.
Ein annar kritikkur hjá Gehl var,
at alt ov nógv verður bygt við fokus
á formin og ikki lívið. Úrslitið er, at
bygningurin í sjálvum sær kann vera
bæði vakur og væl úr hondum greiddur,
men lívið millum bygningarnar er
dripið og deytt, tí hetta verður gloymt
í tilgongdini.
– Hygg eftir Dubai. Býurin minnir
mest um parfumuhyllina hjá konu
míni, helt Gehl skemtandi fyri.
Nyhavnin og Ørestad
Gehl dugdi eisini væl at lýsa, hvussu
býarrúm kunnu vera væl eydnað
og minni væl eydnað. Tá Gehl ikki
ynskti at taka føroysk dømi, tríva
vit í dømini, hann brúkti, sum eru
mongum føroyingum kend. Nyhavn í
Keypmannahavn er sambært Gehl eitt
væleydnað býarrúm. Og hetta býarrúm
hevði ein felagsnevnara við fleiri onnur
væleydnaði býarrúm kring knøttin,
sum bygdi á, at ein listi við 12 punktum
– fyrilitum, sum skuldu takast og krøv,
sum skuldu uppfyllast – vóru fylgd.
Eitt dømi um eitt púra miseydnað
býaarúm er sambært Gehl øki millum
metrostøðina við Ørestad station og
so sølumiðstøðina Fields. Tað einasta
positiva við hesum økinum var, sambært
Gehl, pysluvognurin, sum stóð har
viðhvørt. Annars var økið fullkomiliga
lívleyst og sterilt, hóast túsundtals fólk
brúka tað hvønn dag. Á ein skemtiligan
hátt vísti Gehl á hugtunga veruleikan
við hesum býarrúminum, ið er, at fólk
einans brúka rúmið til at sleppa burtur
úr tí.
– Tað tekur akkurát 42 sekund at
ganga frá metroini og inn í Fields.
Eingin, ikki ein, hevur hug at steðga
á, práta ella roykja eina sigarett har.
Eingin brúkar meiri tíð enn absolutt
neyðugt har, vísti Gehl á. Hann var sum
heild ikki serliga hugtikin av Ørestad-
byggingini.
– Tað nyttar lítið at tekna fólk í
hópatal inn í tekningar og í modellir,
tá vanliga fólki ikki hevur hug at vera
har. Tí skulu vit fyrst og fremst hugsa
um lív, síðani rúm og at enda um
bygningar, segði Gehl millum annað.
Hansara boðskapur var tí, at, vit fram
yvir skulu leggja okkum eftir at hugsa
sum vit gjørdu, áðrenn bilurin kom upp
í myndina og tók yvir.
Ger miðdepilin í Sidney
Vónandi løgdu mongu fakfólkini orðini
hjá Gehl í geyma. Tí hann er sanniliga
ikki hvør sum helst. 75 ára gamal og
júst afturkomin úr Moskva í Russlandi,
har hann hevur viðgjørt býarrúmið í
russiska høvuðsstaðnum saman við
borgarstjóranum har. Síðani eitt lítið
legg til Føroya at halda fyrilestur, sum
Arkitektafelag Føroya skipaði fyri,
áðrenn leiðin gekk til teknistovuna
Gehl Architects í Keypmannahavn,
har Jan saman við samstarvsfeløgum
sínum nú er farin undir at greina og
greiða, hvussu miðbýurin í Sidney í
Avstralia verður lættari atkomiligur
hjá fótgangarum og fólki á súkklu.
Henda verkætlanin skal ætlandi vera
liðug í 2030. Tá verður Jan Gehl 93 ára
gamal.
Og soleiðis sum hann sá út, og so
leiðis sum hann tóktiskt at vera fyri
fríggjadagin í farnu viku, tá hann helt
fyrilestur í Norðurlandahúsinum í
Havn, tykist einki at vera til hindurs
fyri, at Jan Gehl verður til staðar, tá
broytti og bøtti miðdepilin í avstralska
stórbýnum verður tikin í nýtslu um
18 ár.
myndir: Rólant Waag Dam
Jan Gehl er føddur 17. september í 1936 í
Keypmannahavn. Hann er arkitektur og býarskipari.
Í sínum yrki hevur Gehl í stóran mun arbeitt við
at greina og bøta býarrúm. Hann hevur havt ein
avgerandi leiklut í stríðnum fyri at minka um
ferðsluna í býarrúmum og stórum gøtum kring
knøttin, og skapa gongugøtukend umhvørvi. Gehl
hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sítt arbeiði og í
2009 kom hann á donsku fíggjarlógina, soleiðis at
hann framyvir fær fíggjarligan stuðul frá Statens
Kunstfond.
Fakta
Arkitektafelag Føroya skipaði fyri fyrilestrinum við Jan Gehl í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í farnu viku
Hygg eftir Dubai. Býurin minnir mest
um parfumuhyllina hjá konu míni