Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-03, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Heilsurák í Tinganesi 2011 var heilsuár, og allastaðni verður gjørt nógv burtur úr heilsu, motión og kosti. Og nú er líkt til, at nýggja heilsurákið eisini er komið í Tinganes, tí Portalurin skrivaði í farnu viku soleiðis: »Løgmaður skal viga Jákup Mikkelsen einaferð afturat«. Ja, mann sær tað fyri sær, tá ið ein nervøsur landsstýrismaður stígur upp á vektina hjá Kaj Leo. baksíðan... Fýra lið eftir í Vodafone-deildini Tí kunnu í veruleikanum øll 5 liðini, sum í løtuni liggja frá 5. plássi til 9. pláss á stigatalvuni, flyta niður í ár. Norðlýsið Undir beltinum Hans Fróði Hansen til TB portal.fo Er pláss fyri tí? Nýggja sjúklingahotellið í Danmark skal nú í løgtingið Útvarpið hjá Kringvarpinum Vónandi á botninum Jarðskjálvtar í Kyrrahavinum portal.fo Selja fleiri fløskur Blái Krossur økir munandi um endurnýtsluvirksemi Vágaportalurin Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein LP nostalgi í Havn Leygardagin hevur Reyði Krossur Føroya loppumarknað við LP-plátum. Tey hava savnað eina stóra rúgvu av LP-plátum, sum fólk kunnu keypa fyri ein bíligan penga. Umframt LP- pláturnar verða eisini ljóðføri, fototól, kikarar og annað at fáa á loppumarknaðinum. Nostalgia VI Reyði Krossur í Vágsbotni Leygardagin 4/2 kl. 10-15 Hoyr Lawton og Deiggj Leygarkvøldið fer fyrrverandi sangarin í rockbólkinum Uriah Heep at framføra saman við føroyska bólkinum Deiggj. Tað verður í Norðurlandahúsinum í Havn, har John Lawtonog Deiggj endurtaka eina succes við felagsframførslu. Teir fara at spæla kendar og minni kendar Uriah Heep sangir í stóra salinum í Norðurlandahúsinum Lawton og Deiggj Norðurlandahúsið í Havn Leygarkvøldið 5/2 kl. 21.45 Blachmann er so sjálvupptikin, at hann er líka til at koyra í skrell. X Factor er eitt vamlisligt freakshow, sum í grundini bara snýr seg um at gera gjøldur við teimum veikastu og um dómarar, sum yvirmeta seg sjálvar. Niklas Lundin Filmsframleiðarin Regnar Grasten heldur lítið um X Factor kappingina (Ekstrablaðið) Yvirborgarstjórin í Keyp­mannahavn, Frank Jensen, gav málmaninum Niklas Landin skeivt eftir­navn, tá ið donsku europa­meistararnir í hond­bólti vórðu heiðraði á Ráðhús- plássinum í Keyp­ mannahavn Smakka whisky Leygarkvøldið hevur felagið Einmalt ársins fyrstu whiskysmakking. Tey fara at royna sermerktar og sjáldsamar fløskur frá Glencadam, Linkwood, Blair Athol, Ledaig og Ardbeg, sum umboða Speyside, Highlands, Islands og Islay. Whiskey­smakking Hornahúsið í Havn Leygarkvøldið 4/2 kl. 18.00 Sama fjøld, ið ongan skattalætta fær, er hon, sum skal gjalda gildið Løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen