fríggjadagur 3. februar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
15
VIKUSKIFTI
Bandura, ið vísti á týdningin av, at
barnið sleppur at menna eitt sokallað
»self efficacy«, ið merkir, at børn mugu
læra at trúgva uppá, at tey sjálv hava
neyðugu førleikarnar til at megna
ymiskar støður.
– Um børn hava foreldur, ið støðugt
tjekka, kontrollera og kanska ringja fyri
at kanna hvat barnið ger, so signalera
foreldrini eisini til barnið, at tað ikki
klárar seg sjálvt. Tí kann barnið gera
ta niðurstøðu, at »verðin er vandamikil
og eg klári meg ikki«.
Sambært Onnu Elisbeth er ikki
vist, at hetta konsekvent gevur angist
hjá barninum, men mangan verður
angistin hildin við líka í einum slíkum
umhvørvi. Tí er eisini neyðugt, at tað
verður sett inn við viðgerð av sjálvum
umhvørvinum og ikki bert barninum
sjálvum.
At hjálpa foreldrunum
til at hjálpa barninum
Anna Elisabeth leggur dent á, at tað
ikki er fyri at geva foreldrunum skyld
ina, tá sagt verður, at umhvørvið eigur
stóran part í bæði menning og viðgerð
av angist.
Endamálið er bert at vísa á, at eitt
barn altíð má og skal skiljast sum
partur av eini størri heild. Tað ber ikki
til at skilja eitt barn ella viðgera tað
individuelt – ein má taka foreldrini við,
tí tey eru sum oftast partur av trupul
leikanum og koma mangan til at halda
trupulleikan við líka - hóast hetta ikki er
teirra ætlan. Tí eru tað eisini foreldrini,
ið mugu hjálpa barninum við at koma
úr angistini.
Anna Elisabeth greiðir frá, at kogni
tivi viðgerðarhátturin, ið tey arbeiddu
út frá á universitetsklinikkini byrjar
við, at børnini læra um angist og týdn
ingin av, at tey útseta seg fyri júst tí,
tey óttast – hetta fyri at síggja, at tað
ikki er vandamikið.
Hesa somu undirvísing mugu for
eldrini eisini fáa. Eitt dømi er, at foreldur,
ið búgva á 10. hædd í einum háhúsum,
ganga allan vegin upp og niður við
barninum, tí tað ræðist elevatorar. Tá
er neyðugt at læra foreldrini, at tað er
ikki vandamikið at kenna angist, hóast
tað er sera óbehagiligt. Og tískil nýtist
teimum ikki at verja barnið frá at kenna
hesa kenslu.
Summi foreldur halda, at tað kennist
sum at gera seg inn á barnið at útseta
tað fyri tí, sum tað óttast. Men her er
neyðugt at skilja, at einasti háttur at
sleppa av við irrationella angist, er at
halda áfram við at útseta seg fyri henni
til hon avtekur.
– Tað er fá ting, sum eru so hjarta
nemandi gleðilig, sum tá hesi børn
eru sloppin av við angistina. Tað skal
oftani ikki so øgiliga nógv av arbeiði
til, áðrenn børnini fáa tað betri. Og at
vera vitni til, hvussu tey strála um alt
andlitið, tá tey hava styrkt sína sjálvs
kenslu, er heilt fantastiskt, sigur Anna
Elisebeth.
Á Sálarfrøðiliga fakfestivalinum,
sum verður 22 og 23 mars 2012, fer
Anna Elisabeth aftur at hava eina verk
stovu um sama evnið, men har dentur í
høvuðsheitum verður lagdur á viðgerð
av angist hjá børnum. Ver vælkomin á
Sálarfrøðiliga fakfestival 2012!
mynd: Rebekka Rafael
Á várið 2011 skipaði ein bólkur av
sálarfrøðingum saman við felagnum
»Føroyskir Sálarfrøðingar« fyri tí fyrsta
føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum.
Endamálið við fakfestivalinum var at menna
sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í
Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum
møguleika at ogna sær vitan og íblástur
innan júst hetta økið.
Endamálið var eisini at varpa ljós á,
hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er.
Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum
eisini býttur í fimm breytir: »Børn og Ung«,
»Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði«,
»Læring og Menning«, »Klinisk Sálarfrøði og
Viðgerð« og »Likam og Sál«.
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður
aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi
hevur Súsanna O. Skaale, forkvinna fyri
Sálarfrøðiliga fakfestivalin 2012, gjørt
eina greinarøð við samrøðum við ein
sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar
snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið
hjá sálarfrøðinginum. Hendan samrøðan,
sum er tann seinasta í hesi greinarøð, er við
Onnu Elisabeth Iversen, ið hevði verkstovu
á breytini »Børn og Ung«. Á komandi
fakfestivali í mars í ár fer Anna Elisabeth at
hava verkstovu um evnið »viðgerð av børnum
við angist«.
Fokus á sálarfrøðina
Fakta
Anna Elisabeth Iversen
Útbúgving
2002: MA Psychology (Honours), The University of Edinburgh
2006: Cand.psych, Københavns Universitet
(2009: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn)
2009: 2 ára eftirútbúgving í kognitivari terapi
við børnum og ungum
2009- : Í gongd við specialistútbúgving innan
kliniska barna- og ungdóms sálarfrøði.
Starvsøki
2009: Børne- og Ungdomspsykiatrisk Center Bispebjerg
2007: Universitetets Psykologiske Klinik,
København Universitet
2006: Psykiatriski Depilin, Landssjúkrahúsid
2006: Samskipari á TÚ & EG ráðgevingini
2005: Granskingaratsødingur, Københavns Universitet
2005: Ráðgevi á Kvinderådgivningen Brunhilde
– Um børn hava foreldur, ið støðugt tjekka, kontrollera og kanska ringja fyri at kanna hvat barnið ger, so signalera foreldrini eisini til barnið, at tað
ikki klárar seg sjálvt. Tí kann barnið gera ta niðurstøðu, at ”verðin er vandamikil og eg klári meg ikki”, sigur Anna Elisabeth Iversen