fríggjadagur 3. februar 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 3. februar 2012
14
VIKUSKIFTI
Sálarfrøði
Súsanna O. Skaale
post@sosialurin.fo
Anna Elisabeth Iversen tók lut á Sálar
frøðiliga fakfestivalinum í 2011 við ein
ari verkstovu, sum bar heitið »børn
og angist«. Uppmøtingin var stór til
verkstovuna um hetta evni, sum Anna
Elisabeth í tvey ár hevur arbeitt við og
granskað á Universitetsklinikkini við
lærda háskúlan í Keypmannahavn.
Anna Elisabeth bleiv útbúgvin cand.
psych. í 2006. Hon læs fyrstu fýra árini
í Edinburgh og tók síðani yvirbygnaðin
í Keypmannahavn. Hon hevur roynt
ymiskt innan sálarfrøðiliga økið –
millum annað arbeitt í vaksin psykiatri
í Føroyum, granskað og arbeitt við
børnum og ungum á universitetsklinikk
ini í Keypmannahavn. Seinastu tvey
árini hevur hon arbeitt innan barna- og
ungdómspsykiatri á Bisbebjerg sjúkra
húsinum í Keypmannahavn.
– Sálarfrøðiligi evnini, ið hava upp
tikið meg síðani lestrartíðina, hava verið
ymisk. Á universitetinum granskaði eg í
og skrivaði høvuðsritgerð um kynsligan
ágang. Undir lestrartíðini hevði eg ein
sera hugkveikjandi vegleiðara, ið hevði
vígt sítt lív til at arbeiða fyri rættindum
hjá børnum. Hetta hugtók meg nógv,
og so ella so hava tað eisini altíð verið
børn og ung, ið eg serliga hava brent
fyri.
Tá Anna Elisabeth fekk høvi til at
luttaka í granskingarprojekti um angist
hjá børnum, var hon tí eisini skjót at
taka av. Hon helt Sálarfrøðiliga Fak
festivalin vera eitt upplagt høvi til at
leggja fram sína vitan um hetta evni.
– Tað er mín fatan, at hetta evnið
– børn og angist – ikki hevur verið so
nógv viðgjørt í Føroyum, og tí var tað
sjálvsagt, at eg legði mína vitan um júst
hetta evnið fram á fakfestivalinum.
Tey óttafullu børnini
Anna Elisabeth greiðir frá, at hóast
angist er mest vanligi sálarligi trupul
leikin millum børn og ung, so er hetta
eitt evni, ið samfelagið mangan ikki
gevur sær far um.
– Eyðkennini hjá hesum børnum
eru ikki sjónlig. Hetta eru ikki tey
villu børnini, ið órógva ella fylla nógv
á stovnum ella skúlum, men tey friðar
ligu, skikkiligu børnini, sum ikki siga
frá hvussu tey hava tað, uttan at onkur
spyr. Av tí sama vera tey eisini sjáldan
ávíst í viðgerð vegna ótta, men sum
oftast tí tey kanska taka seg aftur frá
øðrum, ella tí onkur heldur tey van
trívast. Eisini kunnu tey vera ávíst, tí
onkur leggur til merkis, at tey læra ikki
eins væl og onnur børn.
Anna Elisabeth lýsir hesi børn sum
tey tarnaðu, smædnu børnini, sum ikki
tora at sova hjá vinfólki ella fara túrar
við flokkinum. Hesi børn hava eisini
mangan stóran tørv á at vera har, sum
foreldrini eru, og vilja kanska ikki sova
í egnari song, men millum foreldrini.
Tey kunnu eisini klaga um kropsligar
trupulleikar sum búkilsku ella høvuð
pínu.
Tað finnast fleiri sløg av angist. Men
hetta eru tey yvirskipaðu eyðkennini,
ið eyðkenna flestu angisttrupulleikar.
Tyrlumammur
Eins og við øðrum sálarsjúkum eru
bæði umhvørvið og arvur ella gene
tikkur orsøk til, at summi børn fáa
angist. Haraftrat er tað eisini ein kogni
tivur faktorur, ið ger seg galdandi.
Nógv gransking hevur víst, at børn
við angist hava ein serligan tendens til
at vera meira upptikin av- og fokusera
meira uppá signal um vanda enn onnur
børn. Um tey t.d. hoyra um kríggj ella
sunami í fjølmiðlunum, so fyllir hetta
sera nógv hjá hesum børnum. Tí ber til
at siga, at tey hava ein ávísan hátt til
at viðgera/processera vandar, ið brýtur
frá vanliga háttinum.
Umframt hetta hava hesi børn
eisini ein tendens til at kopiera reak
tiónsmynstrini hjá sínum foreldrum
og systkjum. Hetta er tað, ið nevnist
modelinnlæring.
– Tað, sum kanska serliga er áhuga
vert við gransking innan hetta økið er,
at tað vísti seg, at bert upp til 30% av
orsøkini til angist hjá børnum kemst
av arvi. Hetta er ikki serliga nógv, tá
hugsað verður um aðrar sálarsjúkur,
so sum bipolera sjúku, ella tunglyndi.
Hetta merkir, at umhvørvið spælir ein
sera stóran leiklut, tá tað snýr seg um
angist hjá børnum. Millum annað vísa
nógvar kanningar, at uppalingarstílur
hjá foreldrum er rættiliga avgerandi:
Børn, ið hava yvir-verjandi, stýrandi
ella atfinningarsom foreldur, hava størri
sannlíkindi fyri at fáa trupulleikan.
Anna Elisbeth lýsir tær »yvir-
verjandi« mammurnar sum »tyrlu
mammur«. Hetta eru mammurnar, sum
allatíðina eru yvir barninum, soleiðis at
tað ikki fær møguleika at kanna um
hvørvið sjálvt.
– Tað var atstøðingurin Alfred
– Tað er ikki vandamikið at kenna angist, og tað ber ikki til at flýggja
undan henni. Angist er nakað, øll mugu læra seg at handfara. Tað
ber væl til. Men tá tað snýr seg um børn, mugu tey vaksnu eisini vera
við til viðgerðina, sigur Anna Elisabeth Iversen, sálarfrøðingur
Angist kann
bara basast
við angist
Greinarøð