mánadagur 6. februar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í knúsi
- Tá eg fekk at vita, at eg ikki
kom víðari í kappingini, var eg
púra knúst. Tað gekk jú ikki
heilt, sum eg hevði væntað,
sigur Kristel Lisberg, sum
fríggjakvøldið reyk út úr X-Factor
Rannvá G. Fossaberg
Seinastu fríggjakvøldini hev
ur hon verið at sæð í donsku
sangkappingini
X-Factor
hjá
Danmarks Radio, har hon millum
annað hevur sungið sangir hjá
Etta James og Nirvana. Fríggja
kvøldið endaði tó X-Factor ævin
týrið hjá 22 ára gomlu Kristel
Lisberg, tá vegleiðari hennara,
Pernille Rosendahl, valdi at
koyra hana úr kappingini.
Var í knúsi
Í sendingini fríggjakvøldið var
tað
ein
heldur
kensluborin
Kristel, sum hyggjararnir sluppu
at síggja. Kristel var saman við
hinum luttakarunum í sínum
bólki stødd á oynni Samsø, har
tey vóru á venjingarlegu í nakr
ar dagar. Luttakararnir skuldu
hvør sær syngja ein sang fyri
Pernille Rosendahl og hennara
hjálpara, Mattias, og fingu so
at vita, um tey kundu koma
víðari til live-showini, sum fara
av bakkastokki nú komandi
fríggjakvøld. Kristel sang eitt lag
hjá amerikonsku songkvinnuni,
Christina Aguilera, og eftir at
hava sungið fyri Pernille Rosen
dahl og Mattias, brast hon útúr
at gráta.
- Eg kendi meg undir einum
øgiligum trýsti, og eg var veruliga
lættað, tá tað var yvirstaðið, sigur
Kristel Lisberg. Seinni henda
dagin skuldu luttakararnir hvør
sær inn til Pernille Rosendahl,
sum fortaldi, hvørt tey komu
víðari í kappingini ella ikki.
- Eg var í knúsi akkurát ta
løtuna, tá eg fekk at vita, at eg
ikki kláraði at koma til live-
showini, og eg skilti tað als ikki,
sigur Kristel Lisberg, sum eisini
helt tað vera sera óbehagiligt at
fortelja sjeikinum tað, ímeðan
nógv fólk og myndamenn stóðu
rundanum.
- Tað var so forferdiligt. Eg
føldi meg so lítla, og helt tað vera
ótrúliga pínligt at skula fortelja,
at eg ikki var komin víðari,
ímeðan fleiri kamerafólk og
onnur stóðu rundan um okkum,
greiðir Kristel Lisberg frá.
Eitt øgiligt trýst
Ein av orsøkunum, til at Kristel
Lisberg var so rørd í hesum
partinum av X-Factor, var, at
hon ikki slapp av hava samband
við familju, sjeikin og vinfólk,
ímeðan hon var á Samsø.
- Fartelefonirnar blivu tikn
ar frá okkum, tá vit vóru á
bootcamp, tí fólkini aftan fyri
X-Factor
vóru
bangin
fyri,
at okkurt skuldi koma út til
fjølmiðlarnar. Tað var ótrúliga
ringt ikki at kunna ringja heim
til tey nærmastu, tá eg veruliga
hevði brúk fyri tí, sigur Kristel
Lisberg.
Upptøkurnar, sum hava ver
ið at sæð seinastu tíðina, eru
umleið fýra mánaðar gamlar, og
Kristel Lisberg hevur alla hesa
tíðina vitað, at hon ikki fór at
koma í live-showini.
- Tað hevur verið eitt eks
tremt trýst, tí fólk hava verið
so ótrúliga positiv og sagt við
meg, at tey vóru ikki í iva um,
at eg fór at koma í finaluna í
X-Factor. Allir luttakarar undir
skriva eina kontrakt við DR, um
ikki at fortelja nakað sum helst
um útfallið í X-Factor, so tí havi
eg ikki kunnað sagt serliga nógv
um gongdina í kappingini, sigur
Kristel Lisberg.
Eingin skilir tað
Hóast hon altíð hevur fingist
nógv við tónleik og sang, so
var hon ikki sjálv vís í, júst
hvussu langt hon fór at koma í
kappingini.
- Tað virkar, sum at øll onn
ur høvdu væntað, at eg fór at
koma langt í X-Factor. Sjalvt
fleiri av fólkunum í DR vóru
púra ovfarin, tá Pernille valdi at
senda meg heim, sigur Kristel
Lisberg og leggur afturat, at
onkur av starvsfólkunum í DR
góvu Pernille Rosendahl av
grovfíluni, tá tey frættu, at hon
hevði sent Kristel Lisberg heim
úr kappingini.
- Frá fyrsta degi av gjørdi DR
rættiliga nógv burtur úr mær,
og eg havi verið nokkso nógv at
sæð á skíggjanum. Tað er ivaleyst
tí, at tey væntaðu, at eg fór at
klára meg væl í kappingini, sigur
Kristel Lisberg, sum fegnast um
allar tær positivu viðmerking
arnar, hon hevur fingið frá fólki,
eftir at tey hava sæð sendingina
fríggjakvøldið.
- Ótrúliga nógv fólk skriva til
mín og siga, at tey skilja ikki, at
eg ikki longur eri við í X-Factor.
Tey siga, at tey eru samd við
Pernillu, tá hon segði, at eg eri
ov góð til X-Factor, sigur Kristel
Lisberg.
Kristel skilir Pernille
Nú ein tíð er liðin, frá at hon
sat í sofuni saman við Pernille
Rosendahl og fekk at vita, at hon
ikki kom víðari til live-showini í
X-Factor, er Kristel Lisberg glað
um, at tað gekk henni, soleiðis
sum tað nú einaferð gjørdi.
- Nú eri eg glað fyri, at eg ikki
kom víðari, tí hóast tað hev
ur verið hart, so dugi eg nú at
síggja, at kanska er tað bara
gott, at tað steðgaði har, tí allar
hurðar standa opnar fyri mær
nú, sigur Kristel Lisberg. Hon
hevur hugsað nógv um tað, sum
Pernille Rosendahl segði við seg
og skilir hennara val.
- Pernille segði jú, at eg var
ov góð til X-Factor, og eg eri glað
fyri, at eg reyk út upp á tað,
greiðir Kristel Lisberg frá. Hon
heldur tó ikki, at X-Factor er ein
sangkapping, eins og DR vil vera
við.
- Tey kalla X-Factor fyri eina
sangkapping, men eg haldi, at
tað í størri mun er ein útviklings-
kapping. Sambært Pernille so
kundi eg ikki mennast nógv
afturat sum songkvinna, og tí
kundi hon ikki hjálpa mær og
mátti senda meg heim, sigur
Kristel Lisberg.
Plátufeløg standa í kø
Hóast
Kristel
Lisberg
ikki
megnaði at koma í live-showini,
so steðgar tónleikaævintýrið ikki
her. Leygardagin ringdi Pernille
til hennara og fortaldi millum
annað, at fleiri plátufeløg hava
vent sær til DR fyri at koma í
samband við Kristel Lisberg.
- Penrnille fortaldi, at nógv
stór og kend plátufeløg eru
áhugað í at skriva sáttmála við
meg, og tað er sjálvsagt sera
spennandi fyri meg, sigur Kristel
Lisberg, sum ætlar sær langt við
tónleikinum.
- Eg satsi alt upp á tónleikin,
tí eg veit, at hetta er tað, eg vil,
sigur ein avgjørd Kristel Lisberg.
Sjálvt um hon ikki kom víðari til
live-showini í X-Factor, so angrar
hon onga løtu, at hon valdi at
luttaka í kappingini.
- Eg meldaði meg til X-Factor,
tí eg haldi, at tað er ein góð
lopfjøl til nakað meir, og tað síggi
eg eisini nú, at tað veruliga er, tí í
hesum døgum fái eg nógv ymisk
tilboð innan tónleikaheimin, sig
ur Kristel Lisberg.