mánadagur 6. februar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið fyltu John
Lawton og Deiggj Norður
landahúsið og spældu eina
frálíka konsert fyri teimum
hundraðtals – fyri tað mesta
vaksnu – fólkunum, sum
vóru komin at lurta.
Hetta er triðju ferð, at
John Lawton vitjar í Før
oyum og spælir saman við
føroyska tónleikabólkinum.
Fyri nøkrum árum síðani var
konsert í Sjónleikarhúsinum
í Havn, sum riggaði væl, og
hesaferð varð tiltakið flutt
í stóra salin í Norðurlanda
húsinum, har tað enn eina
ferð endaði sum ein succes.
John Lawton var í nøkur
ár í sjeytiárunum sangari í
bretska rockbólkinum Uriah
Heep, sum nógvir føroyingar
kenna væl.
- Árini í Uriah Heep vóru
sera stór fyri meg í allar mát
ar. Eg ferðaðist um allan
heimin við bólkinum, vit
góvu plátur út, og alt hetta
hevði nógv at siga fyri mína
yrkisleið sum tónleikari. Vit
høvdu tað eisini gott saman
fyri tað allarmesta, so tað
vóru nøkur góð ár, sigur John
Lawton.
Familjan
Seinastu árini hevur John
Lawton í fleiri umførum
spælt saman við føroyska
bólkinum Deiggj - bæði her
heima og til Uriah Heep til
tøk uttanlands.
- Teir í Deiggj eru dugna
ligir tónleikarar og nakrir
fittir fýrar. Nú havi eg spælt
nakrar ferðir saman við
teimum, og tað dámar mær
sera væl. Tað er sum at hava
eina familju í Føroyum, sigur
John Lawton.
Og familjan snýr seg ikki
bert um teir, sum standa á
pallinum og spæla. Uriah
Heep snýr seg eisini um
hundraðtals fólk, sum vilja
á konsert at hoyra Deiggj
og Lawton spæla kendar og
minni kendar Uriah Heep
sangir.
Og leygarkvøldið brúkti
hendan
føroyska
Heep
familjan nakrar góðar og
hugnaligar tímar saman í
Norðurlandahúsinum.
Lawton og
føroyska
famijan
TÓNLEIKUR Rocksangarin John Lawton hevur nú spælt
fleiri ferðir saman við føroyska rockbólkinum Deiggj,
og hann kennir tað sum at hava eina familju í Føroyum
Føroyska Uriah Heep
familjan til konsert í
Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið
Myndir: Álvur Haraldsen