mánadagur 6. februar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Hóast bæði Maskinmeist
arafelagið og Starvsmanna
felagið hava skrivað undir
nýggjan sáttmála, er ov
tíðliga hjá suðuroyingum,
sandoyingum, nólsoyingum
og útoyggjafólki ananrs, at
seta seg upp aftur á í vónini
um, at nú er siglingin hjá
Strandferðsluni tryggjað.
Nú skulu nevniliga skipar
arnir og stýrimenninir hjá tí
almenna til samráðingar
borðið og tað er óvist, hvussu
tað fer at spæla av.
Hjá teimum verður tað
nevniliga ikki tann beinleiðis
lønarspurningurin, sum verð
ur tað mest avgerandi málið
at finna semju um.
Fyrsta dagin
Sáttmálin hjá Skipara- og
Navigatørfelagnum
fyri
skiparar og stýrimenn við
Strandferðsluni og Magnus
Heinason, gekk út 1. oktober.
Men felagið og Fíggjar
málaráðið høvdu avtalað at
bíða við teimum samráðing
unum.
Eyðstein Djurhuus, for
maður í felagnum sigur, at
hann dugir ikki at siga akku
rát
nær
samráðingarbar
byrja.
Hann dugir heldur ikki at
siga um tey fara at bíða, til
verkfallið hjá pedagogunum
er farið aftur um.
Kortini væntar hann, at
samráðingarnar verða fyrsta
dagin.
Eyðstein Djur
huus sigur, at í
hesum samráðing
unum verður lønar
karmurin ikki tann
stóri trupulleikin.
– Vit billa okk
um inn, at vera noydd
at boyggja okkum fyri
teimum lønarkørmunum,
sum eru lagdir.
Í
Skipara-
og
Navigatør
f e l a g
num hava tey heldur ikki
tikið støðu til um teir fara at
góðtaka, at ymsir lønarbólkar
fáa ymsa lønarhækking.
Hvílitíð og arbeiðstíð
Men sjálvur lønarspurning
urin verður ikki tað mest
avgerandi í hesum samráð
ingunum, staðfestir Eyðstein
Djurhuus.
– Tað mest avgerandi verð
ur at finna semju um at laga
arbeiðstíð og hvílitíð til teir
nýggju altjóða sáttmálarnar,
sum eru settir í gildi.
– Sum støðan er nú, arbeiða
yvirmenninir alt ov nógv,
sigur formaðurin í Skipara-
og Navigatørfelagnum.
– Í samráðingunum fara
vit tískil at krevja, at ar
beiðstíðin hjá yvirmonnun
um verður skerd fyri at lúka
krøvini í teimum altjóða sátt
málunum.
Eyðstein Djurhuus sigur, at
í løtuni arbeiða yvirmenninir
213 tímar um mánaðin, men
kravið er, at arbeiðstíðin skal
lækkast niður í 200 tímar um
mánaðin.
Sostatt skulu 13 tímar
skarvast
av
arbeiðstíðini
hvønn mánað.
Annars eru eisini nýggj
ar altjóða ásetingar gjørdar
um hvílitíðir og skal Strand
ferðlan annars framhaldandi
sigla sum hon ger nú, verður
eisini neyðugt at gera nakrar
broytingar í sáttmálanum.
– Í ringasta føri merkja
nýggju
hvílireglarnar,
at
túratalið hjá Strandferðsluni
má skerjast.
– Men tað ber til at broyta
sáttmálan fyri at geva rúmd
fyri ymsum frávikum, men so
er spurningurin, hvørja støðu
vit hava til tað. Tað veldst
um, hvat vit fáa afturfyri,
sigur Eyðstein Djurhuus.
aki@sosialurin.fo
Krevja styttri arbeiðstíð
og longri tíð at hvíla seg í
Mugu
bíða til øll
eru liðug
Enn ber ikki til at gera
eina
serskipan,
sum
tryggjar, at skipini ikki
verða løgd, tá ið ar
beiðsósemjur eru.
Tað staðfestir Selma
Ellingsgaard,
for
kvinna í Starvsmanna
felagnum, sum hevur
nógv fólk við skipunum
hjá Strandferðsluni.
Hon sigur, at skulu
tey samráðast um eina
serliga skipan, má tað
gerast í friðartíð, tvs, tá
ið øll feløgini, sum eru
knýtt at Strand-ferðsl
uni, hava gjørt nýggjan
sáttmála.
Enn eru trý feløg
eftir, bæði Føroya Ar
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag,
hvørs limir loysa og
binda Smyril ávikavist
á Krambatanga og í
Havn og Skipara- og
Navigatørfelagið.
Her til skal viðmerkj
ast, at arbeiðarafeløgini
hava givið Strandferðsl
uni undantak at sigla,
hóast tey hava verið í
verkfalli.
Men so eru yvir
menninir aftur og sum
tað sæst í aðrari grein
her á síðuni, fara teir
helst til samráðingar
fyrsta dagin.
Hinvegin staðfestir
hon, at fáa feløgini fund
arboð, taka tey av og so
fæst at vita, hvat spyrst
burtur úr.
Men eftir hennara
tykki ber ikki til at gera
slíkar seravtalur ímeðan
samráðingar eru.
Men er støðan ikki
tann, at tað eru at kalla
aldrin friðartíðir, tí tað
eru altíð onkur feløg,
sum eru í samráðingum.
– Ja, men tað er tí,
at tað eru nógvar sam
ráðingarnar. Ein onnur
orsøk er, at nógvar sam
ráðingar hava drigið út
og hartil eru sáttmál
arnir ikki langir.
– Men tá ið Skipara-
og Navigatørarnir eru
lidnir og Arbeiðarafe
løgini, eru í øllum førum
nakrir mánaðir og hetta
má eisini verða eitt mál,
sum landsstýrið tekur
stig til.
Men feløgini, sum eru
knýtt at Strandferðsl
uni mugu øll hava somu
avtalu og tey mugu so
eisini finna eina semju
um, hvørja skipan, tey
kunnu semjast um og
tað mugu tey so finna
fram til.
13 tímar
- Hjá okkum verður høvuðsmálið ikki sjálv lønin,
men at skerja 13 tímar av arbeiðstíðini um
mánaðin, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður
í Skipara- og Navigatørfelagnum
Vit billa okkum inn, at vera noydd
at boyggja okkum fyri teimum lønar
kørmunum, sum eru lagdir
Sum
støðan er
nú, arbeiða
yvirmenn
inir alt ov
nógv
5 ár
– Vit eru til reiðar at gera eina skipan, sum
tryggjar, at skipini hjá Strandferðsluni ikki
verða løgd av arbeiðsósemjum.
Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í
Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Men hann skoytir upp í, at tey eru kortini ikki
sinnað heilt at siga verkfalsrættin frá sær.
– Siga vit verkfalsrættin frá okkum, hava vit
trekt allar tenninar úr okkum og tað ætla vit
ikki.
– Men vit sinnað til at gera eina avtalu, har vit
binda okkum til at halda frið í fimm ár ísenn,
sigur hann.
– Afturfyri at vit binda okkum at tryggja
frið í fimm ár, skulu vit sjálvandi hava eina
lønarhækking, leggur hann afturat.
Eyðstein Djurhuss heldur kortini kortini ikki, at
talan er um nakra órímiliga lønarhækking.
Hann sigur, at hetta er eitt uppskot,
Skipara- og Navigatørfelagið hevur lagt fyri
Fíggjarmálaráðið.
– Hetta er sama skipan, sum felagið hevur gjørt
fyri yvirmenninar í frálandavinnuni og sum
hevur riggað væl.
– Og vit eru sinnaðir at gera eina sama slag
skipan fyri Strandferðsluna, tí vit duga væl
at síggja, at samfelagið hevur brúk fyri, at
siglingin hjá Strandferðsluni er í tryggari
legu, sigur sigur formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum.
VERKFALSHÓTTAN Enn er Strandferðslan ikki sloppin undan
verkfalshóttanini, tí nú fara skiparar og stýrimenn til samráðingar