Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fiskiveiðieftirlitið hevur sein­astu tíðina fingið rætti­ liga nógvar fráboðanir um ungfisk, síðan eftirlitið her­fyri tók fiskiloyvi frá tveim­u­m partrolarum í Suður­oy og herfyri eisini frá tveimum partrolarum av Skálafjørðinum fyri brot á fráboðanarskylduna, tá skip­ini høvdu ov nógvan smá­upsa uppi í veiðini. Meinhard Gaard­lykke, fulltrúi á Fiski­veiði­eftir­ litinum, sigur, at onkran dagin hevur eftirlitið fingið heilt upp í 10-15 slíkar frá­ boðanir. Reglurnar eru nevni­liga soleiðis snikkaðar, at um skiparar boða frá ov nógv­um ungfiski í hvørjum háli sær – og henda fráboðan kem­ur skjótast tilber eftir hál­ið – heldur skiparin ryggin frían. - Hvørki lóg ella kunn­ gerð­ir áseta, at skipið skal gev­ast at fiska, um vit ikki lýsa bráðfeingis veiðibann. Held­ur skiparin seg til frá­ boðan­ar­skylduna, kunnu vit ikki krevja, at skipið rýmir úr øki­num, sigur fulltrúin. Ymiskar sektir Meinhard Gaardlykke vís­ir á, at kunngerðin, sum Fiski­ veiðieftirlitið í hesum føri­ num arbeiðir eftir, er kunn­ gerð nr. 56 frá 26. mars 1993 um serlig tiltøk til vernd av ung­fiski. Fulltrúin sigur, at reglur­ nar, sum eftirlitið gong­ur eftir um at taka fiski­loyvi frá skipum, tá frá­boðan­ar­ skyldan ikki verður hildin, eru hesar: 1) Verður undir kann­ ing­ini staðfest, at frá­boðan­ ar­skyldan bert er brotin eina­ferð á sama túri, verður fisk­iloyvi tikið aftur í sjey dagar. 2) Vísir kanningin, at skip­arin ikki hevur hildið frá­boðanarskylduna í tveim­ um ella trimum førum, verð­ ur fiskiloyvi tikið aftur í 10 dagar. 3) Verður staðfest, at fráboðan ikki er givin sam­ bært reglunum í meiri enn trimum førum, verður fiski­ loyvi tikið aftur í 14 dagar. 4) Verður á øðrum sinni staðfest brot á frá­ boðan­ar­skylduna hjá sama fari, verður fiskiloyvi tikið aft­ur í tríggjar vikur. - Tað er í prinsippinum lands­stýris­maðurin í fiski­ vinnu­málum, sum ger av, hvussu kunngerðin skal fremj­ast í verki, og tað eru vit, sum umsita skipanina fyri landsstýrismannin, legg­ur Meinhard Gaardlykke aftrat. Einki útaftur Fulltrúin á Fiski­veiði­eftir­ litinum vísir á, at skip hava ikki loyvi at tveita fisk í havið aftur, og tí skal allur veiddur fisk­ur førast til lands. - Tann stóri trupulleikin, sig­ur Meinhard Gaardlykke, er, at skipini fáa næstan sama prís fyri tann smáa upsan, og tí er áhugin fyri at veiða henda fiskin so stórur. Hann sigur, at tað er ikki ólógligt at selja undir­ málsfisk, tí skipini hava jú loyvi at hava ein ávísan pro­ sent­part av veiðini av smá­ um fiski. - Tað einasta, sum í hesum føri­num liggur á skiparanum, er, at fráboðanarskyldan verð­ur hildin, og verður hon tað, kunnu vit einki gera – utt­an at bráðfeingissteingja leið­ina. Fulltrúin vísir á, at skuldi Fiskiveiðieftirlitið stongt allar tær leiðir, har frá­ boða­nir koma um ov stóra íblanding av smáupsa, høvdu fáar upsaleiðir verið opnar í dag. - Nú skiparar kunnu vænta sær, at vit kanna lastir fyri smáupsa, og at hetta – um fráboðanarskyldan ikki verð­ur hildin – kann føra til, at fiskiloyvi verður mist yvir eina tíð, fáa vit ein hóp av frá­boða­num. Meinhard Gaardlykke sig­ur, at Fiskiveiðieftirlitið so­leið­is hevur stongt nógv fleiri leiðir í ár enn nakrantíð áður. Verður sópað Fulltrúin á Fiski­veiði­eftir­ litinum vísir á, at tá eitt øki, sum hevur verið bráð­feingis­ stongt í 14 dagar, verður latið upp­aftur, liggja skipini ofta klár at fara innaftur í økið at fiska. - Einki ólógligt er í hesum, og tá verður alt ”sópað” eftir stuttari tíð, og nógvur smá­ upsi verður veiddur. Vit kunnu endursteingja eitt slíkt øki, um nýggjar frá­ boða­nir koma eftir, at økið er latið uppaftur, og hetta kem­ur eisini fyri. Meinhard Gaardlykke held­ur ikki, at skipanin, so­ leið­is sum hon er skrúvað sam­an, er nóg góð og í nóg stór­an mun verjir ungfisk móti veiði. - Men hetta eru tær regl­u­r, sum vit sambært kunn­gerð­ um hava at halda okkum til, sigur fulltrúin á Fiski­veiði­ eftir­liti­num. Reglurnar verja ikki ungfiskin nóg væl - Hvørki lóg ella kunngerðir áseta, at skipið skal gevast at fiska, um vit ikki lýsa bráðfeingis veiðibann. Heldur skiparin seg til fráboðanarskylduna, kunnu vit ikki krevja, at skipið rýmir úr økinum, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum - Tann stóri trupulleikin er, at skipini fáa næstan sama prís fyri tann smáa upsan, og tí er áhugin fyri at veiða henda fiskin so stórur, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum Vilmund Jacobsen Upsi er vorðin virðismikil fisk­ ur. Tað er ikki nú sum fyrr, at lítið fæst fyri hetta fiska­slag. Tá prísurin á upsa er góður, og prísurin á hýsu er lágur, er prísmunurin á hesum báðum fiskasløgum ikki tann stóri. Besti upsa­prís­ur, sum skipini røkka, man tátta í einar 12 krónur fyri kilo, og tá er lítil munur upp til prísirnar á hýsu og toski 4 og 5. Væl fyri Eilif Gaard, stjóri á Hav­stovuni, sigur, at upsastovnurin er rími­liga væl fyri, tó at at stovns­ metingarnar vóru heldur lægri í fjør enn fyrraárið, sig­ ur Eilif Gaard, stjóri í Hav­ stovuni. Hann vísir á, at tað er gott tekin, tá nógv er til av smáum fiski í einum fiskastovni, og soleiðis er eisini, nú nógvur smá­upsi er á havleiðunum. - Nú vita vit ikki enn, hvat stovn­s­metingarnar fyri upsa fara at siga fyri árið, sum vit eru í, men hesar verða gjørd­ ar nú til várs. Eilif Gaard heldur, at tað sjálvandi er spell, at so nógv­ ur smáupsi verð­ur veiddur, men hann fegn­ast um, at útlitini hjá upsa­stovni­num eru rímiliga góð, sum tey hava verið seinnu árini. Svimur nógv Stjórin á Havstovuni vísir á, at upsi ferðast nógv, og hann ferðast bæði uppi og niðri í sjó­n­um. - Men allar tær á­bend­ ing­ar, sum vit hava, siga, at upsa­stovn­ur­in er rímiliga væl fyri, endurtekur Eilif Gaard. vilmund@sosialurin.fo Smáfiskur gott tekin - Tað er ikki ringt tekin, at nógvur ungfiskur er á havleiðunum. Vit vita, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, tó at stovnsmetingarnar vóru heldur lægri í fjør enn fyrraárið, sigur Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni - Tað sjálvandi er spell, at so nógvur smáupsi verður veiddur, men eg fegnist um, at útlitini hjá upsastovninum eru rímiliga góð, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni