mánadagur 6. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Í farnu fall dómur í einum
máli um svik við skjølunum í
sambandi við koyrikort. Tveir
koyrilærarar vóru ákærdir, og
annar fekk 30 dagar treytað
fongsul, meðan hin skal inn
at sita í 40 dagar.
Akstovan hevði meldað
teir fyri svik, men sambært
Bjarka Johannesen, ið eisini
er koyrilærari, hevur Akstov
an sjálv ikki so reint mjøl í
posanum.
Í lógini stendur millum
annað, at ein útgreinað lesi
ætlan skal útfyllast og und
irskrivast so hvørt teoritím
arnir eru framdir, men tað
kemur meiri enn so fyri, at
næmingar sleppa upp uttan
nakra lesiætlan yvirhøvur,
sigur Bjarki Johannesen.
Hann heldur, at Akstovan
hevur lætt við at fáa ringt
eyga á ávísar koyrilærarar,
men nú er nóg mikið.
Eg havi sjálvur verið úti
fyri, at yvirtaka næmingar
frá øðrum koyrilærarum, og
hesir sleppa upp til roynd við
fullkomiliga ófullfíggjaðum
umsóknum.
Har
mangla
undirskrift og váttan frá
koyrilærarum, men kortini
sleppa næmingarnir upp til
teoriroynd, sigur Bjarki Jo
hannesen.
Hann vísir á dømir, har
næmingur er sloppinn upp
til teoriroynd tríggjar ferðir,
uttan at neyðugar váttanir
og undirskriftir fyriliggja frá
koyrilærara.
Fara at melda
Bjarki
Johannesen
vísir
til eina lesiætlan, har seks
undirskriftir
mangla
frá
næminginum, men kortini
er hesin sloppin upp til bæði
teori og koyriroynd.
Tað vísir, hvussu lætt Ak
stovan fer um reglugerðina.
Ein næmingur við ófullfíggj-
aðari lesiætlan ella umsókn
um koyrikort, eiga heilt
greitt at verða avvístir av Ak
stovuni, men tað tykist vera
altavgerandi, hvør koyrilær
arin er, sigur Bjarki Johanne
sen.
Hann sigur, at nú kann
vera nóg mikið.
Vit hava ítøkiligar ætlanir
um at melda Akstovuna fyri
umsitingarligt svans. Somu
leiðis hava vit biðið um
fund við Kára P. Højgaard, ið
varar av stovninum, fyri at
vísa honum á, hvussu lætt
Akstovan fer um reglurnar
í sambandi við koyrikort,
sigur Bjarki Johannesen.
Júst nær stevningin verð
ur latin, er ikki heilt greitt
enn.
Stjórin á Akstovuni, Jákup
Jacobsen, vísir ákærunum
um pappírsjusk aftur, men
hevur annars ongar við
merkingar.
Sambært Bjarka
Johannesen skuldu
vantandi undirskriftir
forða fyri, at næmingurin
slapp upp til roynd
Ætla at melda
Akstovuna
Tað er umsitingarligt fusk við skjølunum, sum gongur fyri seg á Akstovuni. Í summum
førum verður sæð millum fingrar við ófullfíggjaðum skjølum, meðan tað í øðrum
førum verður meldað fyri lítið og lætt, sigur Bjarki Johannesen, koyrilærari