Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Vilhelm Mohr and­ að­ist 14. januar 2012, 89 ára gam­al. Anna Sofie Amalie Mohr (fødd Egholm) og David Einar Mohr fingu 5 synir. Johan Vilhelm Mohr, van­liga kallaður Lill, var numm­ar tvey í røðini. Hann varð føddur 21. juni 1922 og vaks upp á Skansagarði úti á Reyni. Abbi hansara, Johan Vilhelm Mohr, átti Skansa­ garð. Í einum av bókunum ”Teir sigldu úti” skrivar N. J. Arge, útvarpsstjóri og rit­ høvundur, drúgva (37 síður) og áhugaverda lívssøgu um viljasterka smádreingin Lill og hansara langa og óvan­ liga lív á havinum, sum byrj­ aði, tá ið hann 13 ára gam­al av sær sjálvum og utt­an vitan foreldranna hevði søkt um starv umborð á m/s ”Ananu,” sum skuldi vera móðurskip hjá útróðrar­bát­um í Grøn­ landi í einar 5 mánaðar uttan slit. Bæði skúla­myndugleikin og mynstr­ing­in viku frá lógum og reglum um 14 ára aldur á tann hátt, at tað varð góðtikið, at farritarin á ”Ananu”, Jepsen, tók sær av at undirvísa Lill og annars at ansa eftir honum til 21. juni 1936, tá ið hann fylti 14 ár umborð á ”Ananu” undir Grønlandi. Longu sum heilt lítil pilt­ ur vísti Lill óvanligt dirvi. Hann var ongantíð bangin. Eitt nú var hann mangan vest­uri í Kirkjubø hjá systk­ inabørnunum har. Men tað, sum dró smádreingin, var Trøll­høvdin, tá ið seyður skuldi takast av Høvdanum, og tá ið lírar skuldu dragast har á nátt. Sum næmingur umborð á skúlaskipinum GEORG STAGE í 1937, 14-15 ára gamal, hevði hann ábyrgdina av ovasta segli­num á tí 30 metra høgu mastrini. (Georg Stage, bygt í 1934, er eitt full­riggað segl­skip við trimum mastrum og 20 seglum). Veturin 1938/39 var Lill næmingur umborð á skúlaskipinum DANMARK. Hetta at Lill skuldi gerast næm­ingur umborð á tveim­ um skúlaskipunum ár um ár, var avgerð tikin av einum avgjørdum pápa. Sama kvøldið, hann skuldi omborð á ”Ananu,” sat hann á køksborðinum og græt. Mamma segði tá við hann: ”Góði beiggi, tú behøvist ikki at fara umborð.” ”Jú, eg skal,” græt hann. Hann var so lítil av vøkstri. Hóast at kalla ongan barna­skúla, og hóast eitt lív áhaldandi á sjónum í 1937-1945 við øllum sínum ræðuleikum, gavst Lill ikki. Hann fekk stýri­mansprógv í Havn, og skips­føraraprógvið fekk hann í Keypmannahavn. Í fleiri ár sigldi hann sum stýrimaður hjá DFDS. Í hesum virda, sið­bundna, bureaukratiska reiðaríi kravd­ist tol hjá stýri­monn­ um, ið ætlaðu sær at fáa skip­ arabúnan. Hetta tolið hevði Lill ikki. Hann flutti frá DFDS til OVE SKOU og gjørdist har at kalla beinanvegin skipari, og tað var hann øll árini til hann gavst fyri aldur. Tá var hann skipari á tí stóra og vakra skipinum ”Jane Skou.” Lill var giftur tvær ferðir. Fyrst við Ingibjørg, dóttir Oluffu og Sofus Poulsen undir Varða. Tey fingu tvey børn: Einar og Birnu. Einkjumaður giftist hann Yelvu (Pe-Pe). Hon var donsk, búsett í Marseille í Suðurfraklandi, har hon átti ein skipshandil. Í 1972 fluttu tey til Benidorm í nýggj, stásilig hús uppi á fjallinum Sierra Dorada við sjáldsama vøkrum útsýni yvir Benidorm og yvir tað endaleysa Miðjarðarhavið í ein sunnan og í ein eystan. Á garðinum til teirra húsa­ ogn er navnaskeltið LA MADRUGADA, sum merkir dimma­lætting. Har høvdu vit manga góða løtu saman. Hvussu bar tað til, at Lill tosaði eins gott føroyskt og flest allir føroyingar, og hvussu bar tað til, at hann skrivaði føroyskt rættiliga væl? ”Jú,” segði hann, ”í Sjó­ mansskúlanum hevði eg ein lærara í føroyskum. Hann æt Tórarin Evensen. Tað, sum hann lærdi meg, situr fast í høvdinum.” Lill gjørdist einkjumaður fyri aðru ferð í 1995. Sum frá leið gjørdust ellis­ brek sjónsk, og undir slík­um umstøðum var tað mest sum ógjørligt at búgva einsa­ mallur á LA MADRUGADA. Hóast Lill búði í Spania í eini 37 ár, var tað ikki lætt at útvega honum neyðuga hjálp og røkt. Men av tí at hann ongantíð hevðí sagt sín danska ríkisborgararætt frá sær, varð hann, hjálptur av sínum børnum, fyri trimum árum síðani fingin inn á eitt røktarheim við egnari íbúð í Stubbekøbing á Falster. Á fjallinum Sierra Dorada, ikki langt frá LA MADRU­ GADA, varð øskan av Yelvu tømd úr einari krukku. Um nakrar dagar verður øskan av Lill tømd á sama stað. Ein sjáldsamur havnar­ drong­ur, ið gjørdist heims­ borgari, er farin. – Hvíl í friði, góði Lill, bróðir. Heri Nøvn In memoriam Tey fyrstu minnini eg havi, eru úr køkinum og stov­uni hjá ommu og abba á Vágs­ heygi. Fjálgt og heitt; og so angaði tað so væl av nýbakaðum boll­um ella øðrum bakstri. Ljóðið av látrinum hjá ommu rennur fram fyri meg. Eg sakni ommu ómetaliga nógv. Minnist longu summar­ feriurnar í Klaksvík, har dreing­irnir á Vágsheygi møtt­ ust uppi í bønum í sólskinin­ um at spæla fótbólt. Eg fekk altíð ein stóran dunk av reyðari saft við frá ommu. Her spældu vit í tímar í góð­ veðrinum, eg, Sjúrður, Ólavur, Arnhold, Poul Juul og nógvir aðrir. Hvønn morgun vaknaði eg við stákanini niðri í køkinum, og tá eg kom niðurundir, hevði omma borðreitt í lítla krókinum í køkinum við bollum við putusukuri om­ aná og kaldari mjólk. So prátaðu vit um hvørjar ætl­ anir eg, Sjúrður og Ólavur høvdu fyri dagin. Tað spenti víða! Frá túrum í hagan, til at seta línu á Borðoyavík ella fiska skrubbur, sova í tjaldi, og spæla fótbólt í bønum omanfyri hjá Jákup Sólstein. Eg slapp eisini við abba á fjall. Sluppu at verða við í flettingini og flettu bein og saltaðu skinnini. Summarferiurnar í Klaks­vík vóru sum at fara í annan heim. Mintu mest um ein ævintýrheim, har tey ”vaksnu” vóru ein omma og ein abbi við sama lindi sum tey, vit lesa um í ævintýr­ bók­unum. Og tá eg í dag hugsi um, hvussu tað bar til at hetta kendist so, finni eg svarið í tí einfalda. Tað var kærleikin og nærveran hjá ommu og abba, sum gjørdu, at eg var so glaður. Tað var sorgleyst. Í minnum mínum skínur sólin. Um veturin stór­kavi. Dagarnir fóru aft­ ur­um eins og síðurnar í eini ævintýrbók, samstundis sum tíðin onkursvegna var frá­ verandi. At kjallarin hjá ommu ikki fór í luftina er eitt undur. Hvørja jólaferiu tá leið mót nýggjári, var fastur táttur at gera ”bumbur” úr fýrverki. Onkur brendur og koyktur tummil, men ongantíð verri enn ilt. Jólini vóru eisini heilt serlig. Jólaperur í alskyns litum hingu uppi í øllum húsinum. Jólafriðurin og jólahugnin var ævintýrligur, orsøkin at eg í dag virðismeti jólini so høgt. Um kvøldarnar plagdu vit at spæla kort, ”Túsund”. Omma líka eldhugað sum eg. Tá omma um kvøldið kom at siga góða nátt, signaði hon meg, bóðu Faðir Vár og so sungu vit saman. Sunnudagarnar fóru abbi og eg í kirkju, meðan omma stákaðist við sunnu­ dags­døgurðanum. Seinni um dagin fóru vit ein biltúr norð til Hvannasunds at geva seyðnum. Á vegnum steðg­aðu vit at keypa okkum kræma­rís. Haldi, at omma tímdi líka væl at steðga á og keypa ís sum eg gjørdi. Hon nýtti tær góðu løturnar, virðis­metti lívið. Nevndi ofta, at tíðin vit høvdu saman var av­markað, at tí mátti einki koma ímillum okkum. Vísti altíð á tann góða lutin. Eisini Sigrid, David, Kjart­ an og Hávarður vóru góð við ommu og dámdu væl at ferðast í Klaksvík, har tað altíð var so hugnaligt at koma á gátt. Omma viknaði tey seinnu árini, men tað góða lagið og viljan til lívið slepti hon ongantíð. Smílið, forvitnið og prátingarsemi ser­merktu hana til tað síðsta. Abraham Lincoln segði soleiðis: “Everything that is good in me I owe to my angel mother”. Dugdi eg líka væl at orða meg, stóðu orðini hjá mær um ommu, ikki aft­anfyri tey hjá Abraham Lincoln. Eftir situr abbi, einsa­mall­ ur. Hann roynir at hanga í, gongur tveir túrar hvønn dag, hóast hann er illa gongdur, egnir nakrar tímar og er til fimleik tvær ferðir um vikuna. 63 ár fingu tit saman. Neyvan hevur tað altíð verið lætt, men virðini hjá tykkum hava verið eitt sterkt akker. Hvønn tit settu álit tykkara hevur verið øllum opinbart. Tit hava verið fyrimyndir hjá okkum yngru. Eg eri djúpt takksamur fyri, at eg slapp at hava lut saman við tykkum. Mikkjal Til minnis um ommu mína Davinu Sundskarð f. 12. oktber 1924 – d. 22. januar 2011