mánadagur 6. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
17
17
0
51
6
45
20
2 Fleyr
17
14
3
46
10
36
17
3 SÍ
16
13
3
42
9
33
15
4 Ternan
16
8
8
24
26
-2
9
5 Dráttur
17
6
11
20
38
-18
7
6 ÍF
17
5
12
19
39
-20
7
7 TB
15
2
13
10
41
-31
2
8 KÍF
15
0
15
2
45
-43
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
8
6
2
22
11
11
12
2 ÍF
9
6
3
21
16
5
12
3 Mjølnir
8
4
4
15
18
-3
8
4 Fleyr
9
1
8
12
25
-13
2
01/02 KÍF - ÍF 1-3 (18-25, 18-25, 25-20, 22-25)
05/02 ÍF - Ternan 0-3 (17-25, 8-25, 18-25)
05/02 Mjølnir - Dráttur 3-0 (25-9, 25-17, 25-12)
05/02 Fleyr - KÍF 3-0 (25-13, 25-8, 25-15)
05/02 SÍ - TB útsettur
05/02 SÍ - ÍF 3-2 (18-25, 21-25, 25-17, 25-18, 15-13)
Hilmar Jan Hansen
Bara tvey av teimum trimum
fremstu liðunum í kvinnu
flogbóltinum spældu um viku
skiftið, tí sjúka gjørdi so mikið
nógv um seg á Tvøroyri, at TB
longu leygardagin kundi boða
frá, at ikki var hugsingur um at
senda kvinnuliðið til Sørvágs
sunnudagin at spæla ímóti SÍ.
Tann dysturin er so útsettur til
seinni.
Hini bæði liðini har frammi,
Mjølnir og Fleyr, høvdu heima
dyst ímóti ávikavist Drátti og
KÍF, og vunnu bæði tvey sera
tryggar sigrar, har mótstøðu
liðini ikki vóru í nánd av at
taka so mikið sum eitt sett. Ikki
so løgið heldur, tí Dráttur hev
ur í vetur tapt 11 ferðir og bara
vunnið seks ferðir, meðan KÍF
hevur tapt allar sínar 15 dystir
higartil.
Av
teimum
næstbestu,
um vit kunnu siga tað so, er
Ternan tað liðið, ið hevur stað
ið seg best, tí kvinnurnar á
Toftum vunnu hesa ferð á ÍF
og eru rímiliga tryggar á fjórða
plássinum. Tølini, ið geva tað
plássið, vísa eisini greidliga, at
Ternan hevur staðið seg best
av teimum liðunum, ið ikki eru
við í oddastríðnum.
Kappingin har frammi er
bara millum Mjølnir, Fleyr og
SÍ, men tá tað fer at sansa at,
ræður um ikki at vera niðan
fyri næstfremsta plássið, tí bara
tey bæði fremstu sleppa í FM-
finalurnar. Sum Mjølnir hevur
koyrt á í allan vetur og ger tað
enn, røkist ikki fyri øðrum,
enn at klaksvíkskvinnur koma
í finaluna, so tí er upp til Fleyr
og SÍ at kappast um hitt finalu
plássið.
Tríggir av írestandi dyst
unum koma at hava serligan
týdning
fyri,
hvussu
FM-
finalurnar
hjá
kvinnum
verða mannaðar, og fyrst og
fremst snýr tað seg sjálvandi
um innanhýsis uppgerðina
millum Fleyr og SÍ, sum verður
í Gundadalshøllini í Havn
sunnudagin 4. mars. Vinnarin
í hesum dystinum vinnur sær
ein heilt greiðan fyrimun.
Hinir báðir dystirnir, ið
kunnu fáa stóran og avgerandi
týdning, eru teir báðir hjá SÍ
og Fleyr ímóti Mjølni, sum í
báðum førum hevur heimavøll
í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Tann fyrri verður sunnudagin
26. februar ímóti SÍ og tann
seinni leygardagin 10. mars
ímóti Fleyr.
uni@sosialurin.fo
Mjølnir
heldur stílin
Kvinnuflogbóltur Nú bara fýra
umfør eru eftir av landskappingini
í Eik-liguni hjá kvinnum, er Mjølnir
framvegis einsamalt á odda, meðan
Fleyr og SÍ kappast um at sleppa við
Hilmar Jan Hansen
Veruligt oddabrak í Eik-liguni hjá
monnum var á skránni í Sørvági
í gjár, tá ÍF var og vitjaði SÍ. Hesi
bæði liðini eru tey fremstu í bestu
mansdeildini, og longu í annaðkvøld
og mikukvøldið kunnu tey næstan
spæla seg í FM-finalurnar, um tey
tá vinna hvør sín dyst.
ÍF kann í annaðkvøld vinna sær
tvey týðandi stig í útidystinum
ímóti Fleyr, og mikukvøldið kann
SÍ, somuleiðis á útivølli, gera bæði
sær sjálvum og ÍF eina tænastu við
at vinna á Mjølnir. Megna tey bæði
fremstu liðini tað, fara tey upp á 14
stig í part, meðan Mjølnir verður
hangandi á átta.
Fyri klaksvíkingar fær dysturin
mikukvøldið avgerandi týdning,
tí eydnast at vinna hann, er liðið
bara tvey stig aftan fyri SÍ, tann
dysturin skal so avgjørt spælast,
áðrenn Mjølnir kann avskrivast!
Dysturin millum SÍ og ÍF í
Sørvági í gjár gjørdist akkurát so
tættur og spennandi sum væntast
kundi, og sum tað so ofta hevur
verið. ÍF legði hart út og spældi
øgiliga væl tey bæði fyrstu settini,
meðan heimaliðið stríddist við
at fáa blokkin at koyra og at fáa
álopini í gongd, men einki bar til.
Ikki fyrr enn í triðja og slapp
SÍ upp í part, tá tað onkursvegna
tóktist, sum fuglfirðingar fingu
sær tann klassiska »avslapparan,«
ið lið so ofta gera, tá tey eru á odda
2-0 í settum. Sørvingar tóku av og
vunnu bæði triðja og fjórða sett,
samstundis sum ÍF – við hópin
av feilum og mestsum ongum
blokki – mátti satsa uppá at koma
afturíaftur í fimta og avgerandi
settinum.
Dysturin var mest merktur av,
at bæði lið høvdu viljan til at vinna
og stríðast fyri sakini, meðan tað
kanska ikki alla tíðina sá so øgiliga
gott út. Munurin var ikki stórur
á liðunum, og at hvørki teirra til
fulnar hevði verjuspælið upp á
pláss, gav nógv undirhald, og í fimta
setti blivu eisini bara tveir bóltar á
muni.
Sørvingar vunnu tað 15-13 og
dystin 3-2, og sostatt smoygdi SÍ sær
fram um ÍF á stigatalvuni, har bæði
lið tó hava sama stigatal. Henda
vikan kann gerast avgerandi fyri,
um tað verða hesi bæði, ið kunnu
fara allan vegin, ella um annað
teirra má kenna seg hótt av Mjølni,
ið sjálvandi fer eftir sínum kjansi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Møguligur
FM-forsmakkur
Mansflogbóltur SÍ og ÍF góvu í spennandi
fimmsettara sínamillum í gjár ein møguligan forsmakk
upp á tað, fólk kunnu vænta sær í komandi FM-
finalunum – um ikki Mjølnir blandar seg uppí...
FINALUFAVORITTAR
Í løtuni eru tað SÍ og ÍF, ið liggja best fyri at koma í FM-finalurnar hjá monnum, og vinna tey
bæði liðini sínar dystir í hesi vikuni, hava tey bæði mestsum tryggjað sær finaluplássini
Savnsmynd: Álvur Haraldsen