mánadagur 6. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin
leygardagin
var
ítróttarhøllin í Runavík karmur
um ta fyrru av tveimum steypa
kappingum í estetiskum fimleiki.
Kappast var í øllum teimum fimm
vanligu bólkunum, sum eru kvinn
ur, kvinnuunglingar, gentur, smá
gentur og pinkur.
Tilsamans 23 lið vóru tilmeldað,
og vóru feløgini Støkk av Glyvrum,
Flog úr Fuglafirði, Ljósið og Havnar
Fimleikafelag úr Tórshavn. Um
framt liðini, sum kappaðust, vóru
eisini tvey framsýningarlið úr
Havnar Fimleikafelag, og vóru tey
eitt pinkulið og eitt fyrrverandi
kappingarlið hjá felagnum.
Sjálvt steypakappingin, ið byrj
aði klokkan eitt, var annars skipað
soleiðis, at fyrst vóru tað pinkur,
smágentur og gentur, sum kapp
aðust, og eftir at heiðursmerkini
vóru handað í teimum trimum
bólkunum, helt kappingin fram við
kvinnuunglingum og kvinnum.
Nógv fólk hevði leitað sær til
Runavíkar leygardagin at hyggja,
so tí var ítróttarhøllin fullsett. Har
vóru bæði foreldur, systkin, ommur,
abbar og onnur, ið eisini fingu
nakað fyri eygað, tí kappingin gekk
í allar mátar sera væl.
HF góðan dag
Tað skuldi vísa seg, at hetta veruliga
var dagurin hjá Havnar Fimleika
felag, tí í øllum fimm bólkunum
vann felagið gull. Serliga vóru
kvinnuunglingarnir sannførandi og
vunnu greitt, meðan tað var meira
spennandi í hinum bólkunum, har
Støkk og Ljósið blivu ávikavist
nummar tvey og trý í øllum.
Sum vanligt í estetiskum fim
leiki, blivu liðini dømd út frá tí
tekniska, tí listarliga og so sjálvari
framførsluni. Har snýr tað tekniska
seg um, hvat krevst av seriuni og
hvat hon skal innihalda, meðan tað
listarliga snýr seg um, hvussu serian
er sett saman, so hon hóskar í aldri
og torleika og er flótandi, og í triðja
lagi fær so eisini sjálv framførslan
karakter.
Nú kappingin var í Runavík, vóru
øll hjálparfólkini frá Støkk, men
annars vóru teir ellivu dómararnir
Jeanette Blaasvær, Dagmar Clothier,
Beinta Danielsen, Annika Djurhuus,
Elin Guttesen, Guðrun M. Hansen,
Eva M. Holm, Elna Johannesen, Maj
Johannesen, Tinna D. Johannesen
og Dagmar Kjeld.
hilmarjan@sosialurin.fo
Havnar Fimleikafelag tók alt
Fimleikur Eingin slingur var í valsinum hjá HF í fyrru
steypakappingini í estetiskum fimleiki, sum var í Runavík
um vikuskiftið, í felagið vann allar kappingarnar
Myndir: Ingun Schiller
Estetisk steypakapping:
Kvinnur
Tekniskt
Listarligt
Framførsla
Samanlagt
1
HF
4,90
3,60
7,30
15,80
2
Støkk
4,80
3,50
7,30
15,60
3
Ljósið
4,50
3,10
7,10
14,70
4
Flog
4,17
2,75
6,60
13,52
Kvinnuunglingar
Tekniskt
Listarligt
Framførsla
Samanlagt
1
HF
4,87
3,35
7,45
15,67
2
Støkk
4,30
3,15
6,75
14,20
3
Ljósið
4,13
2,90
6,85
13,88
Gentur
Tekniskt
Listarligt
Framførsla
Samanlagt
1
HF a
5,30
3,40
7,55
16,25
2
Støkk a
5,17
3,25
7,60
16,02
3
Ljósið
5,00
3,05
7,40
15,45
4
HF b
4,33
2,60
6,50
13,43
5
Flog
4,27
2,55
6,45
13,27
6
Støkk b
4,07
2,20
6,35
12,62
Smágentur
Tekniskt
Listarligt
Framførsla
Samanlagt
1
HF a
5,33
3,15
6,45
14,93
2
Støkk a
5,17
2,75
6,80
14,72
3
Ljósið
4,27
2.35
6,15
12,77
4
Støkk b
4,27
1,95
6,00
12,22
5
HF b
4,03
2,40
5,75
12,18
6
Flog a
3,70
2,50
5,90
12,10
7
Flog b
3,93
1,85
5,55
11,33
Pinkur
Tekniskt
Listarligt
Framførsla
Samanlagt
1
HF
4,47
2,60
6,35
13,42
2
Støkk
4,60
2,50
6,15
13,25
3
Ljósið
4,23
2,55
5,65
12,43