mánadagur 6. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Vestmenningar høvdu upplagdan
møguleika at fáa leiðsluna, tá 30
sekund restaðu í av dystinum.
– Tað var kanska heppið, at vit
fáa eitt stig burturúr, heldur Bartal
Torkilsson Kamban. Hann vardi
fyri skotroyndini hjá heimaliðnum.
Neistin svaraði ikki aftur. 26-26 varð
úrslitið.
– Hetta úrslitið vísir, hvussu
tætt oddastríðið er í løtuni. Hesin
dysturin gav fyri so vítt heldur
ongar ábendingar um, hvør vinnur
kappingina um annað plássið, sigur
málverjin hjá Neistanum. Hetta var
annars ein upplagdur møguleiki
hjá báðum liðunum at vinna sær
ein fyrimun í kapprenningini, nú
liðini av álvara hava funnið saman
í bólkar á stigatalvuni.
Neistin omaná
Tað vóru stríðshugaðu neistamenn
inir, sum løgdu bragdligari fyri
hesaferð. Álopsspælið var hugflogs
ríkt, og tað var ofta, at teir spældu
seg til upplagdar møguleikar. Verju
parturin var eisini sera væl skipaður,
har tað eydnaðist at bróta spælið
niður hjá VÍF. Tað var sostatt eisini
uppiborið, at Neistin var á odda við
fýra málum í hálvleikinum.
– Vit vóru sjálvsagt bjartskygdir,
meðan vit hvíldu okkum. Allir
høvdu spælt upp til sítt besta, og
eingin skákaði sær undan síni upp
gávu. Kortini missa vit leiðsluna
skjótt eftir steðgin. Orkan fór
kanska undan okkum, tí tað er ikki
sama ferðin á okkara spæli í seinna
hálvleiki, sigur Bartal Torkilsson
Kamban.
Tað var ikki einasti trupulleikin.
Blálittu gestirnir úr Havn vóru
eisini óneyvir í góðum skotstøðum,
meðan VÍF fór buldrandi avstað.
Bæði liðini høvdu møguleikan
at fáa avgerandi málið seinastu
sekundini, men málverjarnir tveittu
seg fyri bóltin.
Breiður hópur
Tummas Pauli Hanusarson og
Daniel Hansson skrivaðu undir av
talu við Neistan í januar, men tað
hevur ikki sæst beinleiðis aftur
á úrslitunum. Úrslitini hjá ver
andi føroyameistarunum eru enn
óstøðug. Neistin hevur vunnið seg
í steypafinaluna, tapt grannaupp
gerðina fyri Kyndli og spælt javnt
í Vestmanna, meðan teir hava verið
við. Bartal Torkilsson Kamban ivast
hinvegin ikki í, at hendan tilgongdin
fer at vísa seg at hava týdning.
– Vit hava ein munandi breiðari
hóp nú, og venjarin kann blanda
kortini øðrvísi, sigur málverjin.
Tað eru VÍF, Neistin og H71, sum
togast um at spæla finalurnar um
føroyameistaraheitið móti KÍF. Um
hoyvíkingar vinna dystin, teir hava
til góðar, eru øll liðini ájøvn í stig
um. Tískil stendur kappingin enn
víðopin.
Uni Holm Johannesen
Kollfirðingar vóru vónbrotnir, tá
seinna hálvfinalan í steypakapp
ingini var spæld fyri 10 døgum
síðan, tá næstbesta liðið hjá H71
varpaði teir út í myrkrið. Hesaferð
kundu Jan Ottesen og hansara
spælarar fáa uppreisn í Klaksvík, og
tað tóktist heldur ongantíð sum, at
óvæntaða úrslitið í Hoyvíkshøllini
darvaði kollfirðingarnar.
KÍF vann uppiborið við trimum
málum, 31-28. Sigurin ber við sær,
at kollfirðingar førkaðu seg enn
nærri FM-finalunum. Tað er kanska
plástur á sárið, nú kollfirðingar
skulu sita millum áskoðararnar, tá
steypafinalan verður spæld kom
andi vikuskiftið.
Løgu bragdliga fyri
KÍF var stríðshugað fríggjakvøldið
og legði bragdliga fyri. Verjuparturin
var framrættaður, og gestirnir
høvdu ongan hug at bíða eftir
klaksvíkingum. Tað var torførasti
knúturin at loysa hjá Team Klaks
vík hetta kvøldið. Heimaliðið hevði
einki mótsvar, men søplaðu oftast
bóltin burtur eftir persónlig mistøk
og rótut spæl. KÍF gagnnýtti síni
skjótálop til fulnar.
Gestirnir úr Kollafirði vunnu
seg framum beinanvegin, og klaks
víkingar hóttu ongantíð stórvegis.
Tað vóru mest sum allatíð fýra
mál, sum skiltu liðini. Tað var ikki
ein greið leiðsla, men heimaliðið tók
ikki dik á seg, og gestirnir høvdu
fullkomiliga tamarhald á støðuni.
KÍF greiddi sína skyldu og buldrar
víðari í landskappingini.
Klaksvíkingar í menning
Tað er stórur munur á Team
Klaksvík, sum spældi í bestu mans
deildini á fyrsta sinni síðsta kapp
ingarár, og liðnum, sum roynir seg
í ár. Tað vísir stigatalið fremst av
øllum. Klaksvíkingar hava skavað
10 stig saman higartil. Tað er góð
úrtøka sammett við, at teir fingu
bara tvey stig til høldar síðsta
kappingarár. Team Klaksvík er eitt
nýtt hondbóltsfelag, og tað merkist,
at fleiri spælarar mangla royndir.
Tað er komið fyri fleiri ferðir í ár,
at stríðshugaðu klaksvíkingarnir
hava tveitt stig fyri borð seinastu
minuttirnar. Tað kemur dátt við nú.
Við trimum ella fýra stigum afturat
í skjáttuni, høvdu klaksvíkingar
verið við í stríðnum um at røkka
finalunum um føroyameistaraheitið
í dag.
Úrtøkan higartil, sammett við
síðsta kappingarár, ber í øllum
førum boð um, at Team Klaksvík er
væl og virðiliga á rættari kós. Klaks
víkingar sleppa aftur at royna seg
um tvær vikur, leygardagin tann 18.
februar. Tá vitjar VÍF í badminton
høllini í Klaksvík.
KÍF hevur góð kort
Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar
fara at manna annað liðið í final
unum um gullmerkini. Spurningurin
er, hvat hitt liðið verður. KÍF hevur
bara tapt ein dyst í landskappingini
higartil. Tað var fyri VÍF. Tað
minnir ikki sørt um støðuna, sum
Neistin var í um hetta mundi í fjør.
Verandi føroyameistararnir megn
aðu ikki at spæla við fullari ferð
alt kappingarárið, tí avrikini vóru
heldur óstøðug seinastu dystirnar.
Serliga orsaka av, at liðið hevði í
roynd og veru einki at spæla fyri.
Neistin bíðaði bara eftir final
unum.
Um tað sama fer at vera galdandi
fyri kollfirðingar, tað er torført
at siga nú. Verður tað so, at KÍF
fer niður í ferð næstu vikurnar, er
hugsandi, at hini liðini fara at vinna
stig frá teimum. Stigini móti koll
firðingum høvdu komið serliga væl
við hjá VÍF, Neistanum og H71, sum
stríðast um at røkka annað plássið,
tí tað er bara VÍF higartil, sum hev
ur tikið stig frá teimum – tað eru
stig, sum eingin annar hevur. Nú er
at spýta í lógvan. 18 stig eru eftir at
spæla um.
uni@sosialurin.fo
Eingin steðgar kollfirðingum
Hondbóltur Samfullar 10 sigrar upp í slag. Tað er úrtøkan hjá kollfirðingum í
landskappingini seinastu vikurnar, sum stevna beint í finalurnar um føroyameistaraheitið.
KÍF hevur spælt seg í somu støðu, sum Neistin var í um hetta mundi í fjør
Úrslitið gav ongar ábendingar
Hondbóltur – Hesin dysturin gav ongar ábendingar um, hvør vinnur kappingina um annað plássið, sigur
Bartal Torkilsson Kamban, málverji hjá Neistanum, sum fekk annað stigi við sær út Vestmanna í gjár
– Orkan fór kanska undan okkum, tí tað er ikki sama ferðin á okkara spæli í seinna
hálvleiki, sigur Bartal Torkilsson Kamban, málverji hjá Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
14
403
327
76
26
2 VÍF
15
392
380
12
16
3 Neistin
15
393
388
5
16
4 H71
13
341
341
0
14
5 Team Klaksvík
14
371
398
-27
10
6 StÍF
13
311
341
-30
10
7 Kyndil
14
326
362
-36
6