mánadagur 6. februar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Eitt venjaraskifti hevur altíð ávirk
an. Besta kvinnuliðið hjá Neist
anum hevur heldur ikki dult fyri
fjølmiðlunum, at tað kom óvart á,
tá Birgir Hansen brádliga segði seg
úr starvi eftir seinnu hálvfinaluna
í steypakappingini. Tað hevur hin
vegin ikki darvað stigaúrtøkuna
hjá verandi oddaliðnum, at Kári
Durhuus og Sigrun Mikkelsen nú
standa við evstu ábyrgdini av lið
num. Spælið hevur kanska ikki
verið eins sannførandi sum fyrr,
men stigini eru kortini fingin til
høldar. Neistin vann við trimum
málum í Vestmanna í gjár. Úrslitið
var 33-30.
Tóku ikki av
Neistin legði betur fyri, men
leiðslan var tepur. Ikki meira enn
tvey mál skiltu liðini. Orsøkin var
serliga, at gestirnir úr Havn tóku
ikki av uppløgdu møguleikunum.
Neistakvinnurnar spældu seg fleiri
ferðir í upplagdar skotstøður, men
tær vóru ikki nóg avgjørdar, tá tær
royndu seg móti málverjanum.
Tað tóktist ávirka hugburðin hjá
spælarunum, ið mest sum steðgaðu
á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið.
Tá fór VÍF upp í ferð og fekk leiðsl
una. Heimaliðið var á odda 16-14 í
hálvleikinum.
Tú kann altíð stríðast í ítrótti,
hóast glið ikki er á spælinum. Tá
tú gevst at stríðast í mótgongd, tá
hevur tú givið skarvin yvir. Tað
vildi Neistin eftir øllum at døma
ikki. Neistakvinnur hildu fram at
stríðast, og tað eydnaðist at venda
dystargongdini. Við virðismiklum
málum frá Nicoletu Radu Hansen
og Barbaru Brauer fóru gestirnir
aftur fram um VÍF, og Neistin helt
leiðsluni til síðsta bríksl.
Neistin greitt á odda
Neistin hevur framvegis ikki mist
fótafestið í landskappingini, og
verandi føroyameistararnir stevna
beint í finalurnar um føroyameist
araheitið. Tað skal ganga heilt
galið, um Stjørnan ella VB, sum eru
nærmastu
kappingarneytarnir,
skulu troka tær av oddasessinum.
Ávísar broytingar eru í umbúna
eftir venjaraskiftið, men Neistin
hevur enn skavað neyðugu stigini
inn undir seg. Næsta vikuskiftið
vitjar Stjørnan í høllini á Hálsi,
og tá fáa Kári Durhuus, Sigrun
Mikkelsen og neistakvinnurnar seg
av álvara royndar.
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
16
519
356
163
30
2 Stjørnan
15
388
342
46
22
3 VB
15
387
350
37
20
4 VÍF
15
374
391
-17
12
5 Kyndil
14
354
363
-9
11
6 StÍF
14
327
361
-34
8
7 Tjaldur
15
311
497
-186
1
Uni Holm Johannesen
VB varðveitti sítt trýst á Stjørn
unua, sum er nummar tvey, eftir
landskappingardystin í Vági í gjár.
Tað var millum lítið og einki, sum
botnproppurin Tjaldri kundi gera
við vágskvinnur, sum vunnu greitt.
Úrslitið var 27-18. Tað ber við sær,
at VB er enn tvey stig aftan fyri
Stjørnuna, nú níggju umfør resta í.
Eingin ivi
VB fekk sostatt ikki stórvegis mót
støðu fyri steypafinaluna móti
Stjørnuni, sum skal spælast í
høllini á Hálsi komandi vikuskiftið.
Vágskvinnur vóru í øllum førum á
vøllinum hetta vikuskiftið, meðan
klaksvíkskvinnur
hvíldu
seg.
Heimaliðið fekk leiðsluna alt fyri
eitt, og spurningurin var bara,
hvussu trivaligur sigurin fór at vera.
VB tóktist taka sær meira av løttum
eftir hvíldina. Talan var ongantíð
um eitt veruliga skrædl – níggju
mál vóru á muni tá avtornaði.
Vágskvinnur hava staðið seg
væl í hesum kappingarárinum.
Hetta er fyrstu ferð í nøkur ár, at
VB er við í stríðnum um finalupláss,
umframt at liðið hevur spælt seg í
steypafinaluna. Kappingarárið hjá
vágskvinnur kann eins væl gerast
eitt vónbrot, um bæði gullið í
steypafinaluni og finaluplássið um
føroyameistaraheitið gleppur teim
um av hondunum. VB ætlar í øllum
førum at gera sítt, so er spurn
ingurin, um tað er nógmikið.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Hondbóltssambandið
kom
við hesari fráboðanini á sínari
heimasíðu um vikuskiftið, www.
hsf.fo:
– Vegna trot á dómarum er
tíverri neyðugt at útseta Sunset-
og AA-dystirnar millum Kyndil
og StÍF, ið skuldu verða sunnu
dagin tann 5. februar í høllini á
Hálsi.
Hetta hevur verið ein trupul
leiki alt kappingarárið. Tað eru
ov fáir dómarar til bestu hond
bóltsdeildirnar. Tað ber við sær,
at dystir verða útsettir, ella at
kappingarskráin má leggjast
soleiðis til rættis, at dómarar
fáa hvíld millum uppgávurnar.
Hetta er ein trupulleiki, sum
feløgini og HSF skal loysa í
felag. Trupulleikin hevur leingi
verið at fingið nýggj dómarapør.
Hinvegin kann tað í øllum førum
ikki vera nøktandi, at dystir
verða brádliga útsettir, tí tað er
trot á dómarum.
Dystirnir millum Kyndil og
StÍF í mansdeildini og kvinnu
deildini verða ætlandi spældir
týskvøldið.
Kári vann í fyrstu royndini
HONDBÓLTUR Kári Durhuus, sum tók við venjarastarvinum eftir Birgiri Hansen í síðstu viku,
fekk bæði stigini, tá hann og Sigrun Mikkelsen saman stóðu á odda fyri besta kvinnuliðnum
hjá Neistanum á fyrsta sinni. Oddaliðið mátti av álvara kýta seg hesaferð
Dómaratrot elvir
til útsettar dystir
HONDBÓLTUR Tað eru ov fáir
dómarar, sum eru førir fyri at døma
bestu føroysku hondbóltsliðini.
Dómaratrot var hetta vikuskiftið
orsøkin til, at tveir dystir vóru útsettir
Kappingin stendur við
HONDBÓLTUR Stjørnan og VB kapprenna enn
um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið.
Vágskvinnur vunnu lætt og einfalt á Tjaldri, meðan
klaksvíkskvinnur hvíldu seg hetta vikuskiftið
Myndatekstur: Kári Durhuus og Sigrun Mikkelsen standa nú
við ábyrgdini av besta kvinnuliðnum hjá Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen