Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Leygardagin spældi NSÍ fyrsta venjingardystin í ár. Nýggj­ ur venjari í Ruanvík er Kári Reynheim, sum áður hev­ur verið venjari á Argjum. Fyrsti venjingardysturin hjá NSÍ og Kára Reynheim var á heima­ vølli ímóti AB, sum hevur til setning at vinna seg upp aftur í bestu deildina. Tað er eingin loyna, at frá­ gongdin úr NSÍ hevur verið stór, og at tað serliga er millum royndu spælararnar, sum hava ver­ið millum berandi kreftirnar, at tað er farið burturav: Jónhard Frederiksberg, Einar T. Hansen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni og Christian Høgni Jacobsen. Sovorðin frá­ gongd hevði sást aftur í øllum feløg­um, men NSÍ tykist royna at fóta sær av nýggjum. Úrslitið ímóti AB var 4-2 til NSÍ, sum eina løtu var framm­ anfyri 3-0. Í fjør var Klæmint A. Olsen toppskjútti hjá NSÍ, og at máltevinum ikki bilar nak­ að hjá rituvíkinginum, benda leygardagstølini á. Klæmint A. Olsen skoraði til 2-0 við brots­ sparki, og hann økti til 3-0, tá ið hann varð einsamallur framm­ an­fyri AB málverjan. AB setti hol á fyri NSÍ við sjálvmáli, og Magnus Olsen skoraði fjórða NSÍ málið við fínum vinstra­ beinsskoti. Øssur við til B1908 Í vikuskiftisblaðnum varð sagt, at fyrrverandi NSÍ liðfor­ mað­urin og toppskjúttin, Christian Høgni Jacobsen, nú royn­ir seg í B1908 á Amager, sum spælir í triði bestu donsku deildini. Næstsíðsta viku­skifti skoraði hann eitt mál í fyrsta venjingardystinum í ár hjá B1908. Ætlanin var, at B1908 aftur skuldi spæla venjingar­ dyst í vikuskiftinum, men orsaka av nógva kuldanum í Dan­mark varð hann avlýstur. Tað er nú greitt, at Christian Høgni Jacobsen ikki verður einsa­mallur føroyingur í felagnum á Amager. Ein annar álops­spælari, sum øll síni barna- og unglingaár spældi í NSÍ, er nú farin at venja við B1908. Talan er um Øssur Dalbúð, sum tvey tey seinastu árini fyri tað mesta hevur verið í Keyp­ mannahavn. Í fjør spældi Øssur við Hvidovre IF, sum eisini er í 2. deild, og sum Per Nielsen, fyrrverandi verjuskansin hjá Brøndby IF, hevur ábyrgdina av. Síðsta summar flutti Øssur til Føroya við tí í kvittanum at hjálpa ÍF, sum hann árið frammanundan hevði spælt við og verið toppskjútti hjá, men tað gjørdist av ongum, tí longu í fyrstu venjingini var hann so óheppin at bróta beinið. Nú er Øssur komin fyri seg aftur. Hann var nakrar ferðir eftir ársskiftið í Hvidovre IF, men nú hevur hann tikið avgerð um, at hann skal royna seg í B1908. Øssur býr á Amager, og tískil er tað nógv høgligari hjá honum at venja og spæla við árstalsfelagnum enn at ferð­ast út í Hvidovre. Blandað manning Millum teir fyrstu ellivu hjá Kára Reynheim og NSÍ leygar­ dagin vóru onkrir veteranar, ið hava gjørt av taka eitt enn eitt tak, nú fleiri royndir spælarar eru farnir, og so fleiri, um ikki hava spælt so nógv á besta liðnum: Kristian Joensen – Monrad H. Jakobsen, Helgi L. Petersen, Jens Joensen, Magnus Olsen – Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg, Andrias Lamhauge – Klæmint A. Olsen. Mikukvøldið verður nýggjur venjingardystur, tá ið Kári Reynheim og hansara menn fara í Sarpugerði at vitja Jógvan Martin Olsen og Víking. Nógvir mál­ skjúttar úr NSÍ Fótbóltur Klæmint A. Olsen tykist halda fram á sama hátt, sum hann hevur gjørt seinastu árini, og nú spæla tveir álopsspælarar, sum eru uppvaksnir í NSÍ, í B1908 á Amager Klæmint A. Olsen Jóannes Hansen Tummulin peikaði niðureftir, og í gjár fór Paul Münster úr Gøtu og til hús aftur. Norðurírski álopsspælarin kom til Føroya mikudagin. Hós­ kvøld­ið og fríggjakvøldið vandi hann í Sarpugerði, og leygardagin var hann á vøllinum alla tíðina, tá ið HB vitjaði í Norðragøtu. Áskoðararnir vóru sum vera man serliga áhugaðir í at síggja, hvussu tað royndist hjá manninum, ið fekk høvi at vísa, um hann er tann, ið skal lyfta stóra arvin eftir topp­skjúttan Finn Justinussen. Víkingur og HB spældu tríggjar ferðir hálvan tíma. Hetta var fyrsti venjingardysturin í ár, og tí sigur tað seg sjálvt, at tað verður ikki ging­ið so høgt upp í úrslitið. HB vann 2-0, tá Fróði Benjaminsen fyrst umsetti brotsspark til mál, og Símun Samuelsen síðani skoraði seinna málið – og tað vil siga, at heima­liðið og harvið norðurírski framherjin einki mál fingu. Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, staðfestir støðuna, sum er, at teir í Víkingi nú fara at kanna, um tað ber til at fáa annan álops­ spælara: – Vit skriva ikki undir sátt­ mála við spælara, sum vit ikki kenna og vita dygdina á. Tað vísti seg í venjingunum og í venjingar­ dystinum leygardagin, at Paul Münster ikki var í venjing, og tá ið als eingin trygd var fyri, at hann fór at geva liðnum nakað, sum vit ikki megna við teimum, sum venja í felag­num, so gav avgerðin seg sjálv. Eingin í kikaranum Víkingar vilja framvegis fegnir hava styrk til álopið, og tí hyggja teir seg um og kanna: – Onkrir aðrir vóru áhugaðir í at koma henda vegin at royndarvenja, tá ið vit gjørdu av fyrst at heita á norðuríran. Síðani eru fyri­treyt­ ir­nar broyttar, og í løtuni hava vit ongan í kikaranum, sigur Jógvan Martin Olsen. – Eitt nú í næstbestu deildini í Dan­mark eru samsýningarnar í miðal neyvan hægri enn tað, sum før­oysk feløg rinda, men tað vísir seg, at tá ið føroysk feløg seta seg í samband við nógvar av hesum spælarunum, so krevja teir meiri, enn teir annars fáa. Tað vil siga, at teir seta ikki prís upp á møguleikan, sum teir fáa eitt skifti at búgva í einum øðrum landi? – Soleiðis vísir tað seg ikki at vera. Tá ið eg fyri skjótt nógvum árum síðani spældi á Toftum, so høvdu vit tveir ungar danir á liðnum, ið fyrst og fremst vóru í Føroyum fyri at upp­liva nakað nýtt. Jørn Cramer var sonur venjaran, John Cramer, og so var tað Jesper Vimer. Teir vóru báðir góðir spælarar, sum settu prís upp á møguleikan at royna seg í Før­oyum. Tað hevði verið hugaligt at fingið onkran álopsspælara av hesum slagnum, men higartil hevur tað ikki eydnast. Brúka sínar egnu Flytingarvindeygað verður opið í ein góðan mánað aftrat. Harvið er tað framvegis møguleiki hjá bæði Víkingi og øðrum feløgum at finna sær styrk aðra staðni frá. Í hvønn mun tørvur verður mettur at vera á styrki fæst at síggja í venjingar­ dystunum, sum tað næstu vikurnar verður stutt ímillum. – Vit brúka teir spælararnar, sum venja í felagnum, og tað sigur seg sjálvt, at tað verður ikki lættari at finna góðar spælarar, sum vikur­ nar fara. Teir, sum eru góðir, hava skrivað undir sáttmálar, og soleiðis er tað. Vit kenna treytirnar, og teim­ um arbeiða vit út frá, sigur Jógvan Martin Olsen, sum sigur seg rokna við, at HB fer at kappast aðra staðni, enn liðið var í fjør: – HB hevur nógvar ungar og evna­ríkar spælarar, og so hava teir veteranarnar, sum eru so týdn­ ingar­miklir hjá ungu monnunum at halla sær at. Tveir venjingardystir eru á skránni hjá Víkingi í hesi vik­uni. Mikukvøldið verður farið til Runa­ víkar at vitja NSÍ, og leygardagin fer B68 at vitja í Sarpugerði. Norðurírin var fusari Fótbóltur Víkingar leita eftir nýggjum framherja, tí Paul Münster úr Norðurírlandi á ongan hátt vísti seg at vera førur fyri at lyfta arvin eftir Finn Justinussen SATSA EGIÐ Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, fer nú at satsa upp á teir spælararnar, felagið hevur frammanundan, eftir at norðurírskur álopsspælari ikki var í formi og tí heldur einki vísti Savnsmynd: Álvur Haraldsen