Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Tríggjar dagar eftir, at Pól Jóhannus Justinussen hevði skrivað undir hálvt ára sáttmála við AaB í super­ liguni, var hann aftur við í venj­ ingar­dysti. Hesa ferð var fótbóltsliga flagg­ skipið hjá teimum í Norðurjyllandi uttanlands og spældi venjingardyst, um enn ferðin ikki var so ógvuliga long. AaB dystaðist við IK Start í bestu norsku deildini. Heimavøllurin hjá teimum var á graslíkinum í Sørlands­hallen, og úrslitið var 1-0 til AaB. Einsamallur málskjútti var Nicklas Helenius, sum skoraði sigurs­málið, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Pól Jóhannus Justinussen var á beinkinum fyrsta tíman, og so kom hann á vøllin fyri Rasmus Würtz. Síðstu løtuna trýsti heimaliðið fyri at javna, og tað var um reppið at tað eydnaðist. Í yvirtíðini var bólt­urin á veg í málið, men Pól Jóhannus Justinussen sparkaði burt­ur á málstrikuni! Føroyingurin í Aalborg fær seg rættuliga royndan. Seinnapartin sunnudagin var hann aftur í eld­ inum – í øllum vetrarkuldanum! Hesa ferð var hann á næstbesta AaB liðnum, sum spældi 2-2 ímóti 2. deildarliðnum Brabrand úr Århus. Tíggju minuttir undan steðginum økti Pól Jóhannus um AaB leiðsluna til 2-0, tá ið hann stýrdi bóltin í mál­ið, eftir at frísparksinnlegg var komið innfyri. Eitt korter eftir steðgin hevði Brabrand skorað tvær ferðir, og so endaði tað 2-2. Í dag hava Pól Jóhannus og teir frí, og í morgin herja teir á aftur. Tvær venjingar eru á skránni bæði týsdagin og miku­dagin! joannes@sosialurin.fo Hálvur tími til Pól Jóhannus Fótbóltur Føroyski landsliðsspælarin bjargaði í yvirtíðini á strikuni, tá ið AaB leygarkvøldið vann 1-0 í Kristiansand, og sunnudagin skoraði hann fyri eykaliðið Pól Jóhannus Justinussen, her í dysti fyri Føroyar í 2-0 sigrinum á Estlandi, hevur veruliga roynt seg í nýggja felag sínum AaB Mynd: Álvur Haraldsen Jóannes Hansen Sollefteå GIF sigur neyvan før­ oyingum nakað serligt. Talan er um ítróttarfelag í býnum Sollefteå, sum er norðarlaga í Svøríki – í ein beinan eystan úr Östersund og í ein útsynning úr Umeå. Har búgva umleið 8600 fólk, og har eru møguleikar fyri at útbúgva seg. Ein føroyingur hevur nú tikið av møguleikanum at fara undir útbúgving í býnum, har fyrrverandi formaðurin í svenska javnaðarflokkinum, Mona Sahlin, er ættað. Talan er um Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum áður hev­ ur verið málverji í B36, og sum gavst, tá ið hann flutti til Dan­ markar at útbúgva seg. – Mær hevur altíð dámað væl at spæla fótbólt, men satt at siga so hevur fótbólturin ongan­tíð átt fremsta plássið, og eg havi altíð vitað, at eg fór at fara av landinum í útbúgv­ ingar­ørindum. Nú eri eg komin higar. Tá ið tað so vísti seg, at tað var tíð til annað enn lest­ urin, vandi eg eitt sindur fyri meg sjálvan, men so fór at eg spyrja meg fyri, og nú havi eg vant í hesum felagnum í eina viku. Hvat tað fer at bera við sær, fáa vit at síggja, men tað hevur kenst hugaligt at vant saman við teimum, sigur Jóan Pauli Dahl Jakobsen í samrøðu við Rás2. Jóan Pauli er 22 ára gamal, og hann hevur fyri tað mesta spælt við B36, sum hann í 2007, 2009 og inntil hann flutti av landinum í 2010 var fastur aftasti skansi hjá. Síðani er hann skrásettur fyri onkran dyst í 07 Vestur og í EB/ Streymi. – Fótbólturin er stuttligur, og tað er áhugavert at vera við, men tað eigur ikki fyrstu rað­festing hjá mær. At mót­ tøk­an hevur verið góð er bara hugaligt. Higartil hava vit vant í innandura høll við gras­líki. Uttandura eiga teir bæði gras­ líkisvøll og orduligan grasvøll, so umstøðurnar eru góðar. Sær spennandi út Sollefteå GIF spælir í 2. deild Norrland, sum er partur av fjórði bestu deildini. Kappingin fylgir álmanakkanum. Tað eru 12 lið í deildini, og 22. og síðsta umfar í 2011 kappingini var 1. oktober. Endastøðan hjá Sollefteå var 10. og triði aftasta pláss­ið, og teir halda fram í hesi deildini, tí teir vunnu enda­ spæl um rættin at halda fram í deildini. – Teir hava tikið sera væl ímóti mær í felagnum. Enn havi eg ikki serligar royndir, men mín fatan er, at dygdin á spæl­ar­unum er eitt sindur mis­ jøvn. Teir hava onkrar royndar og stúttar spælarar, og so eru tað fleiri ungir, sum royna at sleppa upp í part, sigur Jóan Pauli. – Samanborið við eitt nú B36, so er støðið eitt sindur lægri, enn tað er í tí, sum eg eri vanur við. Vit venja fimm ferð­ir um vikuna, so tað er full ferð á. Um ein mánað fara vit at spæla venjingardystir. Jóan Pauli heldur, at møgu­ leiki er fyri sáttmála, um hann sjálvur leggur í. Um tað verður til tað, so er treytin frá hansara síðu, at tað skal passa saman við lestrinum. Góða umrøðu Ítróttarstjórin í felagnum Anders Qvist heldur, at før­ oyski málverjin kann verða áhuga­verdur hjá felagnum. Hann hevur heft seg við tíð­ ind­ini um, at nýggi málverjin hevur royndir á føroyska U21 landsliðnum, men hann undir­ strikar samstundis, at hetta er ikki nakað, sum hann hevur fingið váttað: – Nú fara vit at fylgja hon­ um í venjingunum. Fyrsta kensl­an er góð. Talan tykist vera um ein sera vinaligan ung­ an mann. Hann heilsaði okk­um øllum við handataki, tá ið vit hittust fyrstu ferð, og so er tað merkis­vert, hvussu væl hann tosar svenskt, tá ið havt verð­ ur í huga, at hann nústaðni er komin higar, og at hann ikki hevur búð nakra aðra staðni í Svøríki. – Um einar tvær vikur vita vit, hvussu tað verður við sam­ starv­inum okkara millum, sig­ur Anders Qvist við lokalu ítróttar­pressuna. Jóan Pauli roynir seg í Svøríki Fótbóltur Hóast Jóan Pauli Dahl Jakobsen ikki sigur seg seta fótbóltin serliga frammarlaga, so hevur tað vakt ans í lokalu ítróttarpressuni, at fyrrverandi B36 málverjin er farin av venja við Sollefteå GIF