mánadagur 6. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Hósdagin 17. november var nógv fólk
komið saman vesturi í Stópunum
í Trongisvági, tá Sverre Midjord
sum fyrrverandi borgarstjóri og
fyrrverandi
TB-formaður
fekk
heiðurin at loysa fyrsta flagið til
verkætlanina, Suðuroyar Ítróttar
depil, sum skal hýsa nýggja heima
vøllinum hjá TB, sum nú aftur er í
fremstu føroysku mansdeildini í
fótbólti.
Sum skilst, gongst væl hjá Articon
við jørð- og lendisarbeiðinum, og
munur sæst á frá degi til dags, nú
sjálvur vøllurin er planeraður og
skervur verður koyrdur á. Av tí
sama eru góðar vónir um, at settu
tíðarætlanirnar fara at halda, men
spurningurin er tó, um alt verður
púra klárt og liðugt, tá sjálv kapp
ingin byrjar.
Fríggjakvøldið hevði Tvøroyrar
Bóltfelag ein kunnandi fund á
Seglloftinum á Tvøroyri, har felag
ið legði fram sínar ætlanir fyri árið.
Tað nógva av hesum snúði seg
sjálvandi um fótbóltin, men eisini
var givin frágreiðing um, hvussu
gongst við Suðuroyar Ítróttardepli,
ið hevði tvey umboð við á fund
inum.
Oddur Dimon og Páll Nolsøe
greiddu har frá, at sjálvur gras
líkisvøllurin ætlandi fór at verða
klárur at leggja á umleið 20. mars,
men at tað fór at taka eitt sindur
longur tíð at fáa nýggja felagshúsið
liðugt. Tað verður tó ætlandi klárt
at taka í brúk í mai mánaði, og tá
skuldi vøllurin havt 300 yvirdekkað
sitipláss á syðru síðu av vøllinum.
Lænt Sevmýri ókeypis
Verður alt ikki liðugt til tíðina,
kann gerast neyðugt hjá TB at fáa
undantaksloyvi frá Fótbóltssam
bandinum. Skal spælast á nýggja
vøllinum, men skiftast í ítróttar
høllini, skal loyvi fáast til tað, og
ymisk onnur krøv eru eisini, ið
skulu nøktast, tá spælt verður í
bestu deildini.
Mest upplagdi møguleikin vildi
sjálvandi verið, at TB spældi sínar
heimadystir í Vági, til alt var komið
upp á pláss í Trongisvági, men okk
urt kundi bent á, at hetta er lættari
sagt enn gjørt. Í fjør hevði TB
heimavøll í Hvalba, men tað er ikki
ein møguleiki, nú liðið er í bestu
deildini.
Sum skilst, hevur TB spurt seg
fyri hjá Vágs kommunu, um gjør
ligt var at lána vøllin tvey kvøld um
vikuna, men svarið frá kommununi
var ikki akkurát tað, tvøramenn
høvdu væntað sær. Vágs kommuna
vildi hava eina bindandi avtalu
gjørda fyri fýra mánaðir, har TB
skuldi rinda 12.000 krónur um
mánaðin fyri at venja á Vágseiði
týskvøld
og
fríggjakvøld
eftir
klokkan 20.
Á fjepparasíðuni hjá TB á Face
book og aðrastaðni á internetinum
eru fleiri tvørafólk, ið geva ilt av
sær og vísa á, at hetta ikki sømir
seg vágbingum, tí fleiri ferðir hevur
VB lænt vøllin á Sevmýri við øllum
tilhoyrandi hentleikum, so sum
brúsu og øðrum, uttan at tað hevur
kostað felagnum eina einastu
krónu.
TB trívist í Vági
Svarið, ið TB skal hava givið Vágs
kommunu, snúði seg eisini um
tað, fleiri av kjakarunum nevna á
internetinum, at gestablídnið mátti
gingið báðar vegir, tá tað kemur til
at lána vøll frá hvørjumøðrum, men
óvist er, um nakað svar er komið.
Mentanarnevndin í Vágs komm
unu skuldi hava fund um málið í
gjár, men okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur í forkvinnuni har undan
okkara evstamarki.
Heldur ikki ber til at fáa nakra
ítøkiliga viðmerking frá Tvøroyrar
Bóltfelag, tí formaðurin í felagnum,
André Dalfoss, sigur seg ikki vilja
gera nakra viðmerking til málið.
Men hann sigur seg hava vónir
um, at vøllurin í Stópunum verður
klárur tann 25. mars, so TB kann
sleppa at brúka hann við undan
taksloyvi til umklæðing í ítróttar
høllini, hóast húsið ikki verður
klárt beinanvegin.
Hvussu er og ikki, so noyðist TB
at hava tingini avklárað, áðrenn
fótbóltskappingin fer í gongd, og
onkur av kjakarunum hevur – helst
í skemti – nevnt, at TB kanska noyð
ist til Havnar at spæla sínar fyrstu
heimadystir. Tað man vera ein lítið
trúligur møguleiki kortini, tí helst
man bera til at finna onkra semju
um, at TB kann spæla í Vági, um
ikki ber til at spæla í Trongisvági
beinanvegin.
Skuldi TB endað í Vági, hevði tað
kanska heldur ikki gjørt so nógv, tí
liðið sær út til at trívast væl har. Í
gjár vann TB í øllum førum 3-1 á FC
Suðuroy í ársins fyrsta venjingar
dysti á Vágseiði…
TB fer kanska til Vágs
Fótbóltur Verður ikki klárt at spæla fyrstu heimadystirnar
á nýggja heimavøllinum í Trongisvági, noyðist TB kanska til
Vágs at spæla. Men tað verður neyvan, um Vágs kommuna
skal hava nógvar pengar afturfyri, hóast VB í síni tíð hevur
lánt Sevmýri ókeypis við øllum tilhoyrandi hentleikum
GONGUR VÆL
Skjótt eru tríggir mánaðir, síðani Sverre Midjord loysti fyrsta flagið til Suðuroyar Ítróttardepil í
Stópunum í Trongisvági, og sum skilst, gongur væl við arbeiðinum at gera TB nýggja vøll
Mynd: Tvøroyrar kommuna
Hilmar Jan Hansen
Í sambandi við val av undir
nevndum, sum er farið fram
eftir síðsta aðalfundin í FIFA,
er forsetin í Fótbóltssamband
inum, Christian Andreasen,
valdur sum limur í yvirkæru
nevndin hjá FIFA.
Henda nevnd er hægsti
kærumyndugleiki innan FIFA
og tekur støðu til kærur av mál
um, sum hava verið viðgjørd í
aganevndini og etisku nevnd
ini. Talan er um eina týðandi
nevnd, sum ofta tekur støðu
til mál av stórum principiellum
tydningi og sum ofta fáa nógva
umrøðu.
– Síðstu fýra árini hava Før
oyar ikki havt nakran nevndar
sess í FIFA. Tí eru vit sjálvandi
fegnir yvir, at vit umsíðir
aftur eru partur av nevndar
arbeiðinum í altjóða fótbólts
samgonguni, sigur Christian
Andreasen við heimasíðuna
hjá Fótbóltssambandinum.
– Nýggi nevndarsessurin
gevur okkum møguleika at
gerast enn sjónligari í FIFA
og harvið fáa vit eisini størri
ávirkan.
hilmarjan@sosialurin.fo
FSF týðandi
sess í FIFA
Fótbóltur Sum liður í broytingunum
í reglugerðini hjá FIFA, hevur altjóða
fótbóltssamgongan gjørt av, at
hvørt av teimum tilsamans 208
limalondunum skal í minsta lagi
hava ein nevndarsess í onkrum
av undirnevndunum hjá FIFA
Sunset-kappingin
07/02
18.30
Kyndil - StÍF
Atl Airways-kappingin
07/02
20.00
Kyndil - StÍF
Eik-ligan menn
07/02
19.30
Fleyr - ÍF
08/02
20.00
Mjølnir - SÍ
Dystir í vikuni:
Christian Andreasen, forsetin í Fótbóltssambandinum,
er valdur sum limur í yvirkærunevndin hjá FIFA
Savnsmynd