mánadagur 6. februar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Leygardagin var rennikapping í
Hoydølum, sum bæði var føroya
meistarakapping í cross-renning og
triðja umfar av Vetrarkappingini.
Hetta var annað árið á rað, at føroya
meistaraheitið
í
cross-renning
skuldi avgerast í Hoydølum. Í fjør
vóru umleið 30 luttakarar, men hesa
ferð vóru útivið 40 rennarar við.
Sjálv renningin var í viðarlundini
millum Sanatoriivegin og Hvítanes
vegin og á fløtuni millum Sanatorii
vegin
og
studentaskúlan.
Tey
vaksnu runnu seks umfør, svarandi
til umleið átta kilometrar, meðan
gentur og dreingir runnu tvey
umfør, svarandi til umleið 2,6 kilo
metrar.
Í opna bólkinum hjá monnum
vóru tilsamans 26 rennarar, harav 12
eisini kunnu roknast sum veteranar
og fýra sum superveteranar. Og hjá
kvinnunum vóru átta rennarar,
harav fimm eisini koma undir vete
ranar. Harumframt vóru ein genta
og tveir dreingir við.
Av tí at tað hevði regnað illa
undan kappingini, var lendið bæði
bleytt og vátt, sum tað sømir seg
stak væl einari cross-kapping. Eisini
hóskaðu hesi líkindi umstøðunum í
Hoydølum væl, tí har er bæði slætt
graslendi, brekkur og annað, sum
hoyrir til.
Marnar drúgvur
Hóast hann bara er 17 ára gamal,
so roynist Marnar Djurhuus úr
Treysti sera drúgvur í flestøllum
kappingin, hann er við í. Tað skuldi
ikki vísa seg at vera nakað undantak
leygardagin, tí hann gjørdist ein
tryggur vinnari við tíðini 32,29 min
uttir. Góðan hálvanannan minutti
seinni kom Hallur Holm úr Bragd
inum á mál og ein minutt aftan á
hann Borgar Biskopstø úr Treysti.
Borgar Biskopsø vann eisini
kappingina hjá mansveteranunum
framman fyri ávikavist Henry Olsen
úr Bragdinum og John Egholm
úr Hvirluni, og Jens R. Weihe úr
Frælsi vann hjá superveteranunum,
framman fyri ávikavist Gunnar
Simonsen og Tummas Joensen,
báðir úr Treysti.
Hjá kvinnunum vann Rebekka
Fuglø úr Treysti greitt og sann
førandi við tíðini 40,31 minuttir,
og tveir minuttir eftir hana kom
Durita R. á Lofti og ein lítlan minutt
seinni Tórvør Ø. Vang, báðar úr
Bragdinum, á mál.
Kappingina hjá kvinnuveteran
unum vann Ann Thomsen úr
Bragdinum framman fyri ávikavist
Ellu Áarstein og Karin Kirke
Petersen, báðar úr Treysti.
Hjá teimum yngstu var bara ein
genta við, Sára Debesardóttir úr
Bragdinum, so hon vann sjálvandi
við tíð síni, sum var 14,09 minuttir.
Dreingirnir vóru tveir í tali, og
har vann Gunnar Sivertsen úr
Treysti við tíðini 12,04 minuttir
framman fyri Rógvi Johansen úr
Bragdinum.
Úrslit úr Hoydølum:
Opin bólkur, kvinnur
1
Rebekka Fuglø, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40,31
2
Duruta Reginsdóttir á Lofti, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42,29
3
Tórvør Østerø Vang, Bragdið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 43,14
4
Ann Thomsen, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44,29
5
Ella Áarstein, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46,35
6
Karin Kirke Petersen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 48,34
7
Laila Jacobsen, Frælsi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55,11
8
Rakul Biskopstø, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55,11
Opin bólkur, menn
1
Marnar Djurhuus, Treysti. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32,29
2
Hallur Holm, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34,09
3
Borgar Biskopstø, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35,04
4
Sam Vang, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35,35
5
Rúni Seloy, Bragdið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35,40
6
Magni Jacobsen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35,42
7
Henry Olsen, Bragdið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36,24
8
Marnar Pattinson, Roysnið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36,59
9
John Egholm, Hvirlan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37,17
10 Regin Joensen, Bragdið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37,25
11 Debes H. Christiansen, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37,42
12 Eirikkur Joensen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 37,47
13 Jóhan M. Jacobsen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38,58
14 Jens R. Weihe, Frælsi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 39,53
15 Herluf Jakobsen, Bragdið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 40,12
16 Gunnar Simonsen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 41,59
17 Arnfinn Johannessen, Roysnið. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42,11
18 Bent H. Jakobsen, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 42,41
19 Arnfinnur Helmsdal, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 43,02
20 Tummas Joensen, Treysti. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 43,32
21 Tummas Jákup Thomsen, Norðragøta . . . . . . . . . . . . . . . . . 43,45
22 Runi Jacobsen, Saltengará . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44,18
23 Hilmar Høgenni, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44,28
24 Hans Egholm, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44,32
25 Terji Joensen, Funningsfjørður. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 45,01
26 Jóannes Ortind, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 45,10
Gentur
1
Sára Debesardóttir, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14,09
Dreingir
1
Gunnar Sivertsen, Treysti . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12,04
2
Rógvi Johansen, Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13,39
Marnar og Rebekka runnu skjótast
Frælsur ítróttur: Tveir av okkara ungu og fremstu rennarum
hjá kvinnum og monnum vístu sínar dygdir leygardagin, tá
kappast var um føroyameistaraheitini í cross-renning
Tríggir teir fremstu hjá monnunum
vóru Hallur Holm, Marnar
Djurhuus og Borgar Biskopstø
VÆL MØTT
Hetta var annað árið á rað, at føroyameistarakappingin í cross-renning var í Hoydølum, og rennararnir vóru næstan 40 í tali
Myndir: Guttorm Sørensen