Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Fyri aðru ferð vann Eli Manning ta stóru finaluna í amerikanskum fót­bólti, umframt at hann fyri aðru ferð var kosin besti spælarin. Í av­ gerandi løtuni í dystinum prógvaði hann, at hann sanniliga eisini var tað verdur, nú 46. útgávan av Super Bowl, ið ber romaratølini XLVI, var á skránni. Tríggir minuttir og 46 sekund vóru eftir og Patriots vóru á odda 17- 15, tá Manning fekk bóltin. Í níggju umførum flutti hann liðið hjá sær 88 yards fram eftir vøllinum, og at enda kundi Ahmad Bradshaw renna seks yards við bóltinum og gera touchdown, so Giants komu á odda 21-17. Hetta var ein løgin skoring, tí Patriots lógu Giants skora, eftirsum lið­ið var so nær málumráðnum, at tað undir øllum umstøðum hevði endað við trimum stigum. So í stað­ in fyri at lata mótstøðuliðið brúka tey síðstu sekundini, lótu Patriots verjuna upp, so Bradshaw kundi spáka ígjøgnum, áðrenn hann bók­ staviliga setti seg niður við teimum seks stigunum, ið skuldu vísa seg at avgera alt. Nú høvdu Tom Brady og Patriots 57 sekund og eitt time-out at gera sær dælt av. Liðið gjørdi sítt besta og øll hildu ondini, tá Brady við bara fimm sekundum eftir sendi bóltin fram ímóti málumráðnum, har spælarar frá báðum liðum til fá­nýtis toygdu seg og royndu at lofta. Sostatt gjørdist talan um eina endurtøku av finaluni í 2008. Ta ferðina høvdu Patriots vunnið allar 18 dystirnar í grundspælinum og endaspælinum, men máttu lúta fyri Manning og Giants í síðsta minutti av dystinum. Soleiðis gjørdist eisini hesa ferð. Manning munurin Lítið man vera at ivast í, at teir báðir Manning-beiggjarnir, Eli og stóri­beiggin Peyton, hava sínar innanhýsis kappingar koyrandi, sum beiggjar flest gera tað. Hesa ferð slapp Eli at royna seg á vøll­ inum í Indianapolis, har Peyton síðstu næstan 15 árini hevur verið super­stjørna, men tað gjørdi hon­ um ikki mun. – Mær ger tað tað sama, hvar tað hendir, bara eg vinni. Eisini her er kenslan av at standa sum Super Bowl-vinnari sera góð, segði Eli eftir dystin. Patriots komu ikki væl frá byrj­ an og Giants skoraðu øll níggu stigini í fyrru hálvu, tá Eli Manning setti Super Bowl-met, tí hansara fyrstu níggju sendingar allar raktu mót­takaran, umframt at ein teirra rakk til Victor Cruz og gav eina 9-0 leiðslu. Hóast byrjanin var góð, so komu Tom Brady og Patriots afturíaftur, og eftir hálvleiksframførslurnar, har Madonna hugtók í stórum stíli, stóðu Patriots fyri tí mesta. Tvey stiggevandi álop, har Stephen Gostkowski gekk trý stig við góðum sparki og Donny Woodhead gjørdi touch­down, syrgdu fyri hesum. Og ikki meira enn hálvurfjórði minuttir var farin av seinnu hálvu, tá Patriots øktu upp í 17-0 eftir eina góða Brady-sending fram til Aaron Hernandez, ið gjørdi touchdown. Men so var eisini liðugt hjá Boston- spælarunum, tí síðstu 12 stigini í dystinum fingu Giants. Út við størri orku Undan síðsta umfarinum vóru bara tvey stig millum liðini, eftir at Lawrence Tynes tær ferðir hevði verið upp á spæl við góðum trý­ stigs­spørkum, og Patriots høvdu fleiri ferðir møguleikan at gera ein enda á dystinum. Men ferð eftir ferð mistu spælararnir tær góðu sendingarnar frá Brady, og tí gjørd­ ust tað í staðin Giants, ið fingu síðsta orðið at siga. Mario Manningham vísti Patriots, hvussu tað skal gerast, tá hann tók ímóti fleiri Manning- send­ingum í trongdum støðum. Giants megnaðu at vinna seg í nánd av bak­linjuni hjá Patriots, meðan sek­undini gingu, og at enda helt venjarin hjá Patriots, Bill Belichick, at snildast mundi vera at lata mót­ støðuliðið skora. Ein taktikkur, ið vísti seg at geva akkurát einki, tá saman­umkom. Tom Brady, sum í finaluni setti nýtt met við 16 væleydnaðum send­ ingum á rað, kundi blivið tann heilt stóra hetjan, um hann saman við liðnum var rokkin heilt á mál, men í staðin mátti hann standa og hyggja at, meðan Manning og Giants fingu heiðurin eftir dystin. – Í steðginum segði eg við spæl­ ararnar, at vit áttu at klára hetta betur, enn vit høvdu gjørt. Allir vóru samdir í hesum og vit fóru til seinnu hálvu við nógv størri orku. Restin er søga, segði Giants-venj­ arin, Tom Coughlin. Sjálvur mundi hann vera ivaleysa fegin um bara at vera komin so langt, at hann slapp við í finaluna, tí ímóti endanum á grundspælinum var hann um reppið at missa starv­ ið, tí liðið hevði tapt líka ofta, sum tað hevði vunnið. Men Giants fingu sníkt seg upp í endaspælið við sigri í teimum báðum síðstu dystunum, og fýra sigrar seinni er liðið aftur kongur í NFL! hilmarjan@sosialurin.fo Avgjørt í evstu løtu Amerikanskur fótbóltur Eli Manning og New York Giants vunnu í nátt ta stóru Super Bowl-finaluna ímóti Tom Brady og New England Patriots við einum touchdown í síðsta minuttinum, akkurát sum fyri fýra árum síðani Í avgerandi løtunum loftaði Mario Manningham øllum, hann fekk sendandi frá Eli Manning, og her megnar hann upp á onkran løgnan máta at fáa bóltin fyri nøsini á tveimum mótstøðumonnum Mynd: Win McNamee/AFP Í SÍÐSTA SEKUNDI Eli Manning er blivin serfrøðingur í at hava avgerandi sendingarnar í síðstu sekundunum, og í nátt gjørdi hann tað enn eina ferð, tá hann á heimavøllinum hjá stórabeiggjanum, Peyton, leiddi Giants til sigurs og fekk heiðurin sum týdningarmesti spælarin Mynd: Rob Carr/AFP