Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Pápi mín plagdi at fortelja um ein gamlan, ið hevði íðkað tann fólkaítróttin, tað tá var, at hyggja at »kattalistanum«. Men gamli kom spinnandi fornermaður heim aftur av kommunukontórinum og tordi næstan ikki út aftur av berari skomm, tí hann hevði fingið minni í skatt enn árið fyri, og tað sum var enn verri, hann hevði fingið minni í skatt enn grannin. Tað helt hann vera ein stór skomm! Eg veit ikki, um tað er nak­ ar til av tí slagnum í dag, sum ikki vil gjalda minni skatt enn hini fyri soleiðis at røkja sína samfelagsskyldu. Kanska hev­ur tað altíð verið langt millum sovorðnar persónar? Men, ein veruleiki er tað, at tey ríku og vælbjargaðu hava aldrin havt ráð til at gjalda skatt. Ein stóran part av søguni hevur tað verið leik­luturin hjá teimum lægru stætt­unum at gjalda fyri sam­felagið, meðan tey hábornu, við lóg, sluppu undan at gjalda skatt. Og tey ríku tykj­ast fram­vegis ikki at hava ráð til at gjalda skatt! Vit hava fingið eitt polit­ iskt mantra, eitt niðurlag í tíðini sum sigur, at tað skal loysa seg at forvinna pening, og at ov høgur skattur tekur arbeiðshugin frá fólki. Minka um skattin, so fara fólk bein­ an­vegin at bróta upp um armar! Kendir økonomar vísa á, at hettar er ikki ein búskapar­ ligur/vísundaligur veruleiki, men einans ein politiskur pá­standur, sum kanska onki hald er í? Vit sum eru fastlønt, og ein rættuliga stórur part­ ur av løntakarafjøldini, fara neyvan at renna nógv skjót­ ari, um vit fáa nøkur oyru í skattalæta. Eg veit ikki, hvør tann gamli var, sum pápi mín tos­ aði um (eg vei ikki hvussu gamal hin gamli veruliga var, tí fólk, sum eg helt vóru gomul, tá eg var ungur, vóru í veru­leikanum yngri enn eg eri í dag!) Men, eg hevði eina­ferð ein granna, sum onki hevði ímóti at gjalda skatt í Danmark, og hann var ameriku­maður! Hann skilti onki av, at vit gramdu okkum um skatt! Tí, sum hann segði, í USA hevði eg goldið nógv minni í skatt. Men, um eg í USA skuldi fingið allar teir ágóðar, sum eg, konan og míni børn fá av tí eg gjaldi í skatt her í Danmark, so hevði eg verið munandi verri fyri í USA, hóast eg hevði goldið nógv minni í skatt har. Hann nevndi sum dømi, at konan gekk heima í barns­ burðafarloyvi við løn – tað hevði hon ikki fingið í tí statinum í USA, haðani hann kom. Tey høvdu havt eina inntøku minni, og annað av teimum hevði verið noytt til at vera heimagangandi inntil børnini fóru í skúla ella vóru komi væl áleiðis í skúlanum. Tey høvdu tvey børn í vøggustovu og barnagarði, sum kostaðu teimum kr. 2000,00 um mánaðin í Dan­ mark (hetta var í 1996). Í USA skuldu tey goldið kr. 6 til 8000,00 per barn, um ans­ ingin skuldi verið á sama støði sum í Danmark, altso kr. 16.000,00 um mánaðin. Bí­ligari ansingarmøguleikar funn­ust, men ikki nærhendis á sama støði, sum tað vit taka sum eina sjálvfylgju her. Um hann skuldi goldið fyri sosial- og heilsutrygd á sama støði, sum vit taka sum eina sjálvfylgju her í Norðurlondum, so skuldu hann kannska goldið millum kr. 4000,00 og kr. 7.000,00 um mánaðin, fyri seg, konu og trý børn. Bíligari møguleikar funnust, men als ikki fyri tænastur á sama støði, sum tað vit taka fyri givið. Um hann vildi børnum væl, so skuldi hann frá tí tey vóru fødd, spart upp til ein góðan skúla, framhaldsskúla og møguliga hægri útbúgning. Ókeypis framhalds skúla­ gongd og hægri lesnaður sam­an við SU, vóru luksus, rein luksus í hansara huga­ heimi. Eg veit fullvæl at onkur av hesum tølunum eru øðr­ vísi í dag, og at tað er munur á hvørjum stati í USA ein kemur úr. Men, tað er kortini rætt, sum gentan segði á sinni: Skeri eg teg her, so missi eg teg har! Onki er ókeypis, og onkur skal gjalda. Venda vit samhaldsfestinum, solidaritetinum ryggin, so noyðist hin einstaki sjálvur at gjalda, og tað er ikki vist at tað verður so nógv bíligari fyri hin einstaka. Solidaritetur og indivi­ dual­isma eru politiskir spurn­ingar ( í Føroyum ber ikki til at tosa um solidaritet versus liberalismu, tí liberal­ isma, sum so, finst ikki í før­ oyska huga­heiminum). Soli­ dari­tetur ber við sær, at tá tað gongst illa, so hava vit eina trygdarnót undir okk­ um. Individualisman, sum t. d. í USA, ber mangan við sær, at tá tað gongur illa, so hava vit ikki ráð til at gjalda fyri trygdina, og enda tí í dýkinum. Sum so hevur hvørgin parturin rætt - men fylgjurnar av einum vali millum solidaritet og indi­ vidual­ismu eru ikki ókeypis! Í fjølmiðlunum hava vit nýliga hoyrt um fólk, ið hava fegnast um skattalættan eftir nýggju skipanini. Onki ilt um tað! Men fáa øll, ið fortjena nóg mikið til tess skattalætta, hvør skal so gjalda? Tí onki er ein sjálvfylgja, onki er ókeypis! Um vit vllja hava tær somu tænasturnar og teir somu ágóðanir, so noyðast vit sjálvi (hin einstaki) at gjalda, og tað er ikki vist at tað verð­ ur nógv bíligari fyri hin ein­ staka! Amerikanski grannin hjá mær – hvar hann so er í dag – visti hvat tað merkir, at bera allar byrðarnar á egnum herð­um, og tí hevði hann onki ímóti at gjalda skatt í Dan­mark. Kanska høvdu teir yngru politikarnir, og við teim­um yngra ættar­liðið, sum øll eru ald upp í solidar­iska samfelagnum, hugsað øðr­ vísið, um tey veruliga høvdu roynt, hvat tað merkir at vera »every man for himself«! Skeri eg teg her, so missi eg teg har, segði gentan! Soleiðis er tað! BJAC@KM.DK Eitt sindur um skattur og skattaprát Bergur Jacobsen Havi ivast eitt sindur, hvørt eg skuldi svarað aft­ur, nú tá Jógvan við Keldu leggur seg eftir hug­burðs­muni. Um Jógv­an við Keldu við vilja, velur at foku­serað uppá og mis­skilja, eitt heilt eink­ult dømi, dugi eg ikki at siga. Eg helli til tankan, at Jógvan við Keldu full­ komi­liga mis­skilur, tað kjak, hann sjálv­ur byrj­aði. Hvussu vi­t virða vinnuna! Hvussu virða vit so vinnuna? Í fyrstu greinini hjá mær, viðgjørdi eg tað; Jógvan við Keldu tyktist tó ikki at skilja kritikkin. Í næstu greinini hjá mær, fylgdi eg so Jógv­ an við Keldu inn í fiski­ vinnuna, og setti spurn­ ingin, um vinnan verður vird har? Men aftursvarið hjá Jógvan við Keldu skuffar meg. Eg væntaði kanska eitt samtykki, at okkara fiskivinna ikki hevur sømilig kor? At tey sum hava hugin, dirvi og peningin kunnu fáa líka góðan møguleika at fara inn í fiskivinnuna? Goodwill ”Eitt eitur á forrætn­ings­ máli “Good will”, kann tað ikki brúkast í hesum føri – Hvat er galið?” spyr Jógvan við Keldu. Fólksins ogn verður skilgreinað, sum: Fólksins ogn! Hvussu annars kann hetta annars skilgreinast? Fólkið hevur ognarrættin. Tað, sum Jógvan við Keldu ikki skilur, er at síðan 2003 hava vinnulívsfólk um­sitið ræðisrættin á fiski­loyvum og fiski­døg­ um. Vinnulívsfólk hava so sjálvandi brúkt henda møguleikan. Til fyri­ muns fyri nøkur og ein eyka byrða fyri onnur. Hví Jógvan við Keldu ikki viðgerð hendan trupul­ leika, sum eg vísti á, er ikki til at skilja. Skuldin í fiskivinnuni er jú vaksin ógvusliga av tí sama! Hví vil Jógvan við Keldu ikki loysa henda trupuleika? Núverandi skipan, hev­ ur víst seg at vera van­ virandi fyri nýggjar ak­ tørar í fiskivinnuni. Og teir aktørar sum vóru í fiski­vinnuni áðrenn broyt­ingina, hava fingið vinn­ingin, sum landið av røttum eigur. Landið hevur latið veiðiloyvi til vinnulívsfólk, og vinnu­ lívsfólk selja tað víðari og fáa sjálvir vinningin. Hvat skilur Jógvan við Keldu ikki við hesum trupulleika? Hvussu kann nakar selja okkurt, sum upprunaliga hevur verið ókeypis? Satsningur ella ókeypis fiskiloyvi? Tá vinnulívsfólk satsa, fáa tey vinning (ella tap) av satsningum. At tey skulu fáa bein­leiðis vinning av ein­um veiðiloyvi, givið av Fólk­inum, er ikki rætt móti restina av vinn­uni. Og so slettis ikki ímóti Fólkinum. Um Jógvan við Keldu ikki vil skilja hetta, so vil eg heita á hann at siga tað beinleiðis. Ikki at koma við løgnum undan­ førsl­um um hug­burð. At enda vil eg bara spyrja Jógvan við Keldu: Vilja tygum virða alla vinnuna, so at hon, øll sum hon er, kann fáa líka karmar at virka í? Vilja tygum virða alla vinnuna, við at lata markn­aðarkreftirnar ráða, ótarnaðar av órætt­ vísari viðferð av vinnu­ lívs­fólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni, og ikki hava FINGIÐ eitt fiski­ loyvi? Um Jógvan við Keldu ikki sær seg føran fyri at svara hesum einklum spurningum útfrá einum liberalistum sjónarmiðið, sum Fólkaflokkurin skal eitast at umbiðja, so vil eg bara heita á Jógvan við Keldu, at ikki svarað. Latum okk­um virða vinnuna 3 Teitur Vágadal sjúkrarøktar­ frøðislesandi Vit hava fingið eitt polit­ iskt mantra, eitt niðurlag í tíðini sum sigur, at tað skal loysa seg at forvinna pening, og at ov høgur skattur tekur arbeiðshugin frá fólki. Minka um skattin, so fara fólk bein­an­vegin at bróta upp um armar!