Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. februar 2012 · Nr. 16 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nógv seta spurnartekin við hví fyrireikingartíð? Jú tí tað eru komnar alt fleiri uppgávur inn í arbeiðsdag okkara. At verða pedagogur ella hjálparfólk úti á stovnum í dag er ikki tað sama sum fyrr. Fyri meira enn 50 árum síðani var støðan ein heiltur onnur. »Fyrr í tíðini« var arbeiði mest sum at ansa børnum. So við og við bleiv tørvurin størri og størri fyri at fáa børnini ansaði á dagstovni. Kravið til tað pedagogiska var ikki so »markant«. Málsetningur bleiv skrivaður, og fyri tey flestu vóru tað trý orð: UMSORGAN - KÆRLEIKA – TRYGGLEIKA ella á donskum tey 3’rini, RENLIGHED – REGELMÆSSIGHED – ROLIGHED. Í dag hevur málsetningurin og tey pedagogisku og mennandi virðini fingið annað ljóð, og eru tey nógv meira umfatandi, hóast tað omanfyri skrivaða, framhaldandi er galdandi. Vit kunnu her nevna ein av uppgávunum ið krevja nógva tíð og vilja vit lýsa hetta her. Tá ið barna­ verndartænastan krevur Innheintan av upplýsingum, skulu vit greina vegleiðandi punktir / spurningar: Hvussu er viðkomandi fyri sosialt? Hvussu er viðkomandi fyri mentalt? Hvussu er viðkomandi fyri motoriskt? ( fín- og grovmotoriskt ) Hvussu er viðkomandi fyri við uppfatan? Hvussu er viðkomandi fyri málsliga? Áðrenn ein kann senda eitt tílíkt fullfíggjað skjal til rætta viðkomandi, má ein byrja við eygleiðingum. Eygleiðingar taka tíð, og tær eygleiðingar, ið ein ger, í mun til punktini omanfyri, skulu festast á blað. Ein slík uppgáva krevur fyrireiking og kann ikki bara gerðast í eini handavending, men krevur fyrireikingartíð, sum ger, at ein vaksin má fara frá sínum arbeiði inni á stovuni, til eitt annað rúm har friður valdar, til at gera uppgávuna liðna. Tað merkir aftur tað, at nú manglar eitt starvsfólk inni á stovuni og so kemur tað aftur, at fyrireikingartíð krevur uppnormering av starvsfólkatímun. Kravið til okkum pedagogar og hjálparfólk er blivi so ovurhonds stórt, tí má og skal ásetast eitt ávíst tímatal - minimum 2 tímar - til hvørja stovu um vikuna, og skal hetta vera sett í sáttmálan hjá okkara felag, Føroya Pedagogfelag!!!! Um tað skal eyðnast at gjøgnumføra ein málrættaðan pedagogik, krevur tað fyrireiking áðrenn. Arbeiði skal verða gott og deiligt bæði fyri starvsfólk og børn, arbeiði krevur at ein er væl fyri bæði fysiskt og mentalt. Ein skal kunnu enda arbeiðsdagin soleiðis, at ein hevur yvirskot til at hava frí og ikki taka arbeiði heim við. Fyrireikingar­ tíð til hvat?? Starvsfólk innan námsfrøðiliga økið í Norðoyggjum Oljudálking hevur við sær stóran skaða á fisk langa tíð eftir at oljan er horvin og ikki sæst á vatnskorpuni ella í fjørðuni. Og oljan kann eisini blíva enn meira vandamikil í upploysingar-gongdini í náttúr­uni. Hetta er niðurstøð­an í ToxProf granskingar­verk­ ætlan, ið er gjørd í sam­ starvi millum Noreg, Ong­ land, Spania og Frakland. Grundarlagið í kanningini eru stórar oljudálkingar, ið hava verið fram við Europe­ isku strendurnar. Frá Noreg hevur stovnurin NIVA og Biologisk Institut frá uni­ versitetinum í Oslo tikið lut. Eingi úrslit eru tøk frá javnbjóðis gransking, men vísir ToxProf verkætl­an­ in, at sjálvt um olja hvørv­ ur rímuliga skjótt á vatn­ skorpuni, kunnu eitrandi evnini í oljuni framhaldandi hava við sær skaðaárin í langa tíð eftir eitt dálkingaróhapp. Greið tekin vóru í kann­ ingini, at eiturevnini í oljuni kunnu geva skaðar á DNA (arvaeginleikar) og hava við sær strongd hjá toski, kraklingi og tarastubba, ið vóru tey djór, kanningin tók støði í. Í fleiri økum síggjast skaða­árin í 15 til 20 ár eftir olju­vanlukkur sum t.d. Exxon Valdez í Alaska í 1989. Sagt verður at oljan kann hava við sær álvarsamar vistfrøðiligar avleiðingar tá hon upploysist og verður brot­in niður í sjónum. Sam­ bært Ketil Hylland, pro­ fess­ara í toksikologi á Bio­ logisk Institut í Oslo, mugu oljuútlát ikki gerast til einkis og takast fyri at verða av lítlum og ongum tídningi, sjálvt um dálkingin ikki er sjónlig á vatnskorpuni. Granskingarverkætlanin var framd innandura og í kørum har trí sløg av olju vóru eftirkanna. Talan var um olju av slagnum Ekofisk, Arabian Light og vanliga gassolju. Endamálið var at kanna skaðaárin frá ymsu oljusløgunum eftir at hesi vóru partvís upployst og eisini høvdu verið í sólarljósi. Til bar í verkætlanini at stýra ymsar styrkir í eitrandi evn­ unum í oljuni. Sambært Ketil Hylland vísir nógv nýggj gransking, at langtíðar skaðilig árin frá oljuútlátum í havumhvørvið kann vera meira álvarsom enn higartil mett, og at oljan kann verða meira eitrandi og vandamikil tá hon upploysist í náttúruni. Ketil Hylland leggur at enda afturat, at dálkingin frá oljuni kann ávirka gýtingina hjá fiski soleiðis at henda ikki tekur seg upp rætta tíð á árinum, og kann úrslitið tá verða at fleiri ættarlið av fiski verða rakt av dálkingini. Sambært PAME, Pro­tec­ tion of the Arctic Marine Environment, ið er arbeiðs­ bólk­ur hjá Arkt­iska Ráð­num, eru mest álvar­somu hótt­anir móti havum­hvørv­inum í arktiska og norð­ur­atlant­ iska økinum skibs­van­lukkur heldur enn reglulig skipa­ ferðsla har olju­dálkað vatn kemur út í umhvørvið. Sagt verður í drúgvari kanning frá 2009, at ringasta óhapp, ið henda kann, er 200.000 tons olju­tangabátur, ið søkk­ur í Norðuratlantshavið. Fylgj­ urnar verða sera álvarsligar fyri vistfrøðina í sjónum, og næst kann úrslitið blíva ein fullkomin niðurbræðing í fiskivinnu, alivinnu og búskapinum hjá londunum í økinum sum heild. Hendir slík vannlukka í arktiskum øki verða avleiðingarnar álv­ar­samar á vistskipanina tá oljan ikki upploysist so skjótt í køldum sjógvi. Vitan er ikki neyv um árin á plank­ ton og mikroverur, ið liva undir havísinum, tó at fylgj­ urnar kunnu verða alt oyði­ leggjandi. Kanningin hjá PAME vísir á, at vitanin er størri til dálk­andi árin hægri uppi í føði­ketuni. Oljudálking í gýt­ingar­tíð er oyðandi fyri egg og yngul, verður sagt, meðan óvissa er ( í 2009 ) um óhepin árin ella virknaðin á toska­stovnar. PAME leggur afturat, at laksur og síl eru sera viðbrekin fyri olju­dálk­ an. Sambært Per Starklint, leiðara fyri Færøernes Kom­ mando, eru umleið 200 risa­ stórir oljutangabátar kring Føroyar á hvørjum ári, og er spurningurin ikki um, men nær vit skulu rokna við ólukkan hendir. Sum er í løtuni er eingin til­ búgv­ingarætlan og eingin út­gerð at fyribyrgja slíka van­lukku, og heldur eingin út­gerð er tøk at taka stórar nøgdir av olju upp úr sjó­ num. Myndugleikin, ið varar av hesum, er Føroya Lands­ stýri. Álvarsamir langtíðar skaðar á fiskiríkidømi eftir oljudálking Kári Thomsen Braer - fór á land í Hetlandi í 1993.