mikudagur 8. februar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undantak frá kravi um
umhvørvisárinsmeting
SPARING Umhvørvisstovan hevur givið Vestmanna kommunu undantak frá kravinum í elveitingarlógini
um umhvørvisárinsmeting í sambandi við, at kommunan setur vatnturbinu á drekkivatnsleiðing
Eirikur Lindenskov
Vestmanna kommuna hevur
ætlan um at seta eina vatn
turbinu á verandi drekki
vatnsleiðing frá Krákugjógv
til vatnbrunnin við Gjógvará,
og harvið vinna elorku úr
drekkivatninum.
Sambært
elveitingar
lógini skal gerast ein um
hvørvisárinsmeting,
sum
skal verða góðkend av Um
hvørvisstovuni áðrenn loyvi
kann verða veitt til elfram
leiðslu. Tó kann Umhvørvis
stovan veita undantak frá
hesum kravi.
Av tí, at tað einki inntriv
er á náttúruna, herundir
vatntøka, leggjan av vatn
veiting
ella
vegagerð,
metir
Umhvørvisstovan,
at verkætlanin ikki hevur
nakað árin á náttúru ella
umhvørvi, meiri enn tað,
sum longu er gjørt. Tí hev
ur Umhvørvisstovan tikið
avgerð um at veita kommun
uni undantak frá kravinum
um umhvørvisárinsmeting.
Avgerðin kann kærast
til
landsstýrismannin
í
umhvørvismálum, og kæru
rætt hava tey, sum avgerðin
hevur ein týðandi persón
ligan týdning fyri.
Við Sosialin í september
søgdu
fyrireikararnir,
at
hendan trubinan kann spara
skúlanum væl oman fyri
200.000 krónur um árið í olju.
Hetta er turbinan, sum skal
setast á vatnveitingina
í Vestmanna og sum
førir við sær, at skúlin og
ítróttarhøllin spara væl
yvir 200.000 krónur í olju
um árið. Vinstrumegin
stendur Jógvan Emil
Nielsen, formaður í lokalu
Agendafelagnum og er
John Zachariasen, sum
eisini er í nevndini
Mynd: Birgir Waag Høgnesen