mikudagur 8. februar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg spæli
komediu
viðhvørt
Við hvørt falla orðini harðligari, enn tey eru meint, og til tíðir kenni eg, at eg spæli komediu.
Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er stuttligt at gera semjur, sum hvørgin parturin er nøgdur við,
og tá kunnu falla orð, sum eg sigi við børn míni, at tey ikki skulu siga. Men tá sáttmálin er undir-
skrivaður er alt agg skjótt gloymt, sigur Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
Leo Poulsen
Tað eru ofta tilvildir, ið skapa lívs
leiðina hjá fólki, og ein slík tilvild
førdi eisini við sær, at Snorri
Fjallsbak endaði á lønardeildini
hjá Fíggjarmálaráðnum, har hann
hevur verið leiðari síðani 2005.
– Eg var lærari í Hoydølum í
24 ár, eitt skifti sum rektari. Tað
var frá 1989 til 1992. Men hesa
tíðina førdi mín leiðsluháttur við
sær, at eg hevði fingið allar hinar
lærararnar upp á nakkan, og eg
valdi tí at stinga í sekkin sum
rektari. Og tað eru tað helst aðrir
almennir stjórar, sum eisini áttu
at gjørt, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann helt kortini fram sum
lærari, og í 1994 var hann – mest
sum av tilvild – endaður á einum
aðalfundi hjá fakfelagnum hjá
Studenta- og HF-lærarunum.
– Tað var sum at rætta hondina
upp. Eg endaði í nevndini, og enn
tá sum formaður, sigur Snorri
Fjallsbak.
Har sat hann so í fýra ár fram
til 1998.
– Tá hendi so tað, at eg varð
koppaður út. Nevndin skipaði
seg sjálv, og tá hendi so tað, at ein
annar vildi verða formaður, sigur
Snorri Fjallsbak.
Hann sigur, at hevði tað ikki
hent, var tað heldur ikki vist, at
hann sat sum leiðari fyri lønar
deildini hjá Fíggjarmálaráðnum
í dag.
– Eg sá so ein dagin eina lýsing
eftir einum fulltrúa til Fíggjar
málaráðið í einum av bløðunum,
og sendi ein umsókn inn. Og síð
ani havi eg so verið her, frá 2005
at rokna sum stjóri, sigur Snorri
Fjallsbak.
Ráðgeva
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum
er ein rættiliga lítil deild.
– Vit eru fýra fólk, sum starv
ast her, og nógv av orkuni fer til at
ráðgeva arbeiðsgevarum í ymisk
um spurningum. Og tað kann so
sigast at vera lagnunnar speisemi,
at eg, sum segði upp sum rektari,
tí eg dugdi ikki at farast við
starvsfólkunum, nú skal sita
og ráðgeva arbeiðsgevarum um
teirra starvsfólk, sigur Snorri
Fjallsbak.
Ein annar partur av starvinum
eru umflokkingar at starvsfólki
og flokkingar av fólki, sum ikki
passa inn í verandi karmar, og
hvørja løn tey skulu hava.
– Vit plaga at siga, at vit eru
ovbyrjað og undirmannað, sigur
stjórin á lønardeildini.
Hann heldur, at fakfeløgini
í mangar mátar hava betri um
støður enn lønardeildin, og hann
nevnir, at undir samráðingum
hava nevndarlimir frí við løn.
– Vit sita her, fýra fólk, og
gjalda mótpartinum fyri at sam
ráðast við okkum, og tað virkar
eitt sindur burturvið. Men hetta
eru nakrar gamlar ónollur, sum
eru komnar inn í sáttmálan, sigur
Snorri Fjallsbak.
Og hann kallar tað enn eina
ónollu, at pedagogarnir vilja hava
við í sáttmálan, hvussu nógva
fyrireikingartíð, teir skulu hava.
– Men hetta er ikki eitt sátt
málamál. Eg giti, at tað einki
stendur í tínum starvssáttmála
um, hvussu langa tíð tú skal
brúka til at fyrireika eina grein,
vísir Snorri Fjallsbak á.
Hann sigur, at sáttmálasam
ráðingar bert skulu snúgva seg
um løn og arbeiðsviðurskifti, men
mugu ikki snúgva seg um fólka
tørvin ella skipanina á staðnum.
– Og tað meta vit, at kravið
hjá Pedagogfelagnum ger, sigur
stjórin á lønardeildini.
Keðiligar hendingar
Hann hevur fingist við samráð
ingar í mong ár, og drúgvu roynd
irnar hava lært hann bæði eitt og
annað.
– Tað er vorðið munandi lætt
ari, eftir at eg lærdi, ikki at taka
tað persónligt. At byrja við hugs
aði eg ofta mítt, tá orðini fullu
harðliga. Men eg lærdi at skilja, at
tað er ikki meg, fólkini eru ill inn
á, tey eru ill inn á stjóran á lønar
deildini, og tað eri so eg í løtuni,
sigur Snorri Fjallsbak.
Men tað eru eyðvitað keðiligar
hendingar.
– Sum til dømis í gjáramorg
unin, tá eg var í Útvarpinum og
segði, hvat eg helt um verkfallið.
Ein tíma seinni kemur ein yvir
lýsing frá Samtak, har tey halda
tað vera nógv fyri, at Snorri
Fjallsbak skal koma við ósann
indum í bestu senditíð. Høvdu
tey sagt, at tey vóru ósamd í tí, eg
segði, var tað tað, men at siga at
eg lúgvi, er nokk so langt úti, sig
ur Snorri Fjallsbak.
Tvisturin snúði seg um, hvørt
fólk siga seg úr starvi, tá tey fara í
verkfall, og stjórin á lønardeildini
vísir á, at eitt nú í Danmark eru
í meldrinum
Snorri Fjallsbak:
– Vit sita her, fýra fólk, og gjalda mótpartinum fyri at
samráðast við okkum, og tað virkar eitt sindur burturvið