mikudagur 8. februar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
greiðar reglur um hetta, men vit
ongar reglur hava á økinum í
Føroyum.
Loyalitetsskylda
Samráðingar kunnu vera tung
ar og truplar, men stjórin á
lønardeildini minist ikki nakrar
ótespiligheitir undir ella eftir
samráðingar.
– Eg havi lært meg at gloyma
alt ótespiligt og keðiligt sum
skjótast. Eg havi lært meg at
uppfata hetta sum eitt starv, ið eg
geri, og eg royni at gera tað sum
frægast. Tú kanst siga, at eg havi
fingið harða húð, sigur Snorri
Fjallsbak.
Hann sigur seg enntá hava
upplivað, at fólk hinumegin
borðið hava tikið synd í honum
við tí starvi hann hevur.
– Men tað sigi eg við tey, at
tað skulu tey ikki, tí eg visti hvat
tað var fyri eitt starv, ið eg søkti,
sigur Snorri Fjallsbak.
Hann viðgongur tó, at tað
hava verið strævnar løtur inn
í millum, og tað er eisini komið
fyri, at hann hevði ynskt sær
annað starv.
– Hetta er eitt starv, sum eg
havi havt í fleiri ár. Og eg vil siga
tað soleiðis, at eg fari til arbeiðis
fyri at gera tað besta eg kann fyri
mín arbeiðsgevara. Tað liggur í
loyalitetsskylduni, sum vit øll
hava, ið arbeiða fyri ein annan,
sigur Snorri Fjallsbak.
Hann letur tí ikki sína per
sónligu meining ávirka sítt ar
beiði.
– Tað verður ofta spurt, hvat
eg persónliga haldi um hesa og
hasa lønina og um hon er rættvís.
Men tað er ikki mín uppgáva at
meta um tað, eg skal bert føra tað
út í lívið, sum mín arbeiðsgevari
ynskir. Og mín uppgáva er eisini
at fáa ein so bíligan sáttmála fyri
landið sum gjørligt, sigur Snorri
Fjallsbak.
Hann sigur, at uppgávan hjá
einum embætisfólki, er at vera
litblind.
– Vit skulu gera, sum okkara
arbeiðsgevari vil, og so er tað líka
mikið um hann er ein fólkafloks
maður ella ein tjóðveldismaður,
sigur Snorri Fjallsbak.
Starv og privatlív skilt at
Men í starvinum hjá Snorra
Fjallsbak er eisini neyðugt at
skifta millum Dr. Jekyll og Mr.
Hide.
– Onkuntíð undir samráð
ingum, tá eg lati eitt heldur
harðligt orð falla, hugsi eg, um
mótparturin nú tekur tað í
ramasta álvara. Eg føli viðhvørt,
at eg spæli komediu, tí orðini
viðhvørt falla harðari enn eg
meini tey, sigur Snorri Fjallsbak.
Men tað er langt frá tann bera
rópan og skrálan í høvdið hvør á
øðrum undir samráðingum.
– Har fer nógv tíð við hugna
práti, og tað er góður stemningur.
Men tá tað nærkast endanum,
og tað kemur til skarpskeringar,
verður tað ofta ófýsligt. Tað
liggur í »sagens natur«, at tað
kann ikki vera stuttligt at gera
eina semju, har báðir partar eru
ónøgdir, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann sigur, at tá onkur heldur
seg hava fingið ov lítið og annar
heldur seg hava latið ov nógv,
fara ofta illslig orð tvørtur um
borðið.
– Tá havi eg brúkt orð, sum eg
sigi við børnini, at tey ikki skulu
brúka. Og tað er í slíkum støðum,
at eg stundum havi hugsað aftan
á, at hetta og hatta skuldi eg
nokk ikki havvt sagt, sigur Snorri
Fjallsbak.
Men starvið er kortini væl
skilt frá privatlívinum, og tá sam
ráðingarnar eru av, og sáttmálin
undirskrivaður, er mótparturin
aftur ein privatpersónur.
– Møtast vit til dømis í veislu
lag, er avgjørt eingin trupulleiki,
og eg haldi, at alt agg skjótt
verður gloymt, sigur Snorri
Fjallsbak.
leo@sosialurin.fo
í meldrinum
FAKTA
Snorri Fjallsbak
Aldur: 62 ár
Útbúgving: cand. scient
Lærari í Hoydølum: 1977-2001
Rektari í Hoydølum: 1989-1992
Formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara 1994-1998
Fulltrúi á lønardeildini: 2001-2005
Stjóri á lønardeildini: 2005-
– Eg føli viðhvørt, at eg spæli komediu, tí orðini
viðhvørt falla harðari enn eg meini tey
– Tá tað nærkast endanum, og tað
kemur til skarpskeringar, verður tað
ofta ófýsligt, sigur Snorri Fjallsbak
Mynd: Álvur Haraldsen